Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 13. januar 2016 · Nr. 5 Sosialurin Grannskoðanar- leiðari til innanhýsis grannskoðan Um starvið Talan er um eitt spennandi og fakliga avbjóðandi starv í innanhýsis grannskoðanini í BankNordik. Førleikakrøv Starvið krevur eina útbúgving sum cand.merc.aud., og vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir umframt kunnleika til og royndir við at grannskoða fíggjarstovnar. Vit vænta, at tú hevur evni til at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, megnar at loysa avbjóðandi arbeiðs- uppgávur og dugir at eggja og stuðla starvsfólkunum á deildini. Tað er eisini umráðandi, at tú hevur hug og hegni til at samstarva við starvsfólk úr ymiskum londum og mentanum. Umsókn Umsókn, lívsrensl (CV) og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til hr@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. januar 2016. Spurningar um starvið kunnu setast Stine Bosse, nevndarforkvinnu, á telduposti: stine.bosse@gmail.com. BankNordik er eitt sterkt samtak í støðugari menning, og nú søkja vit eftir einum dugnaligum og royndum grannskoðanarleiðara til innanhýsis grannskoðan. Les meira um starvið á www.banknordik.fo >