týsdagur 12. januar 2016síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Samtakblaðið
Mikudagur 13. januar 2016
Føroya Fiskimannafelag hevði landsfund millum jól og nýggjár. Dúgliga varð kjakast um nógv ymisk viðurskifti,
men hóast høvuðssáttmálin er endurnýggjaður síðani undanfarna landsfund, og formansval fer fram í løtuni, so
merkti tað ikki kjakið stórvegis. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var gestur á Landsfundinum hesaferð
Føroya Fiskimannafelag:
Friðaligur landsfundur
Landsfundurin hjá Føroya Fiski
mannafelag, varð hildin í hølunum hjá
Føroya Arbeiðarafelag í Havn millum
jól og nýggjár, 29. desember, og umleið
60 limir møttu upp.
Hetta var hin fyrsti landsfundurin
eftir viðtøkubroytingarnar, sum geva
landsfundinum heimild at taka enda
liga avgerð í øllum málum, eisini
viðtøkubroytingum. Fyrr kravdu við
tøkubroytingar, at meiriluti var fyri
teimum fyrst á landsfundinum 19.
desember 2014 og síðani í uratkvøðu
greiðslu millum allar limir felagsins á
heysti 2015.
Ongin atkvøðugreiðsla var tó hesa
ferð.
Góður siður
Nevndin hevði annars lagt tvey upp
skot um viðtøkubroytingar fyri lands
fundin, men gjørdi av at taka tey aftur
og útseta tey til næsta landsfund.
Hetta tí ætlaðu lógarbroytingarnar
ikki vóru fráboðaðar saman við lands
fundarlýsingunum.
Støðan, har landsfundurin endaliga
kann gera av viðtøkubroytingar, er
nýggj, og ongin hevði hugsað um at
lýsa ætlaðu viðtøkubroytingarnar
frammanundan. Viðtøkurnar
siga
heldur ikki, at ætlaðar viðtøkubroyt
ingar skulu fráboðast frammanundan,
men í samráð við advokat felagsins
helt nevndin, at tað er góður siður.
Tey bæði uppskotini, sum vórðu
tikin aftur hesaferð, snúðu seg um
ávikavist at taka av skipanina við
sóknarformonnum og at broyta reglur
nar fyri vali av sýsluformonnum
(nevndarlimum), soleiðis at hesir
verða valdir beinleiðis á landsfundi og
ikki við uratkvøðu millum allar limir
felagsins.
Eitt uppskot um at seta hámark á
limagjaldið var innkomið frá einum
limi. Men av tí, at felagið ikki hevði
gjørt neyvar útrokningar og lýsing av
avleiðingunum, tók uppskotsstillarin
uppskotið aftur við vón um, at neyð
ugu útrokningarnar verða gjørdar til
næsta landsfund, so uppskotið kann
setast fram aftur tá.
Dúgligt kjak
Annars var talan um ein stak friðar
ligan landsfund, to at dúgliga varð
kjakast, bæði um fakligu viðurskiftini,
sum Jan Højgaard, felagsformaður,
umrøddi í sínari formansfrágreiðing,
og um fiskivinnupolitikk.
Høvuðsíkastið til politiska kjakið
kom frá Høgna Hoydal, fiskimálaráð
harra, sum var gestarøðari á lands
fundinum.
Høgni Hoydal greiddi frá fiski
vinnupolitikkinum hjá samgonguni,
og aftaná fekk hann hópin av spurn
ingum og viðmerkingum.
Tilfeingisgjaldið, sum manningar
nar partvíst verða trektar fyri, var í
brennideplinum, og fiskimálaráðharrin
harmaðist um, at samgongan hevði
kent seg noydda at sleppa kravinum
um, at reiðararnir fram eftir ikki
skuldu kunna taka tilfeingisgjaldið av
óbýttum.
Beinleiðis spurdur segði Høgni
Hoydal, at hann helt tað vera grund
leggjandi skeivt, at manningar noyðast
at gjalda part av tilfeingisgjøldunum,
sum verða løgd á reiðararnar fyri
teirra.
Nevndin hevði lagt tvey uppskot um viðtøkubroytingar fyri landsfundin, men gjørdi av at taka tey aftur og útseta tey til
næsta landsfund, tí ætlaðu lógarbroytingarnar ikki vóru fráboðaðar frammanundan. Hóast viðtøkurnar ikki krevja hetta,
so helt nevndin tað vera góðan sið, nú landsfundurin hevur fingið heimild einsamallur at fremja viðtøkubroytingar.
Dúgliga varð kjakast, men lítið merktist til, at sáttmálasamráðingar
vóru í fjør, og at formansval er í løtuni.
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri,
var gestarøðari.