Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 11. JANUAR 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa Á veg út úr demensmyrkrinum Higartil eru teir umleið 90.000 donsku borgararnir, sum eru raktir av demens-sjúkum, ikki vorðnir grøddir. Men, nýggj gransking gevur nú vónir um eina framtíðar viðgerð, sum kanska ikki er so ógvuliga langt burtur Vilmund Jacobsen V it stúra øll fyri tí – at missa eitt menniskja, sum vit elska, men sum samstundis er á lívi. At síggja eitt menniskja, sum vit eru góð við, hvørva inn í myrkrið uttan at kunna røkka tí. At síggja ein av okkara nærmastu tærast burtur av demens, ger okkum hjálparleys. Demens er ein ræðulig sjúka. Um­ leið 90.000 danir eru raktir, og nógvir verða raktir tey næstu árini. Tølini siga, at fimti hvør, sum tíðin gongur, verður raktur av demens. Umleið ein hálv miljón danir standa í dag yvirfyri teimum avbjóðingum, sum liggja í demens – antin sum sjúklingar ella av­varðandi. Frambrot á veg Seinastu 15 árini er ikki nógv hent á medisinska økinum, tá ræður um demens. Ongar nýggjar viðgerðir eru komnar, og verandi viðgerð við heilivági kann ikki lekja, men bert - í ávísan mun – útseta sjúkuna. Nú er tó okkurt við at henda. Granskar­ar um allan heim arbeiða við at finna nýggjar viðgerðarhættir, sum kunnu avdúka demens-sjúku, áðrenn tey fyrstu sjúkueyðkennini vísa seg. Skanning av heilanum og við­ gerðir, sum steðga ella niðurbróta skaðiligu protiinini, sum oyðileggja nerva­kyknurnar í heilanum og menna demens, er nakrar av viðgerðunum, sum geva bestu vónir um framtíðina. Sam­stundis vita granskarar nú, at okkara lívsstílur og kostvanar hava stóran týdning fyri, um vit fara at gerast dement ella ei. Næstu árini fara vit tí at síggja, at granskingin snýr seg um at finna rætta heilivágin, eins og okkara lívs­ stílur eisini kemur at hava stóran týdning, bæði tá ræður um fyri­ byrging, men eisini tá fólk hava fingið staðfest demens. – Trupulleikin í dag er, at demens vanliga mennist yvir eini 20-30 ár, áðrenn tey fyrstu sjónligu tekini vísa seg hjá tí einstaka. Tá við­gerðin byrjar, er sjúkan ofta komin langt, sigur professarin, Steen Hasselbalch á Ríkis­sjúkrahúsinum. Hann vísir á, at medisinska við­ gerðin, sum tey kunnu bjóða í dag, bert er linnandi fyri sjúkuna. – Viðgerðin broytir ikki sjúkuna, sum heldur fram. Eftir viðgerð í eini tvey ár, sæst sjúkan gjarna týðiliga. Haraftrat kemur, at tað eru eisini demens-sjúkur, sum koppseting einki ger við, leggur hann aftrat. Skaðilig proteinir Lykilin til at finna eina viðgerð móti demens liggur í at finna heilivág, sum kann bremsa ella niður­bróta tey proteinir, sum eru orsøkin til, at heilin gruggast sam­stundis, sum proteinir­nar, beta-amyloid og tau, eta seg gjøgnum heila­kyknurnar og geva alzheimers, sum er mest vanliga demens-sjúkan. Samstundis, sum nýggjar viðgerðir eru ávegis, eru granskarar í ferð við at menna nýggjar skanningarhættir av heilanum, soleiðis at tær allar fyrstu broytingarnar í heilanum kunnu tevjast - og ein effektiv viðgerð kann byrja. – Fyri at kunna lekja demens er neyðugt, at vit byrja viðgerðina 20 ár fyrr, enn gjørt verður í dag. Viðgerðin skal byrja júst, tá tær minstu broyting­ ar­nar fara fram í heilanum, og langt áðrenn sjúku­eyð­kennini byrja at vísa seg. Steen Hasselbalch sigur, at sann­ líkind­ini fyri, at ein viðgerð móti demens ikki liggur so ógvuliga langt burt­ur, eru stór. - Fyri at kunna lekja demens er neyðugt at byrja viðgerðina 20 ár fyrr, enn gjørt verður í dag, sigur professarin - Sannlíkindini fyri, at ein viðgerð móti demens ikki liggur so ógvuliga langt burtur, eru stór, sigur professarin, Steen Hasselbalch » trupulleikin er, at demens vanliga mennist yvir eini 20-30 ár «