týsdagur 12. januar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
18
Sosialurin
Lógloysi meðan vit bíða …
Uppskotið til makrelkunngerð fyri 2016 byggir á somu uppfatan og sama
heimildargrundarlag sum fyrisitingin hjá Jacob Vestergaard gjørdi. Landsstýrismaðurin
ætlar at bíða við at halda lógina, inntil vit hava fingið eina nýggja lóg
Ólavur Waag Høgnesen
Fyri ársskiftið skuldi
landsstýrismaðurin
koma við uppskoti
um, hvussu hann
ætlaði at fyrisita tað
tilfeingi í føroyskum
sjóøki, sum ósemjur hava verið
um. Sum kunnugt kritiseraði
løgtingsmaðurin Høgni Hoydal í
2012 harðliga Jacob Vestergaard fyri
hansara fyrisiting av hesum tilfeingi.
Landsstýrismaðurin er í einari
margháttligar tvístøðu:
a) Velur landsstýrismaðurin
Høgni Hoydal at halda seg til
uppfatanina hjá fyrisitingini og
fylgja tilmælum hennara, so er
tað í stríð við uppfatanina hjá
løgtingsmanninum Høgna Hoydal,
sum í 2012 kærdi Jacob Vestergaard
fyri heimildarloysi …
b) Velur landsstýrismaðurin
Høgni Hoydal at halda seg til aðra
uppfatan av lógini, so kemur hann
í andsøgn til sína egnu fyrisiting …
Landsstýrismaðurin
hevur valt
Landsstýrismaðurin skal umsita sítt
málsøki á lógligan hátt. Men hvør
uppfatan er tann rætta, t.v.s. lógliga?
Í løtuni gongur eitt rættarmál í
Eystara Landsrætti, ið helst fer at
svara hesum spurningi, og siðvenjan
sigur, at vit tiga, meðan rætturin situr.
Men landsstýrismaðurin fær
onga hjálp frá dómsvaldinum.
Orsøkin er, at málið verður ikki
tikið til dóms fyrrenn til várs,
kanska seinni, og so leingi kann
landsstýrismaðurin
ikki
bíða,
tí livast má og fiskast má ... So
meðan vit onnur mugu tiga, meðan
rætturin situr, so noyðist lands-
stýrismaðurin at handla – og velja!
Og tað hevur hann longu gjørt.
Hann hevur sent út til hoyringar
uppskot til kunngerð um skipan av
fiskiskapi eftir makreli 2016. Og
fyri at siga tað stutt: Uppskotið er
í fullkomnum samsvari við fyri-
sitingina hjá Jacob Vestergaard
(sama kann prinsipielt eisini sigast
um uppskotið um uppboðssølu, ið
ikki skal viðgerast her).
Fyrisita politisku útlutanina
Útvarpið spurdi landsstýrismannin,
um hann hevði lutað út politiskt,
nú hann nýtir sama leistin sum
undanmaðurin í stólinum. Veruleikin
er, at landsstýrismaðurin heldur a)
at Jakob Vestergaard umsat ólógliga
b) at Jakob Vestergaard útlutaði
politiskt og c) at Høgni Hoydal brúkar
sama leist sum Jakob Vestergaard.
Reinsa vit útsøgnina hjá lands-
stýrismanninum
fyri
politiskt
spinn, so var svarið frá honum tískil
eitt greitt ja: Landsstýrismaðurin
er sannførdur um, at hann – um
kunngerðaruppskotið
verður
lýst – umsitur ólógligt og at hann
hevur útlutað politiskt (nevniliga
í samsvari við politisku útlutanina
hjá undanfarnu samgongu).
Orsøkin er tíðarneyð, upplýsti
landsstýrismaðurin. Undanfarna
samgonga útlutaði politiskt, men
hann ætlar ikki at gera seg sekan
í tí sama við at bara gera eitt øðr-
vísi – men harfyri eins óheimil-
að og politiskt – býti. Nei, hann
og samgongan virka fyri einari
nýggjari skipan, samtykta av løg-
tinginum, ið verður grundað á eina
marknaðarskipan.
»Lóg er lóg, men …«
Alt gott um tað, men her er eitthvørt,
sum skurrar, tá ið um rættartrygd
ræður: Í roynd og veru sigur lands-
stýrismaðurin, at hann fer at umsita
ólógligt og lata politisku útlutanina
standa við, inntil nýggja skipanin er
klár!
Her er eisini eitthvørt, sum ikki
er heilt logiskt: Tá ið løgtingsmaður
– ella hvør sum helst annar – held-
ur seg kunna staðfesta, at ein ávís
umsiting (t.d. tann hjá Jakobi
Vestergaard av nýggja tilfeinginum
2010-2015) er ólóglig, so hevur
tað sum fortreyt, at viðkomandi
heldur, at tað – í lógarverkinum
– finst ein annar, lógligur máti at
umsita eftir.
Men landsstýrismaðurin ætl-
ar eftir øllum at døma ikki at
søpla tíðina burtur við nøkrum
so óviðkomandi sum at vita, hvat
er lógligt eftir galdandi lóg og at
fyrisita eftir tí. Nei, tann skipanin,
sum sambært honum er ólóglig,
skal vera eitt slag av provisoriskari
skipan, tí tað hava partarnir vant
seg við. Landsstýrismaðurin tekur
sær sostatt eftir kunngerðini og
samrøðuni í KvF at døma ræði
at seta galdandi lóg úr gildi við
fyrisitingarligari avgerð.
»Ólógligt eina tíð, OK?«
Tað virkar eitt sindur løgið í einum
rættarsamfelag, hvørs stýris-
skipanarlóg (SL) ásetur, at løgmaður
og landsstýrisfólk hava rættarligu
ábyrgdina av teimum málsøkjum,
sum løgd eru til teirra, SL § 37
(løgmaður skal hava eftirlit við, at
landsstýrisfólkini fyrista á lógligan
hátt, SL § 33, stk. 3), og sum hevur eina
ábyrgdarlóg (ÁL), ið ásetur revsing
fyri landsstýrisfólk, sum tilvitað ella
av grovum ósketni skúgva til viks
sínar skyldur (ÁL § 5), ella medvirka
til ólógligar gerðir hjá starvsfólki, eitt
nú við at lata vera við at forða fyri tí
(ÁL § 4).
Landsstýrismaðurin
í
fiski-
vinnumálum er formaður í einum
flokki, hvørs stevna m.a. ásetur,
at »Politiska lív landsins verður
grundað á satt fólkaræði. Valdið
er fólksins, og teir, sum røkja størv
í umboði fólksins, skulu í øllum
lutum standa fólkinum til svars fyri
gerðir sínar í hesum størvum.». Mær
kunnugt hevur landsstýrismaðurin
ikki givið løgtinginum skeivar ella
villleiðandi upplýsingar í hesum
máli (ÁL § 5). Haraftur ímóti hava
fólksins umboð nú hoyrt hann siga
alment, at hann ikki fyribils ætlar
sær at halda galdandi lóg.
KJAK
Johan Petersen
umboðsráðslimur
Stutt
undan
jól-
um var eykaaðal-
fundur
í
Trygg-
ingarfelagnum, har
lógarbroytingar
vóru
á
skránni.
Høvuðsbroytingin
var, at møguleiki nú er fyri,
at yvirskot kann lutast út til
tryggingartakararnar sum vinn-
ingsbýti. Men nevndin hevur tó
avgerðarrættin
Stutt undan jólum var eykaaða-
lfundur
í
Tryggingarfelagnum,
har uppskot til viðtøkubroyting,
sum gevur møguleika fyri at út-
luta vinningsbýti til tryggingar-
takararnar, bleiv viðtikið. Hóast
hetta helst er størsta frambrot í 75
ára longu søgu Tryggingarfelagsins,
hevur hetta fingið lítla umrøðu í
fjølmiðlunum.
Eginognin komin
upp á 2,5 mia. kr
Í ¾ øld hevur Tryggingarfelagið,
sum bleiv stovnsett orsakað av
seinna
verðaldarbardaga
við
monopolrætti,
fyri
at
tryggja
tryggingartakarunum eina góða
og bíliga trygging, savnað saman
eina formúu, sum nú er áleið 2,5
mia. kr. Og sostatt ein av fíggjar-
ligu máttmiklastu fyritøkum í land-
inum.
At hetta skuldi gerast endamálið
við tryggingini, mundu teir, sum
stovnsettu tryggingina, neyvan
hava ímynda sær og tí er tað
at fegnast um, at nú er leiðslan
loksins komin til tað úrslit, at
nú er nokk savnað saman, og at
tryggingartakarin endiliga kann
fáa lut í vinninginum av virksem-
inum.
Sama uppskot felt 2 ferðir
Tað margháttliga í hesum uppskoti
er tó, at sama uppskotið tvær reisur
fyrr hevur verið lagt framm og felt.
Havi sjálvur lagt hetta uppskotið
framm hesar báðu ferðirnar –
fyrru ferð á aðalfundinum í 2014
og seinnu ferð á aðalfundinum
í apríl í 2015. Báðu ferðina bleiv
uppskotið avvíst av orðstýrara
(valdur av nevndini) sum tann
reini øðrskapur. Fyrru ferð fekk
uppskotið 10% av atkvøðunum
á aðalfundinum og seinnu ferð
20%. Men nú knappliga leggur
nevndin sama uppskot framm og
nú er uppskotið so gott og hevur
so stóran skund, at innkallast má til
eykaaðalfundar! Og uppskotið fekk
nú knappliga 100% av atkvøðunum!
Nevndin setur hámark
Men tíverri stýrir nevndin aðal-
fundunum, við tað at nevndin
veldur fundarstjóran og við ikki at
loyva aðalfundinum at atkvøða um
partsuppskot, var bert møguligt at
atkvøða fyri útlutan samstundis
sum nevndin setir hámark á stødd-
ina, sum ikki kann hækkast av
aðalfundinum.
Hetta er tó eitt sera positiv átak,
sum eigur at verða fylgt upp av
Umboðsráðnum, sum umboðandi
tryggingartakararnar er hægsti
myndugleiki í felagnum. Soleiðis
eiga
m.a.
hámarksreglan
hjá
nevndini at verða broytt á einum
komandi aðalfundi.
Nevndin stýrir aðalfundum
Sama er við reglunum um, at
nevndin
velur
fundarstjóra.
Í
veruleikanum stýrir nevndin aðal-
fundinum gjøgnum fundarstjóran
(nakrir advokatar gera og siga
jú tað, teir fáa pening fyri). Havi
eins og við uppskotinum um
útlutan tvær reisur sett uppskot
framm um at broyta reglurnar
um val av fundarstjóra, soleiðis
at tað er aðalfundurin, sum velur
fundarstjóran,
men
uppskotið
fekk eins og við uppskotinum um
útlutan bert ávikavist 10 og 20%
undirtøku.
Leiðslan í Tryggingarfelagnum tekur í egnan barm – og tó ..
0
500,000,000
1,000,000,000
1,500,000,000
2,000,000,000
2,500,000,000
40
55
70
85
00
Eginogn
Eginogn
Eginogn Tryggingar-felagsins frá 1940-2014. Tølini
fyri 1990-95 havi eg ikki kunnað fingið