Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 11. JANUAR 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eiga at gevast at drepa grind M arna Frida Olsen er ein av teimum føroyingum, sum heldur at grindadrápið átti verði steðgað. Hon er eisini ein av lut­takarunum í nýggja doku­men­tar­ filminum um grindahvalin, sum verður frum­sýndur í Norðurlandahúsinum miku­kvøldið kl. 19.00. Grindahvalur er stuttur doku­ men­tarfilmur, sum lýsir leiklutin, ið grindahvalurin hevur havt fyri før­oy­ ingar gjøgnum øldir, og hvussu hetta sam­bandið skal verða frameftir. Film­ urin er ein bretsk-føroysk framleiðsla, og eitt nú luttekur kendi Sir David Atten­borough í filminum. Eisini hevur Rúni Nielsen luttikið í framleiðsluni. Filmurin verður frumsýndur miku­ kvøldið, og eftir sýningina verður pall­ borðsfundur, har eitt nú Pál Weihe og Ingi Sørensen luttaka. Djóravælferð Marna Frida Olsen er umhvørvis­ áhug­að. Hon hevur útbúgving inn­ an samskifti frá universitetinum í Roskilde og arbeiður sum sam­skift­is­ fólk innan djóravernd og um­hvørvis­ vernd. Í oktober mánaði í fjør var hon í Japan í tríggjar vikur, har hon arbeiddi sum sjálvboðin fyri djóra­verndar­ felagsskap í sambandi við delfinveiði. – Síðani eg var ung genta, havi eg havt stóran áhuga fyri umhvørvi og djóravælferð, og við árunum er tað blivið natúrligt, at eg eisini havi lut­ tikið í arbeiði fyri djóravælferð, sigur hon. Marna Frida Olsen er ein av teim­ um føroyingunum, sum alment talar ímóti grindadrápi í Føroyum – Tað er ikki í lagi at drepa djór, soleiðis sum vit drepa grind. Fyri meg snýr tað seg um djóravælferð, og tá ið vit eisini vita, at kjøtið er dálkað, so er stóri spurningurin, um tað yvirhøvur er neyðugt at drepa grind. – Grindadrápið hevur verið ein partur av føroyskari mentan, og grinda­drápið hevur eisini veirð neyð­ ugt, men soleiðis er ikki longur, og fyri tað, um vit hava gjørt nakað í nógv ár, merkir tað ikki, at vit skulu halda fram at gera tað. – Eg haldi, at vit skuldu viðurkent týdningin, sum grindahvalurin hevur havt fyri føroyingar. Tað kunnu vit gera fyrst og fremst við at steðga at drepa hann, men verja og virða hann ístaðin, sigur Marna Frida Olsen. CITYBOIS DUGA Bólkurin Citybois var millum best umtóktu X Factor luttakararnar í Danmark í fjør, og teir vóru mill­ um annað í kapping við okkara egna Jógvan Joensen. Framfýsnu dreing­irnir hava nú givið nýggjan tón­leik út, og útgávan fær góð um­ mæli. Virda tíðarritið Gaffa gevur út­gávuni What Bois About To fýra av seks møguligum stjørnum, og ummælarin skrivar, at øll tey, sum hildu at Citybois fóru at hvørva sum allar hinar X Factor døgn­ flug­ur­nar, verða lumpað. Góðar rútm­ur og fangandi niðurløg gera pop­p­ú­tgávuna hjá Citybois sterka, og um­mælarin heldur, at Citybois kunnu gerast avloysarin hjá Nik & Jay í donskum tónleiki. – Tað er ikki í lagi at drepa djór, soleiðis sum vit drepa grind, heldur Marna Frida Olsen 89 fólk doyðu og eini 200 fingu løstir, tá ið yvirgangsmenn fyri góðari viku síðani lupu á spælistaðið La Bataclan í París. Hetta kvøldið spældi Eagles of Death Metal á spælistaðnum, og nógv fólk var komið at lurta. Hóast blóðuga yvirgangsálopið fer at knýta seg til navnið og staðið La Bataclan, vilja tey, sum standa fyri staðnum, halda fram við virkseminum. Dominique Revert, sum er ein av leiðarunum, sigur við Billboard, at tey ætla at lata upp aftur einaferð í fram­ tíðini. – Vit lata uppaftur, tað er eingin ivi um tað. Tað verður sjálvandi tungt í eina tíð, ja, kanska fleiri ár, men vit nokta at yvirgeva okkum til yvirgang, sigur hann. La Bataclan læt upp í 1864 og bjóð­aði millum annað sangfram- førs­l­ur. Seinni var staðið biografur, og í 1970’unum varð tað gjørt til spæli­ stað við konsertum og framførslum. Tónleikanøvn sum Foo Fighter, Jeff Buckley og Kanye West hava framført har. Fram til september í ár áttu tveir mans av jødiskum uppruna spæli­ staðið og høvdu av og á tiltøk til frama fyri Ísrael. Tað hevði við sær at­ finningar og hóttanir frá víðgongdum islamistum. Álopið spælistað heldur fram Spæliðstaðið Le Bataclan í París noktar at yvirgeva seg eftir yvirgangsálop SIMON KVAMM VIL SJÁLVUR Simon Kvam, sum hevur ættarbond til Gøtu, og sum er kendur sum sang­ari í rockbólkinum Nephew fer frameftir at spæla meira undir egn­um navni. Simon Kvamm hevur við síðuna av Nephew eisini havt gongd í duo­ ini De Eneste To, men nú er hann til reiðar at framføra undir egn­um navni eisini. – Eg hugsi, at eg komandi árið fara at spæla undir mínum egna navni við nýggjum sangum, sum eg havi skrivað, segði Simon Kvam í sjónvarpssending á DR2 í farnu viku. – Eg havi í longri tíð skrivað sangir, og eg kundi hugsað mær at avgjørt alt viðvíkjandi teimum sang­unum, segði hann. Í fyrsta umfari verða tað onk­ ur smærri spælistøð, ið fáa gleði av fram­førslum hjá Simon Kvamm, og hvør veit, um hansara solo­ fram­førslur fara at røkka til Føroya eisini. Í øllum førum hevur Simon Kvamm fleiri ferðir vitjað í Føroyum sam­an við bólkinum Nephew, sum hev­ur havt framførslur á G! Festi­ val­inum. – Eg haldi, at vit skuldu viðurkent týdningin, sum grinda­ hvalurin hevur havt fyri føroyingar. Tað kunnu vit gera fyrst og fremst við at steðga at drepa hann, men verja og virða hann ístaðin, sigur Marna Frida Olsen