týsdagur 12. januar 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Samtakblaðið
Mikudagur 13. januar 2016
síðan 1997, gjørdist Hans Joensen for
maður í Havnar Arbeiðsmannafelag í
2003, og hevur hann sitið sum formað
ur øll árini síðan.
– Tá Karl Johansen doyði í mars
mánaði í 2002, tók Jan Midjord við sum
formaður fram til aðalfundin í 2003.
Jan læt seg ikki stilla uppaftur sum for
mansvalevni, men var í nevnd felagsins
nøkur ár eftir hetta. Vit vóru tveir, sum
stillaðu upp til formansvalið í 2003.
Seinastu 26 árini, áðrenn Hans
gjørdist formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag, arbeiddi hann á Bacalao,
har hann serliga hevði til uppgávu at
frysta slógv á virkinum.
Men, Hans hevur eisini verið sjó
maður í eini 10 ár. Hann hevur róð út
undir Føroyum, og í trý summar róði
hann út í Ravnoynni í Grønlandi.
– Fyrstu ferð, eg var í Ravnoynni,
var á sumri í 1967, og tá var eg júst
fyltur 15 ár.
Hans var við Baki árini 1970 til 1975
og fór síðan umborð á Búgvan, sum
Martin Clementsen átti. Tá Búgvin
sakk, keypti Martin sær Skoparan, og
Hans róði eisini út við Skoparanum.
Tá Hans Joensen sum 14 ára gamal
fór úr 7. flokki í Havn, fór hann oman
á Bacalao at arbeiða, og á virkinum
hevði hann nógvar ymiskar uppgávur.
– Eg stóð við vektina, og eg landaði.
Her var nógv at takast við, og her var
eisini saltfiskur. Tú føldi ábyrgd, og
longu tá vistu tú, at fiskurin skuldi
arbeiðast undan, so hann ikki fór til
spillis.
Tað var í 1978, eftir at Hans bæði
hevði verið í Ravnoynni, við Baki,
Búgvanum og Skoparanum, at hann
fór aftur á Bacalao at frysta slógv. Tá
hevði hann – heilt frá ungum av –
verið á Bacalao av og á, tá høvi beyðst.
Hevði hevði soleiðis í fleiri ár havt
eitt tilknýti til fiskavirkið á Vestaru
Bryggju.
Pápin í nevndini
Tað var ikki av ongum, at hugurin hjá
Hans Joensen byrtist fyri fakfelags
virksemi. Pápi hansara, Christian
Joensen, var í nevndini í Havnar
Arbeiðsmannafelag. Hann var tó farin
úr nevndini, tá sonurin í 1997 fyrstu
ferð varð valdur í nevnd.
– Pápi mín var við, tá eitt nú eftir
lønargrunnur felagsins varð stovnaður,
og mín áhugi fyri fakfelagsvirksemi
byrtist, tí pápi mín var aktivur í nevnd
felagsins. Eg plagdi at vera við sum
limur, tá fundir vóru í felagnum, men
eg var ikki á hvørjum fundi. Sjálvur
hevði eg ongantíð havt nakra ætlan
um at stilla upp til nevndarval, men
tað kom tann dagur, tá limir heittu á
meg um at stilla upp, og soleiðis kom
eg í nevndina í felagnum.
Hans sigur, at hóast hann ongantíð
hevði havt ein dreym um at gerast
nevndarlimur – og enn minni fak
felagsformaður – gjørdist hann rætt
iliga tendraður í fakfelagsvirksemi, tá
hann kom at sita í nevndini saman við
øðrum góðum monnum.
– Eg helt, at felagið hevði eina
ógvuliga góða nevnd og ein serstakliga
góðan formann við Karl Johansen.
Karl var góður við meg sum nýggjur í
nevndini. Hann stuðlaði mær væl, og
eg havi alt gott at bera manninum, sum
virkuliga livdi og stríddist fyri felagið
og sínar limir. Sæð í bakspeglinum
var Karl ein ótrúliga góður maður fyri
felagið, og hann hevði nógvar góðar
og dugnaligar menn aftrat sær, um
framt dugalig fólk á skrivstovuni.
– Sum nýggjur nevndarlimur sá eg
skjótt, at Havnar Arbeiðsmannafelag
var eitt væl rikið felag við dugnaligari
nevnd og góðum fólki á skrivstovuni,
har ansað varð væl eftir øllum.
Hans ásannar, at tað ikki minst
var ein styrki og stuðul, tá hann tók
við sum formaður í 2003, at Monrad
Kjelnæs longu tá í fleiri ár hevði
havt skrivstovuleiðsluna og skrivara
arbeiðið felagsins um hendi.
– Monrad er framvegis í starvi hjá
felagnum, sum hann nú hevur tænt
í meira enn eina fjórðingsøld, og her
hava vit eisini Ruth og Joan, sum
báðar eru sera dugnaligar í bókhald
inum. Sjálvt um eg hesi ár síðan 2003
havi gjørt mær mínar royndir sum
formaður og í dag kenni felagið niður
í smálutir, eru dugnaligu skrivstovu
fólkini mær og nevndini annars fram
vegis ein dyggur stuðul.
Ein góð íløga
Hans Joensen sigur, at nevndin í dag
kann fegnast um, at stóra byggiverk
ætlanin við Tinghúsvegin av felags
hølunum nú er komin undir land.
– Vit ivaðust leingi í, hvat vit
skuldu gera við henda partin av
bygninginum, sum var tann gamli
Farodane-bygningurin. Bygningurin
var í ringum standi, og vit høvdu eitt
tilboð upp á dagføring. Vit væntaðu tó
ikki, at vit fóru at fáa nóg nógv burtur
úr hesum, soleiðis sum standurin var.
Formaðurin sigur, at tað at enda
var hansara uppskot at ríva gamla
bygningin niður og byggja ein
nýggjan bygning í fimm hæddum
uppaftur.
– Nevndin tók undir við mær í
hesum, og í dag eri eg ógvuliga glaður
fyri, at vit valdu hesa loysnina. Vit
hava havt góðar ráðgevar, og vit hava
spurt okkum væl og virðiliga fyri, so
leiðis at alt er avgjørt niður í minstu
smálutir – eisini fyri at tryggja okkum,
at vit kendu endaprísin á verkætlanini.
Hans Joensen sigur, at nýggi bygn
ingurin verður liðugur og klárur at
flyta inn í nú um hálvan januar.
– Gólvvíddin í hvørjari hædd sær
liggur um 300 fermetrar, soleiðis at
samlaða fermetratalið liggur um 1500
fermetrar tilsamans. Vit koma at hús
ast á 2. hædd inn frá vegnum, og síðan
verður restin av bygninginum leigaður
út, harav Landsverk hevur tað mesta.
Tilboðið hjá Búsetur fyri verk
ætlanina er á 34,7 miljónur krónur,
og haraftrat skal gjaldast fyri eitt nú
ráðgeving.
– Í sáttmálanum hava vit tryggjað
okkum, at vit ikki verða undirdýktir
við eykarokningum. Prísurin hevur
hildið. Verkætlanin hevur av givnum
orsøkum drigið eitt sindur út í mun
til sáttmálan, men tað er eingin kata
strofa. Vit fáa ein góðan bygning, og
tað er hetta, sum hevur størstan týdn
ing fyri okkum, sigur hann.
Kona og børn
Hans Joensen, sum er ættaður úr
Skopun, er 64 ára gamal. Hann er
giftur Kirstin, sum er undan Kráku
gjógv í Havn. Tey eiga tríggjar døtur,
sum eru føddar í 1974, 1976 og í 1981,
og Hans og Kirstin eiga átta abba-og
ommubørn.
– Eg var 13 ára gamal, tá eg flutti til
Havnar. Her gekk eg í 7. flokki í eitt ár,
og tá barnaskúlin varð liðugur, fór eg á
Bacalao at arbeiða, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafelag, sum –
meira enn nakað annað – hevur lívs
ins skúla sum sína barlast í lívinum
og sum formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag.
Í nevndin í Havnar Arbeiðsmanna
felag í dag eru umframt formannin,
Jóan Karl Dam, næstformaður, og
nevndarlimir eru Sakaris Hansen, Heri
Reynheim og Martin Wennerstrøm.
– Nevndin tók undir við mær
um at byggja nýtt, og í dag
eri eg ógvuliga glaður fyri,
at vit valdu hesa loysnina,
sigur Hans Joensen