Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-12, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 2016síða 64

‹ fyrra síða allar 64 síður

Tekstur á síðuni

8 Samtakblaðið Mikudagur 13. januar 2016 Gransking vísir, at fáa tey møguleikan, so vilja fólk arbeiða. Hetta er eisini í samsvari við úrslitini í kanning av arbeiðsleysum kvinnum í Suðuroynni, har tað vísti seg, at allar fegnar vilja til arbeiðis, fáa tær møguleikan Tíðargrein: Arbeiðsleys vilja arbeiða Moniku Nolsøe Johannesen Hetta er galdandi fyri allar starvs- og aldurs­bólkar. Trupulleikin er tó, at fá størv eru, og til ber heldur ikki at før­ leika­menna ella útbúgva seg til tey fáu størvini, ið eru, tí út­búgv­ingar­møgu­ leikarnir í oynni eru fáir. Suður­oy­ingar hava eisini, í verandi støðu, ilt við at ferðast til mið­staðar­økið (pendla dag­ liga), tí ferða­ætlanin hjá Smyrli legg­ ur ikki upp til, at tú kanst røkja eitt 8-16 starv í miðstaðar­økinum og sam­ stundis vera búsitandi í Suðuroy. Á heysti í 2014 stóð skrivað í tíð­ inda­grein frá Samtak, at ert tú til­ komin kvinna, uttan nakra formliga út­búgv­ing, og ert tú búsitandi í Suður­ oynni, so eru sannlíkindi fyri, at tú ert ar­beiðsleys hægri í mun til restina av fólk­inum í Føroyum. Tað sær eisini út til, at arbeiðsloysið í Suðuroynni millum kvinnur nú er við at bíta seg fast. Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at tað generelt er munandi hægri arbeiðsloysi millum kvinnur enn menn í Føroyum. Geografiskt sæst tó á hagtølunum, at kvinnur í Suðuroynni, í mun til kvinn­ur aðrastaðni í landinum, ofta eru harðari raktar av arbeiðsloysi. Í tøl­um frá Hagstovuni fyri arbeiðs­ leys­ar kvinnur í Suðuroynni sæst, at í miðal vóru umleið 60 kvinnur skrá­ settar sum arbeiðsleysar hvønn mán­ aða í 2014. Eitt og hvørt samfelag kann rokna við búskaparligum broytingum, sum føra við sær eitt ávíst arbeiðsloysi (út­boðið av arbeiðsmegi er størri enn eftir­spurningurin eftir arbeiðsmegi). Men hví er tað so, at júst kvinnur í Suðuroynni eru so hart raktar av arbeiðs­loysi, um samanborið verður við kvinnur búsitandi aðrastaðni í land­inum? Eru tað serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi í Suðuroynni, ella er tað bert tilvildarligt, at tað er so? Her vísir seg, at tað eru serliga fýra viður­skifti, sum spæla inn: • Vantandi tøk størv • Vantandi útbúgvingarmøguleikar • Vantandi lærlingamøguleikar • Vantandi møguleiki fyri at pendla til miðstaðarøkið. Størv í Suðuroynni Sum støðan sær út, so hava kvinnur í Suðuroy serliga tveir ítøkiligar trupul­ leikar, tá tað kemur til at finna eitt starv: á aðru síðuni sæst ein stórur tørvur á størvum; og á hin­ari síðuni sæst ein stórur tørvur á útbúgvingar­ møgu­leikum. Hetta ger, at tað ikki ber til at fáa talið av arbeiðsleysum at sampakka við talið av leysum størvum. Út frá einum yvirliti yvir øll størv í Suðuroynni, sum í 2014 vórðu lýst leys á heimasíðuni starv.fo, sum Arbeiðs­ loysis­skipanin umsitur, sæst, at talan var um 31 størv: av hesum vóru 8 inn­ an ta privatu vinnuna, meðan 23 vóru í almennu geiranum. Um vit siga, at samlaða talið av leyst lýstum størvum í 2014 var 31, so merkir tað, at tað í miðal einans vóru eini 2 ella 3 størv lýst leys í Suðuroynni um mánaðin. Hetta samstundis sum í miðal stóðu skrá­settar áleið 60 kvinnur í ALS um mán­aðin. Hetta vil siga, at tað gjøgn­ um árið vóru áleið 30 kvinnur til hvørt starvið. Útfrá hesum tølum sæst sostatt týðiliga, at útboð og eftirspurningur av størvum als ikki samsvarar. Lærupláss Um hugt verður eftir læruplássum i Suður­oynni seinastu árini, sæst, at av teim­um 191 lærusáttmálunum, ið eru undir­skrivaðir av kvinnum í Føroyum árini 2012, 2013 og 2014, eru einans 9 undir­skrivaðir í Suðuroy. Hetta merkir í roynd og veru, at bert eini 4,7 prosent av kvinnuligu lærlingasáttmálunum vórðu undirskrivaðir í Suðuroynni árini 2012-2014, hóast uml. 1/10 av før­ oy­ingum býr í Suðuroynni, og kvinnu­ liga arbeiðsloysið er hægri í hesum økinum í landinum. Í miðal hava 17 skrásett lærupláss verið í Suðuroynni seinastu trý árini. Hesi læruplássini hava í miðal skrivað 18 nýggjar lærlingasáttmálar um árið, og av hesum 18 eru einans tríggir av hes­um lærlingasáttmálunum árliga farnir til kvinnur. Til reiðar at fara til arbeiðis (spurnar­kanning) Í tølunum frá eini spurnarkanning, ið bleiv gjørd millum arbeiðsleysar kvinn­ur í Suðuroynni í Nov. 2014, sæst, at tær flestu kvinnurnar í stóran mun eru til reiðar at fara í skúla, í læru, skifta starvsgrein ella um­skúl­ast á annan hátt fyri at sleppa á arbeiðs­ markn­aðin aftur. Hetta vísur, at nær­ um allar vilja gera broytingar fyri betur at lúka krøvini til tey størvini, ið eru í oynni. Tær vilja sosatt gera tað, ið skal til, fyri at sleppa aftur til arbeiðis. Men (aftur) her sæst ein trupulleiki. Á út­búgvingarøkinum hava tær sum so heldur ongar møguleikar, tí tað hvørki eru teir stóru útbúgvingar- ella læru­møgu­leikarnir í oynni. Í kanningini sæst skilliga, at kvinn­ urnar eru til reiðar at gera ymiskt fyri at fáa eitt nýtt starv. • Umleið helvtin av kvinnunum vóru til reiðar at byrja uppá eina útbúgving. • Meir enn helmingurin vildi fara á førleikamennandi skeið ella skifta starvsgrein í mun til seinasta starv. • Nakrar vildu fara munandi niður í løn í mun til seinasta starv. • Og ein triðingur var til reiðar at arbeiða skeivar tíðir. Hetta vísir, at nærum allar kvinnurnar í stóran mun eru sinnaðar at gera ymiskt fyri at fáa nýtt starv, til dømis fara undir útbúgving, skifta starvs­ grein ella umskúlast á annan hátt. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, tí mongu tey seinastu árini hevur onki bein­leiðis førleika­gev­andi út­búgv­ ingar­stað verið í Suður­oynni fyri­uttan Heilsuskúlin. Eis­ini sæst púra greitt í einum yvir­liti frá Yrkis­depl­inum, ið um­situr yrkis­útbúgv­ingar- og arbeiðs­ marknaðar­mál, at útboðið av læru­ pláss­um er minimalt í mun til eftir­ spurn­ingin í Suðuroynni. Meginparturin av kvinnunum í kanningini vísa seg altso at vera sinn­ aðar at tillaga seg, so tær fáa størri møgu­leika at fáa eitt av hesum leysu størv­unum. Trupulleikin er tó, at tað er sera torført at tillaga seg, tá ið so fá størv eru at tillaga seg eftir. Harafturat eru tað sera fáir møguleikar at út­ búgva ella tillaga seg til størv uttan at fara av oynni. Árini 2012-2014, og árini undan tí, var Heilsuskúlin einasti skúlin á oynni útyvir fólkaskúlar og mið­náms­skúla, og eisini er útboðið av læru­plássum millum lítið og einki. Ikki áhugaðar í at pendla Flestu kvinnurnar ynskja ikki at flyta ella pendla til miðstaðarøkið fyri at arbeiða. Grundgevingarnar fyri ikki at vilja flyta ella pendla vóru ymisk­ar, men rættiliga stórur partur av kvinn­ unum hava fjarstøðu, børn og familju sum orsøk. Spurdar, um tær vóru sinnaðar at taka eitt arbeiði norðanfjørðs, ella ei, vísti kanningin ein greiðan meiriluta, ið segði nei. Nakrar heilt fáar søgdu tó ja, men høvdu ikki valt at pendla. Spurdar, um tær vóru til reiðar at flyta norðan­ fjørðs, varð svarið tað sama. Ein greið­ ur meiriluti segði nei, meðan nakrar søgdu ja ella vistu ikki. Við øðrum orðum kunnu vit stað­ festa, at meginparturin av arbeiðsleysu kvinnunum í Suðuroynni ikki er ein mobil arbeiðsmegi. Útbúgva seg burtur úr arbeiðsloysi? Síðani kanningin um arbeiðsleysu kvinn­urnar varð gjørd, er Fjar­lestrar­ depilin í Vági vorðin veruleiki, og í februar byrjar ein flokkur uppá 25 les­andi úr øllum Føroyum uppá eina spildur­nýggja námsfrøðiútbúgving, ið Fjar­lestrar­depilin hevur stáplað á bein­ ini í samstarvi við UCC-Nord. Staðfestast kann, at hetta er ein møgu­leiki hjá fleiri í tí partinum av ar­beiðs­megini, ið ikki er at rokna sum mobil, at vinna sær fleiri før­leik­ ar. Hesin nýggi møguleikin ger tað møguligt hjá nøkrum, ið hava áhuga fyri hesum yrki, at nema sær útbúgv­ ing uttan at flyta av oynni, og eru tey so­statt knýtt at oynni í nøkur ár aftrat. Tað, at spurnarkanningin vísti, at nær­um allar tær arbeiðsleysu kvinn­ur­ nar í Suðuroynni vóru sinnaðar at fara undir útbúgving, skifta starvsgrein ella umskúlast fyri at koma í starv, styrkir tankan um, at Fjarlestrardepilin tí kann gerast ein beinleiðis møguleiki fyri summar av hesum umrøddu kvinn­ unum. Tað er sjálvandi ongin garanti fyri, at eitt starv bíðar eftir øllum náms­frøðiútbúnum suðuroyingum, men út­búgving er í øllum førum eitt stig rætta vegin. Smyril Verður hugt eftir ferðaætlanini hjá Smyrli sæst, at ikki ber til at hava eitt starv í miðstaðarøkinum og sam­stund­ is vera búsitandi í Suðuroy. Smyril hev­ur eina siglingartíð á tveir tímar, og hetta ger, at tað er sera tíðarkrevjandi at skulla pendla til miðstaðarøkið. Hetta er tó ikki ógjørligt. Tað, sum tó ger tað sera tvørligt, er, at tað flestu dagar einans eru tveir túrar til aftur og fram úr Havnini dagliga. Mánadagar og miku­dagar eru tó undantiknir hes­ um, og hetta ger tað møguliga lætt­ari hjá nøkrum einstøkum lesandi og fólki, ið bert arbeiða nakrar fáar dagar um vikuna norðanfjørðs, at koma aftur og fram, eins og tað gagnar vinnuni, men tað hjálpir ikki so nógv uppá støðuna hjá teimum, ið ætla at pendla aftur og fram dagliga í starvsørindum. Hvat kann gerast? Tað eru uttan iva nøkur, sum tað kann loysa seg fyri at pendla aftur og fram nakrar dagar um vikuna ísv. lesnað ella arbeiði, men fyri fólk, ið lesa ella arbeiða fulla tíð í Havnini, og sum hava adressu í Suðuroynni, kann tað valla loysa seg í longdini at pendla aftur og fram. Tað er sjálvandi eis­ini gott fyri vinnuna, at Smyril nú siglir fleiri túrar um vikuna, alt gott um tað, men tað er valla tað, ið fer at broyta allar hesar trupulleikarnar, ið eru um­ røddir í hesi greinini. Til tað er sigli­ tíðin ov long, og í longdini eru 4 tímar av pendli­tíð dagliga umborð á Smyrli ov nógv av tí góða. Og tá er koyritíðin til og frá farstøðunum á Krambatangi og í Havn ikki íroknað. Tað, at Fjarlestrardepilin nú bjóðar út námsfrøðiútbúgving gjøgnum fjar­ lestur er heilt vist eitt gott tilboð, ið summar av hesum umrøddu arbeiðs­ leysu kvinnum kunnu fara at gera sær dælt av. Tað merkir sjálvandi tað, at tær sleppa frá at flyta til Havnar ella niður til Danmarkar í hesum tíðar­ skeið­inum, meðan tær taka hesa út­ búgv­ing­ina sum fjarlestur. Tó so, hetta loysir ikki allar trupulleikar, tí hóast Suður­oyggin megnar at framala fleiri náms­frøðingar, merkir tað ikki neyð­turv­iliga, at allir hesir nýggju náms­frøð­ingarnir fáa starv. Hetta er tó ein vegur fram, ið kann hjálpa fólki at vinna nýggjan kunnleika og gera tað lættari at koma í nýtt starv. Tað, at suður­oyingar nú hava fingið enn eitt út­búgvingartilboð, fyriuttan útbúgvingar­nar á Skúladeplinum í Hovs­haganum, er vónandi bert byrjanin og kann hetta gera, at tøka ar­beiðs­megin fram­yvir fær lættari við at fóta sær, um út­búgvingar- og skeiðs­til­boðini á Fjar­lestrardeplinum gerast fleiri og fleiri. Hetta loysir tó ikki trupulleikan við teimum fáu lærlingaplássunum í oynni, og serliga teimum næstan ikki- eksister­andi lærlingaplássunum til kvinnur. Fyrr í greinini varð umrøtt, at sein­astu trý árini eru í miðal 18 lær­ linga­sáttmálar undirskrivaðir í Suður­ oynni, men bert sætti hvør varð undir­ skriv­aður av einari kvinnu. Tað, at mann­fólk dominera á lærlingaøkinum er ein tendensur, ið er galdandi fyri allar Føroyar, men hann er eyka sjón­ ligur í Suðuroynni. Tí hevði verið møgu­liga verið áhugavert at kannað, um nakað kann gerast fyri at betra um møgu­leik­arnar fyri at fáa lærlingapláss í Suður­oynni. Her finnast tó valla lætt­ ar loysnir, men um samfelagið á yms­ar mátar kundi eggjað fyritøkum at tikið fleiri lærlingar inn, hevði tað møgu­ liga verið ein gongd leið. Eins og á einum hvørjum øðrum ar­beiðs­marknaði, so finnast óivað øll sløg av arbeiðsloysi í Suðuroynni, og tað gevur okkara kanning eisini eina ábend­ing um. Hóast øll sløg av arbeiðs­loysi finnast, so halda vit tó, at vit átfrá okk­ara kanning og ástøði greitt komu til ta niðurstøðu, at ar­ beiðs­loysið í Suðuroynni í høvuðs­ heit­um kann bólkast undir geografiskt arbeiðs­loysi. Heimildir: Fjarlestrardepilin Hagstovan.fo Arbeiðsloysisskipanin / Starv.fo Yrkisdepilin Tá tosað verður um arbeiðsleysar kvinnur í Suðuroy, meinast allar tær kvinnur, sum búgva í Suðuroy, og sum hava skrásett seg sum arbeiðsleysar í ALS. Kanningin var gjørd í november 2014, Monika Nolsøe Johannesen stóð saman við 2 øðrum fyri kanningini í samband við verkætlan á Fróðskaparsetrinum.