týsdagur 12. januar 2016síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Samtakblaðið
Mikudagur 13. januar 2016
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, kom víða um í síni formansfrágreiðing á landsfundinum.
Hann gjørdi fitt burtur úr sáttmálasamráðingunum og nam eisini við fleiri faklig viðurskifti.
Formansfrágreiðing:
Formaðurin greiddi
frá samráðingunum
Størsta arbeiðsorkan hjá Fiskimanna
felagnum í 2015 fór til sáttmálasam
ráðingarnar, og tær komu eisini fyrst
fyri í formansfrágreiðingini, sum
Jan Højgaard, felagsformaður, helt á
landsfundinum.
Tó at striltið gekk á onkrum økjum,
legði hann dent á, at nøkur fet tann
rætta vegin vórðu tikin, tá sáttmálin
bleiv undirskrivaður 27. mai í fjør, og
tók soleiðis samanum:
• Millum annað fingu vit býtispro
sentið hjá botnfiskatrolarunum
aftur á støðið fyri 2011, nevniliga 27
fyri bæði partrolarar og lemma
trolarar.
• Sáttmálaásetta býtisprosentið hjá
frystilínuskipunum fór úr 37 upp
í 40.
• Fastmynstraðir menn fáa nú eitt
ískoyti á 1500 krónur um árið til
olju- og arbeiðsklæði.
• Línugjaldið er strikað.
• Dagískoytið hjá kokkunum er
hækkað úr 50 í 75 krónur um dagin.
• Skipsarbeiði verður nú lønt við
handverkaraløn og samsvarandi
yvirtíðarløn.
• Inntøkutapstryggingin er betrað
soleiðis, at hon tekur við frá 8. degi,
sama hvussu leingi skipið er úr
vinnu vegna brek (fyrr skuldi skipið
vera minst 14 dagar úr vinnu).
• Setanartreytirnar fyri avloysarar
eru betraðar.
• Og endiliga er 2. jóladagur nú
sáttmálatryggjaður frídagur hjá
heimaflotanum.
Ikki til at vika
Verri gekk við nótasáttmálanum, mátti
formaðurin ásanna, tí reiðararnir í tí
bólkinum vóru við hansara orðum
hvørki til at høgga ella stinga í og
vildu ikki flyta seg ein millimetur á
nøkrum øki.
– Teirra einasta argument er, at
menninir við nótaskipunum tjena so
væl, at teir hava ikki uppiborið lønar
hækking. Snildisliga gloyma teir, at
teirra reiðaríir hava havt risastóra
vinningsframgongd og tjena ørandi
upphæddir. Eisini gloyma teir, at teirra
tilverugrundarlag fyrst og fremst
skyldast vælvild frá manningunum,
sum í síni tí, tá hesin veiðubólkurin
var í kreppu, sjálvbodnir fóru langt
niður í løn – við tí greiða lyfti, at hýru
prosentið skuldi uppaftur, tá tíðirnar
gjørdust betri, segði Jan Højgaard.
Hann greiddi síðani frá, at nevndin
í Føroya Fiskimannafelag ikki hevði
var samd um, hvussu langt felagið
skuldi fara í stríðnum við nótaskipini.
– Ein partur av nevndini var til
reiðar at taka eitt verkfall um neyð
ugt. Meirilutin helt tó, at vandin fyri at
missa alt tað, sum vit hóast alt høvdu
vunnið innaftur fyri restina av heima
flotanum, var ov stórur, um vit slitu
samráðingarnar upp á ósemjuna við
nótaskipini. Tískil bleiv semja gjørd í
endanum á mai, greiddi Jan Højgaard
frá.
Tilfeingisgjøld
Sáttmálapartarnir hava gjørt av at eta
ein bólk at arbeiða við at nútímansgera
allan sáttmálabygnaðin, men tað er
eitt arbeiði, ið fer at taka drúgva tíð,
og formaðurin gjørdi greitt, at tað
hevur skund at vinna sømdir á týð
andi økjum, og at tað stríðið tískil ikki
kann bíða eftir einum nýggjum sátt
málabygnað.
– Fyri mítt viðkomandi hevur tað
sera høga raðfesting at loysa mann
ingarnar frá øllum rakstrarútreiðslum
hjá reiðaríunum, og eg ætli at leggja
stóra orku í hetta arbeiðið, fái eg høvi
til tess. Eisini eiga vit at leggja nógva
orku í at fáa minstulønina upp og
betra um tryggingarnar, nevndi hann
sum dømi og fór seinni í dýpdina við
síni áskoðan á tann patin av rakstrar
útreiðslunum hjá reiðaríunum, sum er
tilfeingisgjøld.
– Tað hevur ongantíð verið ætlan
in, at eitt gjald á vinnuna skal turkast
av upp á starvsfólkið. Gjaldið er fyri
tilfeingið, sum reiðarin hevur rætt at
fiska, og manningin hevur onga ávirk
an á, hvussu hann fer við hesum rætt
inum. Heldur ikki fær manningin eitt
oyra, tá reiðarar selja síni rættindi víð
ari til onkran annan. Tí mótmæltu vit
eisini beinavegin, tá reiðarar byjaðu at
taka gjaldið av óbýttum.
– Havast skal eisini í huga, at
Føroya Fiskimannafelag alla tíðina
hevur mótmælt tilfeingisgjaldi sum
heild, júst tí vit hava sæð fyri okkum,
at hetta fór at vera ein rokning, sum
bleiv send víðari til fiskimenninar.
– At reiðarin við verandi praksis
sparir tað, sum svarar til hýrupro
sentið, í tilfeingisgjøldum, er eisini
ein beinleiðis rakstrarstuðul. Reiðarin
kann jú bara nýta hesar pengarnar,
júst sum hann vil. Tað kann ikki vera
annað enn hamrandi skeivt.
Vit siga bums nei til at rinda
lummapengar til reiðararnar, segði
Jan Højgaard.
Harðari revsing
Hann gjørdi eisini fitt burtur úr strá
mannavirksemi og útlendskum bak
monnum, ið leggja líka í lógir og
reglur, sum galda í føroyskum sjóøki,
og nevndi Anitu-málið sum dømi.
– Tað skal vera okkara viðmæli, at
um reiðarar ikki halda seg til sáttmála
ásetingar og til landsins lógir, so eiga
teir í stundini at missa øll síni loyvi
og rættindi, segði formaðurin í Fiski
mannafelagnum.
Samanhald loysir seg
Eitt annað mál, ið fylti nógv, var
Beinisvørð-málið, ið var eitt sigursmál
hjá Føroya Fiskimannafelag, og sum
Jan Højgaard brúkti sum dømi um, at
samanhald og samhaldsfesti loysir seg.
Føroya
Fiskimannafelag
vann
vegna manningina Beinisvørð-málið í
Føroya Rætti, og reiðaríið varð dømt
at rinda manningini tilsamans 1,8
milliónir krónur fyri ov lítið goldnað
hýru undir makrelfiskiskapinum í 2011
íroknað rentur.
– Beinisvørð-málið er dømi um
eitt mál, har reiðari roynir at ganga
uttanum galdandi sáttmála við uppá
haldi um, at onnur avtala er gjørd. Tað
gekk ikki hesaferð, tí menninir lótu seg
ikki lumpa.
– Men tað hendir alt ov ofta, at reið
arar ganga á menn, fyri at gera eina
avtalu uttan um manningarfeløgini,
og tíverri sær hetta út til at eydnast
til tíðir.
– Menn hava í ávísum førum
latið seg lokka við gyltum lyftum um
fastan kjans og góða fortjenastu, men
royndirnar vísa, at lyftini ongantíð
standa mát við veruleikan, og menn
inir standa skjótt eftir á berum. Síðani
er tað sum oftast Føroya Fiskimanna
felag, sum stendur við upptakinum.
– Her vil eg bert enn einaferð royna
at tala til samvitskuna hjá monnum og
vísa á, at tað bara er við samhaldsfesti
og samanhaldi bæði umborð á tí ein
staka skipinum og sum limir í Føroya
Fiskimannafelag, at vit vinna okkara
rættindi og sigrar.
Og tað er eisini bara við samhalds
festi og samanhaldi at vit varðveita
okkara vunnu rættindi, legði Jan
Højgaard dent á.
Tveir kandidatar dystast um for
manssessin í Føroya Fiskimanna
felag, nú verandi formansskeið er
um at verða runnið.
Sniálvur Røvilsberg úr Skopun,
virkin fiskimaður og fyrrverandi
nevndarlimur í Føroya Fiskimanna
felag, hevur bjóðað Jan Højgaard,
sitandi formanni, av hesaferð. Jan
Højgaard, sum er av Toftum, hevur
verið felagsformaður seinastu trý
skeiðini – síðani 1. februar 2007.
Atkvøðuseðlarnir vóru sendir út
til limirnar í Føroya Fiskimanna
felag og stýrimenn og maskin
menn, sum eisini hava valrætt, um
hálvan desember, og skulu vera
grannskoðarafelagnum Numo í
hendi í seinasta lagi 30. januar.
Atkvøðurnar verða upptaldar
31. januar, og valdi formaðurin tek
ur við 1. februar, tá nýggja trý ára
formansskeiðið byrjar.
Um onkur, sum hevur valrætt,
av einhvørji orsøk ikki hevur fingið
atkvøðuseðil, ræður um at venda
sær til Fiskimannafelagið sum
skjótast. Felagsskrivstovan syrgir
síðani fyri, at atkvøðuseðil verður
tilsendur.
Felagsskrivstovan hevur tlf.nr
356 000.
Formansval
Seinasta freist at velja til formansvalið í Føroya
Fiskimannafelag er 30. januar. Jan Højgaard stillar
uppaftur, og Sniálvur Røvilsberg er mótvalevni.
Jan Højgaard kom víða um
í síni formansfrágreiðing.
Sáttmálasamráðingarnar fyltu
nógv, men eisini onnur viður
skifti, eitt nú tilfeingisgjøld og
samhaldsfesti og samanhald
fingu drúgva viðgerð.