týsdagur 12. januar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
Sosialurin
KJAK
Kári Mikkelsen
havnarborgari
Spurningurin
er,
hvussu
leingi
tú
Heðin
Mortensen
fer at verða mintur
fyri
tíni
mongu,
góðu
og
menn-
andi avrik, ið eru
sjónlig allastaðni í býnum. Verður
tað tíggju, tjúgu ella trýati ár,
at hesi gerandisligu og lutfals-
liga stuttlivaðu avrikini verða
mint. Neyvan verða tað fimti ella
hundrað ár, um tú fylgir verandi
býráðsmeiriluta við tær sjálvum
á odda, ið nú fer undir oyðileggja
okkara vakra útsýni frá høvuðs-
staðnum.
Hetta langtíðarminnið koma
hvørki eg og nógv onnur við mær
av góðum grundum at fáa, men
var eg tú, Heðin Mortensen, hevði
eg satt at siga borið ótta fyri lang-
tíðarummælinum av tær sum
borgarstjóra. So kann ein siga, at til
ta tíð er alt líkamikið, tí tá eru flest
okkara, sum minnast ta óbótaligu
gerð, tú sum borgarstjóri framdi
móti okkara vakra høvuðsstaði,
farin undir grønu torvu.
Eg sipi sjálvandi til ørvitisætl-
anina um havnarútbygging, ið
sambært formanninum í vinnu-
nevndini í kommununi, Sjúrð
Olsen, verður boðið út longu í
mars. Sami Sjúrður Olsen, sum hug-
móðiga avvísir øllum mótmælum,
ið sambært honum koma ov seint.
Meirilutin í Tórshavnar býráði
– við tær Heðini Mortensen á odda
– er júst nú í ferð við at oyðileggja
eitt tað mest avmyndaða, málaða
og teknaða útsýnið í landinum, ið
somuleiðis er dagliga gleðin hjá
túsundtals íbúgvum í høvuðs-
staðnum. Nevniliga útsýnið yvir
Nólsoyarfjørð og Nólsoy úr Tórs-
havn, hvørs íbúgvar ístaðin koma
at síggja fjøll av marglittum og
ósjarmerandi bingjum við áskriftini
Eimskip, Faroeship, Smyril Line,
ella hvat nú flutningsfeløgnini
koma at kallast í framtíðini.
Og tá tosi eg als ikki um Skansan,
sum hevur verið snúningspunktið
í øllum orðaskifti um havna-
útbyggingina. Nei, at tað yvirhøvur
verður gjørd ein slík ætlan fyri
okkara lítla, vakra høvuðsstað.
Letur tú kapitaláhugamálini
stýra?
»Follow the money«, sigur ameri-
kanskt orðatakið, ið sipar til, at tað
aloftast eru kapitaláhugamálini,
sum stýra tingunum. Er tað veru-
liga so, at tú Heðin Mortensen, við
atkvøðuneytunum í Tórshavnar
býráði í rygginum, rennur ørindi
fyri kapitaláhugamálini hjá flutn-
ingsfyritøkunum og á hesum altari
velur at ofra býin og trivnaðin í
høvuðsstaðnum? Tað vóni eg ikki.
Vit tosa altso ikki um New
York, Rotterdam, Singapore ella
Hong Kong. Býir við eini skóg av
háhúsum, har ein havnaútbygging
av slíkum slagi nóg illa hevði sæst
aftur. Her hava vit at gera við ein
av heimsins minstu høvuðsstaðum,
har bert fáir bygningar eru hægri
enn tríggjar hæddir. Tí skal ein
havnarútbygging vera sera væl
umhugsað, og tað er hendan
milt sagt ikki. Hon byggir víðari
á eitt mistak, sum varð framt
fyrst í áttatiárunum, tá verandi
havn varð útbygd. Ein útbygging,
sum ongantíð hevur tænt sínum
endamáli og tískil ikki skuldi verið
gjørd.
Og fyri ikki at tala um tann
fíggjarliga partin, har milliónir
av kubikkum av gróti skulu flyt-
ast av einum alsamt minkandi
Glyvursnesi og blakast í bládýpið
í Nólsoyarfirði. Hetta í royndini
at fáa nakrar fáar fermetrar
undan vatnskorpuni til at fylla og
skemma bæði umhvørvið og tippa
útsýnið yvir fjørðin við íslendskum
bingjum. Við øðrum orðum eisini
ein fíggjarlig ørvitisætlan, ístaðin
fyri at gera útbyggingina á grynri
vatni, har mest møguligt fæst fyri
íløguna.
Er tað soleiðis, tú vilt tryggja
títt eftirmæli, Heðin Mortensen, at
standa sum oddamaður fyri einum
oyðiløgdum útsýni fyri túsundtals
havnarborgarar, ið hava valt teg
sum
borgarstjóra
fyri
komm-
ununa? Eg trúgvi neyvan!
Steðga meðan tú kanst
Góði Heðin Mortensen, tú skalt
hava rós fyri at møta upp til
mótmælistiltakið í Reinsarínum
leygardagin 2. januar. Hetta gjørdi
formaðurin
í
vinnunevndini,
áðurnevndi Sjúrður Olsen, ikki.
Tað var eftir øllum at døma
undir hansara lágmark at ómaka
seg til at kunna seg um, hvat
mótstøðufólkini
móti
ætlaðu
havnarútbyggingini høvdu at bera
fram.
Tú hevur verið ein góður
borgarstjóri
fyri
høvuðsstaðin,
Heðin Mortensen, tað skal tú
hava alt rós fyri. Steðga tí hesi
ørvitisætlan, meðan tú enn kanst,
og finn eitt annað pláss, ið gløggir
arkitektar og onnur skilafólk hava
víst á er ríkiligt av í kommununi.
Ein av hesum royndu og høgt
virdu arkitektum skýrdi í innleggi
í fjølmiðlunum í fjør ætlaðu
havnarútbyggingina fyri at vera
eina vanlukku fyri høvuðsstaðin,
um hon verður sett í verk.
Umframt Nólsoyarfjørð ræður
Tórshavnar
kommuna
sum
kunnugt
yvir
bæði
Kaldbaks-
og Kollafirði, har tað eru hópin
av uppskotum til, hvussu ein
havnarútbygging kann gerast við
neyðugum fyriliti og harafturat
munandi bíligari.
Hugsa stórt, Heðin Mortensen,
og lurta eftir tilráðingum frá slíkum
fólkum, tá fert tú ikki skeivur!
Tað gert tú hinvegin við at fylgja
ætlanum
hjá
snævurskygdum
politiskum døgnfluguum í tínum
egna býráði. Slíkt ert tú sjálvandi
alt ov víðskygdur og gløggur til.
Ert tú í ferð við at oyðileggja
høvuðsstaðin, Heðin Mortensen?
Komandi árini fer Heðin Mortensen ivaleyst at verða mintur sum ein borgarstjóri,
ið fekk nakað á skaftið og veruliga setti gongd í høvuðsstaðin. Spurningurin
er tó, um hann hevur gjørt sær tankar um sítt eftirmæli, tá hann einaferð
hevur lagt frá sær sum politiskur oddamaður fyri okkara vakra og hugnaliga
høvuðsstað. Neyvan hevur hann hugsað serliga djúpt um sítt langtíðarummæli
sum borgarstjóri, tá hugsað verður um ætlaðu havnarútbyggingina.
Nakað soleiðis fer útsýnið úr Sandágerði at vera eftir ætlaðu Skansabryggjuna
(Tilgjørd mynd: Hannis Egholm)
Verandi bryggja sædd úr Sandagerði