Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Samtakblaðið Mikudagur 13. januar 2016 Samtak var stovnað fyri 7 árum síðani av Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiski manna­ felag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hildu, at nú var stundin komin, at fáa yvir­ skipað fakfelagsligt samstarv. Seinni komu so bæði Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag við í Samtak, og umboðar felagið umleið 1/3 av løntakarunum. Orsøkin hjá feløgunum til at stovna Samtak var at fáa ein sterka savnandi rødd fyri fakfeløgini. Samtak skal kunna limirnar um rættindi teirra og arbeiðsmarknaðar viðurskifti sum heild, og at økja tilvitskuna um arbeiðsmarknaðin úr sjónarhorni løntakaranna. Viðurskifti hjá limunum í Samtak skulu hava størri rúmd í almenna rúminum. Samtak skal hjálpa fakfeløgunum at betra um korini hjá limum sínum, og ber javnan tíðindi og sjónarmið frá fakfeløgunum. Samtak fer at fylgja væl við í tí sum fyriferst í almenna rúminum, og ger tilmæli til politiska landslagi um ymiskar lógir, ið eru viðkomandi fyri limirnar. Tey fimm feløgini handan Samtak vóna við tíðini at kunna savna fleiri fakfeløg í Samtak. Um Samtak Tímalønin var í 1916 einki at reypa av, 30 oyru um tíman, (hetta rakk ikki fyri 1 kg av mjøli) arbeiðsdagurin langur 10 – 12 tímar 6 dagar um vikuna - arbeiðskorini vánalig – og svikaligt var, um tú slapp til arbeiðis og hjá hvørjum. Trygd og arbeiðsumhvørvi var ikki nakað, sum tosað var um, og mangan hendu stór og smá óhapp, og menn komu illa fyri. Tá ið felagið boðaði til stovnandi aðalfund vóru longu 150 menn, sum høvdu skrivað seg upp til at gerast limur í felagnum, og var undirtøkan fyri felagnum góð frá degi eitt. Havnar Arbeiðsmannafelag er í dag eitt nýmótans fakfelag við øllum teimum ágóðum, sum eitt fakfelag í dag bjóðar. Í mun til 1916 so er arbeiðsdagurin styttur til 8 tímar 5 dagar um vikuna, tímalønin er komin upp á 120 kr umframt viðbøtur, frítíðarløn og eftirløn. Felagið bjóðar góðar tryggingar um illa við til, og hjálp og ráðgeving í mun til sáttmála og rættindi annars. Felagið er í samstarvi við hini arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið í felagnum Samtak, og felagið samráðist saman við arbeiðarafeløgunum um sáttmála. Havnar Arbeiðsmannafelag er undangongufelag viðvíkjandi at skapa sambond til onnur, og vit sum dagliga samstarva við felagið hava stórt gagn av jaliga hugburðinum og samstarvshuganum, sum kemur limunum til góðar. Í Samtak hava vit havt fyrimyndarligt samstarv, eins og til sáttmálasamráðingar, og vit hava tryggingaravtalur, sum gera, at limir kunnu ferðast millum feløg og arbeiðsøki uttan at óttast fyri at missa rættindi. Vit vilja takk fyri gott samstarv og ynskja felagnum hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og tí nýggja høvuðssætinum, sum liggur í hjartanum í Havnini. Við fakfelagskvøðu, Georg F. Hansen, Jan Højgaard, Jastrid V. Niclassen, Arthur Guðjonsson og Sonja J. Jógvansdóttir Hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum – hetta eru ikki 100 dagar og neyvan høvdu mennirnir – sum savnaðust í Avhaldinum í Havn 16. januar 2016 – væntað, at felagið skuldi náa so stór framstig hesi 100 árini Oddagrein: Kvøða til Havnar Arbeiðsmannafelag