týsdagur 12. januar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Royndartíð við framhaldsdeild
í Sankta Frans
Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit
bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Kommunuskúlan
Bogi Andreasen
býráðslimur og limur í
skúlastýrinum í Sankta Frans skúla
Tað sømir seg best
fyri
Tórshavnar
býráð
at
ganga
foreldrum og næm-
≠ingum í Sankta
Frans skúla á møti
í spurninginum um
framhaldsdeild i Sankta Frans. Eg
mæli til, at býráðið sum eina roynd
samtykkir at lata upp framhaldsdeild
í Sankta Frans skúla í eitt avmarkað
tíðarskeið, sum síðani kann
eftirmetast.
Skúlin hevur longu
í høvuðsheitum hølir til at hýsa
einari framhaldsdeild, og við bert
smávegis broytingum ber til at fáa
gongd á hetta, soleiðis at Sankta
Frans kann bjóða næmingunum
eina
framhaldsdeild
eftir
summarfrítíðina.
Ein stórur meirluti
av foreldrum at næmingum í
núverandi 7. flokki í Sankta Frans
skúla ynskir, at næmingarnar
sleppa at halda fram við 8. og 9.
flokki í Sankta Frans, heldur enn
at hesi næmingar eisini skulu
í
gamla
Kommunuskúlan
og
Venjingarskúlan, sum í dag eitur
Skúlin á Fløtum, og sum húsast
í hølum kring allan býin. Hetta
kom fram í einari spurnarkanning
millum foreldrini, har 70 prosent
av foreldrunum svaraðu, og har 98
prosent av teimum, sum svaraðu,
tóku undir við framhaldsdeild í
Sankta Frans.
Siðvenja var, at
næmingar
í
Sankta
Frans
fóru
í
framhaldsdeild
í
Kommunuskúlanum,
men
so
leingi Skúlin á Fløtum ikki kann
bjóða foreldrum og næmingum
nøktandi hølisviðurskifti, er eingin
orsøk eisini at senda næmingarnar
í Sankta Frans í Skúlan á Fløtum.
Talið av foreldrum, sum
søkja um at fáa síni børn í Sankta
Frans skúla, økist, og ein orsøk er
helst, at Sankta Frans nú er einasti
skúli í miðbýnum, sum harafturat
hevur ein góðan forskúla.
Eg mæli staðiliga til, at vit
í hesum máli lurta eftir foreldrum
og næmingum, tí umstøðurnar at
stovna framhaldsdeild í Sankta
Frans eru eins væl til staðar í góða
gamla Nonnuskúlanum sum í
spjadda Skúlanum á Fløtum.
KJAK
Sunnur og heilsugóður
matur á dagstovnum
Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit
bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Kommunuskúlan
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Søgur hava tikið
seg upp, hvørt dag-
stovnar í Tórshavnar
kommunu
eru
farnir at geva børn-
unum mat, sum er
tillagaður ávísari
religøsari trúgv. Ella sagt við øðrum
orðum, um dagstovnar, sum hava
børn, hvørs foreldur hava muslimskar
matsiðir, nú eru farnir at avmarka
matúrvalið til øll hini børnini á
stovninum, eitt nú í mun til svínakjøt.
Lat tað verða sligið fast, at
so er ikki, og eingin orsøk er til
skapa tvídrátt um hetta, sum
eisini er fremmant í mun til ta
visjón, ið býráðið hevur samtykt.
Har er staðfesat, at vit vilja ein
alheimsgjørdan og fjølbroyttan
høvuðsstað, har tað er rúm fyri
ymiskum áskoðanum, hugskotum
og mentanum, tí soleiðis verður
gott hjá øllum at liva, búgva og
virka.
Í Tórshavnar kommunu eru
dømi um avtalur millum stovnar
og foreldur at børnum, sum vegna
trúgv ikki skulu hava ávísan mat,
at tá stovnurin borðreiðir t.d. við
svínakjøti, tá fáa hesi foreldrini boð
um hetta frammanundan soleiðis,
at hesi børnini tann dagin hava
egnan mat við.
Tað er ikki soleiðis, at stovnarnir
broyta matarskránna til øll hini
børnini.
Nýggj matskipan
Í sambandi við fíggjarætlanina 2016
er avgjørt, at Tórshavnar kommuna
skipar eina matskipan á øllum
dagstovnunum soleiðis, at øll børn
kunnu fáa mat á middegi umframt
millummála, sum í dag er vanligur.
Hetta verður sett í verk longu í vár.
Í hesum sambandi orðar bý-
≠≠ráðið nú ein matpolitikk fyri alt
dagstovnaøkið. Eingin ivi skal vera
um, at maturin skal vera sunnur og
heilsugóður. Eisini skulu neyðug
atlit takast at teimum børnum,
sum vegna eitt nú allergi ikki tola
ávísan mat, mjólk v.m.
Í mun til tær søgur, sum nú
ganga um børn við muslimskum
matsiðum á dagstovnunum, so
verður frítt hjá teimum at halda
hesar siðir. Men tað broytir einki
uppá tann matin, sum øll hini
børnini fara at fáa.