Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Samtakblaðið Mikudagur 13. januar 2016 – Eg var 13 ára gamal, tá eg flutti úr Skopun til Havnar. Her gekk eg í 7. flokki í eitt ár, og tá barnaskúlin varð liðugur, fór eg á Bacalao at arbeiða. Júst fyltur 15 ár fór eg í Ravnoynna at rógva út, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum - meira enn nakað annað – hevur lívsins skúla sum sína barlast í lívinum og sum fakfelagsformaður Havnar Arbeiðsmannafelag: Barlastin hjá Hans Joensen er lívsins skúli Vilmund Jacobsen Leygardagurin 16. januar er ein stórur dagur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Tá eru nevniliga 100 ár liðin, síðan felagið varð stovnað. Dagurin fer ikki aftur við borð­ inum uttan veitslu, og her verður eis­ ini skipað fyri eini rimmar veitslu í orðs­ins rætta týdningi. Limir í felagnum eru bodnir við maka, og felagið hevur eisini bjóð­að ymiskum samstarvspørtum við maka. Umboð eru boðin við fyri allar politiskar flokkar, og har tað ikki ber til hjá formanninum at koma, hevur flokkurin høvi at senda annað umboð við maka. – Eg taki ikki lut í partapolitikki, og tað er umráðandi fyri okkum at byggja brýr millum limir felagsins og allar teir politisku flokkarnar. Hans Joensen, formaður í Havnar Ar­beiðsmannafelag, sigur, at borgar­ stjórin í Tórshavnar kommunu er boð­ in við, og tað er løgmaður eisini, báðir við frú. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur umleið 700 limir. – Tað er langt síðan, at vit sendu inn­bjóðingarnar út, og tá veitslan verður nú leygardagin, er neyðugt, at tey, sum skulu levera mat og tey, sum skulu skipa borðplan, vita, hvussu mangir gestirnir verða. Nú vit nærkast degn­um er greitt, at stívliga 600 fólk verða við til veitsludagin. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur havt trý høli upp á hondina, sum kundu vera karmur um stóra dagin, veitslu­ høll­ina á Hotel Føroyum, hølini hjá Dansi­frøði og ítróttarhøllina á Hálsi. – Við stívliga 600 fólkum til borðs, er greitt, at besta loysnin er ítróttar­ høllin á Hálsi, og her verður 100 ára veitslan hjá okkum so leygarkvøldið. Hans Joensen sigur, at tað er Uni Arge, sum hevur tikið sær av føðingar­ dags­veitsluni fyri felagið, og tað er hann, sum hevur lagt hátíðarhaldið til rættis. – Ein skrá er løgd fyri, hvussu borð­haldið skal fara fram, og her er alt lagt til rættis út í smálutir, sum er neyð­ugt, tá talan er um eitt so stórt tiltak. Her verður alt gott at eta og leska sær við. Onkrar røður verða hildn­ar, og her verður alt møguligt undir­hald. Tað verður eisini Uni Arge, sum verður borðstjóri og kemur at skipa fyri undir veitsludøgurðanum. Formaðurin í Havnar Arbeiðs­ mannafelag sigur, at felagið í fleiri ár hevur glett seg til henda stóra dagin, sum nú skal hátíðarhaldast. – Eg haldi, at eitt felag, sum hevur havt so nógv góð fólk at tikið sær av áhugamálunum hjá sínum limum og sum upp ígjøgnum tíðirnar er so væl rikið, sum Havnar Arbeiðsmannafelag er, eigur at skipa fyri einari veruligari 100 ára føðingardagsveitslu, sigur Hans Joensen. Hvør er Hans? Eftir at hava sitið í nevnd felagsins – Eg hevði ongantíð havt nakra ætlan um at gerast fakfelagsformaður, men tað kom tann dagur, tá limir heittu á meg um at stilla upp, og soleiðis kom eg í nevndina í Havnar Arbeiðsmanafelag, sigur Hans Joensen