týsdagur 12. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5
22
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Ytru umstøðurnar snúgva seg eitt
nú um kost, rørslu, royking og
strálingar, sum kunnu fáa fólk at
síggja eldri út.
Aftrat ytru umstøðunum, eru
sjálvandi eisini lívfrøðiligar frá-
greiðingar um, hví fólk eldast.
Vit kunnu siga, at likamið hevur
eitt ur, sum bara gongur í eina ávísa
tíð.
Menniskju eru ”programmeraði”
til at doyggja, tí okkara kyknur
kunnu ikki deila seg í allar ævir.
Kyknur kunnu nevniliga bert deila
seg eitt ávíst tal av ferðum.
Alt kemur ikki við
Likamið er bygt upp av kyknum,
sum alla tíðina deila seg. Hvørja
ferð, ein kykna deilir seg, kopierar
hon sítt egna dna, sum hevur ein
ávísan bygnað.
Bygnaðurin er kendur undir
navninum, kromosom.
Í hvørjum kromosomi er tað,
sum rópt verður ”telomerur”, ið vit
kunnu siga er eitt pettið av dna,
sum er til avlops.
Tá
dna’ið
verður
kopierað,
kemur ikki alt kromosomið við.
Kyknur doyggja
Fyri hvørt ”kopi”, sum verður
gjørt av dna’num, verður minni av
telomerum, og at enda eru tær heilt
burtur. Tá hesar eru burtur, heldur
kyknan uppat við at deila seg, og
tá doyr hon. Tað er, tá kyknurnar
doyggja, at vit síggja tekin um
aldurdóm á likaminum.
Tað er soleiðis okkara egna
likam, sum forðar okkum í at liva í
allar ævir.
Kelda: videnskab.dk
At fólk eldast, kemst bæði av innaru og ytru umstøðum
HEILSA
Tí eldast menniskju
Heilsugóðar og mettandi
Mandlur og nøtur eru lekrar, og tær eru heilsugóðar. Sambært kanning eru hesar eisini vælegnaðar til at
halda svongdini burtur, samstundis sum tær ikki eru fitandi. Tað ræður um at eta umleið 30 mandlur ella
nøtur um dagin. Hóast hesar hava einar 150 kaloriur tilsamans, merkir tað ikki, at tú fært fleiri kaloriur
enn annars gjøgnum dagin. Við sínum heilsugóða feitti, proteinum og fiprum geva mandlur og nøtur tær
kensluna av, at tú ikki líður svongd.
Kelda: sundhed.dk
Likamið hevur eitt ur, sum bara gongur í eina ávísa tíð
Elektriskt ljós órógvar svøvn
Nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg mikið av svøvni, men aftanfyri nógvar
av hesum trupulleikum goymir seg ein avgerandi teknologisk orsøk - elektriska ljósið
Vilmund Jacobsen
Amerikanskir
granskarar
hava
ávarað um, at nýtsla av elektriskum
ljósi órógvar svøvnin hjá fleiri og
fleiri menniskjum.
Ein røð av kanningum vísa, at
vantandi svøvnur kann elva til
kroniskar heilsutrupulleikar, eitt
nú hjartatrupulleikar, viknandi
immunverju og sukursjúku.
Ábendingar eru eisini um, at
vantandi
svøvnur
kann
hava
ávirkan á heilasjúkur sum eitt nú
alzheimers.
– Ljós ávirkar okkara sam-
døgurrútmu meiri enn nakar heili-
vágur.
Tað skrivar ein av heimsins
leiðandi granskarum innan sam-
døgurrútmu, Dr. Charles Czeisler,
Harvard Medical School í Boston,
USA.
Greinin kann lesast í viðurkenda
vísindaliga tíðarritinum, Nature.
Granskarin vísir á, at nógvar
ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki
fáa nóg mikið av svøvni, men aftan
fyri nógvar av hesum trupulleikum
goymir seg ein avgerandi tekno-
logisk orsøk - elektriska ljósið.
Sambært granskaranum órógv-
ar elektriska ljósið, bæði frá perum,
sjónvørpum og øðrum elektrisk-
um tólum lívfrøðina í okkara sam-
døgurrútmu.
vilmund@sosialurin.fo