Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 61

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Samtakblaðið Mikudagur 13. januar 2016 Gongdin hjá føroyska línuskipaflotanum í 2015 var væl betri enn undanfarin ár, og inntøkurnar hjá manningunum vóru hareftir Gongur væl betri hjá línuflotanum Vilmund Jacobsen Í fleiri ár hevur veiðivirðið hjá okkara bestu línubátum ligið millum einar 16 og 18 miljónir krónur, men í 2015 fingu vit heilt onnur tøl at síggja. Seinnu árini hava vit fingið nøkur frystilínuskip, og tað er ikki minst um­ borð á hesum skipum, at mann­ingar­ nar hava havt góða inntøku. Bestu frystilínuskip í 2015 vóru Klakkur og Kambur, sum bæði høvdu eitt veiðivirði, sum var oman fyri 30 miljónir krónur, sum er óføra gott. Manningarpartarnir umborð á bestu frystulínuskipunum í 2015 tátta í 700.000 krónur, um menn tá vóru við allar túrarnar. Ísfiskalínuskipini Tað gekk eisini rímiliga væl hjá fleiri ísfiskalínuskipum í 2015 og millum tey skip, sum liggja í ovara endanum, eru Sandshavið, Sigmund, Stapin, Jákup B og Núpur. Umborð á bestu ísfiskalínu­skip­ unum liggur manningarparturin - um menn hava verið við hvønn túr í árinum – um stívliga 400.000 krónur. Sambært hagtølum hjá Føroya Fiski­mannafelag hevði manningin um­borð á ísfiskalínuskipinum Sands­ hav­inum besta manningarpartin, sum var á stívliga 439.000 krónur. Sandshavið var í sjónum 248 dagar í 2015, og samlaða veiðivirðið var stív­ liga 15,2 miljónir krónur. vilmund@sosialurin.fo Gott íkast hjá línuni Alt bendir á, at frystilínuskipini aftur fara at gera tað gott á Flemish Kap í vetur Góð útlit á Flemish Kap Tað gongur eftir øllum at døma væl hjá føroysku frystilínuskipunum, sum eru yviri á Flemish Kap og royna eydn­una á hesi fjarskotnu leið. Mánadagin frættist frá frystilínu­ skip­inum Ågot, sum var fyrstur har yviri av føroysku línuskipunum. Teir høvdu tá havt hálva fimtu setu og høvdu havt góðan fiskiskap. Hetta vóru alt lutfalsliga stuttar setur. Veðrið hevði verið keðiligt teir fyrstu dagarnar, men henda dagin var veðrið betri. Eftir hálva fimtu setu hevði Ågot fingið 50 tons í lastina – og teir høvdu tá fimm tons av fiski, sum lógu á dekkinum og ikki vóru komnir til høldar. Eftir myndunum at døma, sum vit fingu sendandi frá Ågot mánadagin, høvdu teir avhøvdað fiskin, áðrenn hann var frystur. – Fiskiskapurin hevur verið góður, og øll frystilínuskipini, sum eru her yviri, siga frá góðum fiskiskapi, segði línu­maður, sum vit høvdu samband við. Frystilínuskipini á Flemish Kap í vetur eru Ågot, Kambur, Klakkur og Eivind. Í fjør royndi eisini eitt ísfiska­ línu­skip eydnuna. Tað var Váða­ steinur. Árið fyri – í 2014 – vóru bæði frysti-og ísfiskalínuskip á hesi leið, og royndirnar vóru mis­javnar. Nú føroyingar hava fingið nøkur frystilínuskip, duga flestu at síggja, at tað eru hesi skip, sum av línuskipunum eru tey best egnaðu til hesa longu leið. Seinni í vár fara eisini nakrir trolarar at royna eydnuna. Fyrsta árið, føroyingar aftur fingu møguleikan á Flemish Kap, gekk einki serligt hjá trol­ ar­unum, men tær seinnu roynd­ ir­nar vóru betri. Tað eru bara frysti­línuskipini, sum higartil í ár eru á Flemish Kap Her hava teir umborð á Ågot ein rímiliga stóran kalva á línuni Tað gongur væl hjá føroysku frystilínuskipunum á Flemish Kap. – Øll línu­ skipini siga frá góðari veiði, sigur føroyskur línumaður umborð á Ågot Árið í fjør eydnaðist væl hjá frystilínuskipunum, og árið royndist eisini væl hjá fleiri ísfiskalínuskipum