hósdagur 14. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
4
FJØLMIÐLASIÐUR
VIT SKULU
TALA AT
HATURSTALU
HALLUR AV RANA
K
jakið á sosiala miðlinum
Facebook floymdi fyrr í
vikuni yvir við rasistisk
um viðmerkingum og
hvøssum atfinningum móti muslim
um í Føroyum.
Upphavið til orðaskiftið var ein
grein løgd út á Vágaportalin fríggja
dagin 8. januar, har borgarstjórin
í Tórshavnar kommunu, Heðin
Mortensen, varð endurgivin fyri
at siga, at muslimsk foreldur vóru
ónøgd við matin á dagstovnunum í
kommununi, og tí høvdu stovnar valt
at tillaga matin. Um vikuskiftið valdi
Dagblaðið at skriva eina hvassa grein
um evnið, og oysti hon einans bensin
á bálið, ið longu var glóðheitt.
Aðrastaðni í blaðnum ber til at
lesa ein gjøgnumgongd av sjálvum
málinum, men endin varð tann,
at borgarstjórin týsdagin valdi at
senda út eitt tíðindaskriv, har hann
afturvísti, at nakar dagstovnur hevði
broytt matin vegna ónøgd frá nøkr
um muslimskum foreldrum.
Ein teirra, ið fylgdi kjakinum hesar
dagar, var journalisturin Brynhild
Thomsen, ið hevur drúgvar royndir
innan føroyska fjølmiðlaheimin. Hon
metir, at søgan og skitna orðaskifti,
ið fylgdi, er dømi um happingina og
haturstaluna, sum Norðurlandaráðið
í fjør ávaraði um, og sum tíverri tykist
vera blivin fastur táttur í nýggja fjøl
miðlaheiminum við mongu smáu
netportalunum við lítlari ella ongari
redaktion og við sosialu miðlunum,
har alt ber til at siga uttan fyrilit.
– Við nýggju netmiðlunum hava
vit fingið fleiri pallar, har boðberar
kunnu bera sín boðskap fram. Í út
gangsstøðinum er tað gott, tí vit fáa
fleiri pallar, ið kunnu bjóða teimum
gomlu fjølmiðlunum av, so at teir ikki
leggja seg á alt orðaskiftið í almenna
rúminum, sigur Brynhild Thomsen.
Men hon leggur skjótt dent á, at
tað er ein vandi við allari vælferð. Í so
máta eru nýggju netmiðlarnir einki
undantak. Royndi journalisturin
metir nevniliga, at netmiðlarnir hava
gjørt innrás í eini tíð, har teir gomlu
miðlarnir eru undir stórum trýsti,
bæði fíggjarliga og fakliga.
– Tá miðlar, sum grunda sítt
virksemi á journalistikk, vikna, so
hendir eisini tað, at mótvektin til
misinformatión viknar, og ov nógv
tvætl og propaganda sleppur ótarnað
at seyra út í almenna rúmið, har tað
so kann festa í.
Fátækar upp á
fakligar kaloriur
Eitt av eyðkennunum við nýggju
netmiðlunum er, at teir vanliga eru
mannaðir við nøkrum fáum per
sónum, ið ger, at lítil ella eingin
redaktionel viðgerð er av framleidda
tilfarinum. Tað metir Brynhild
Thomsen er ein stórur vansi.
– Vit hava fingið portalar, ið eru
mannaðir við einum ella tveimum
persónum, ið ivaleyst hava nógv
uppá hjartað, men onga fakliga bar
last hava til hetta arbeiðið. Síðurnar
hava kanska nógvar lesarar og nógva
ferðslu, men har er eingin vørulýsing
ella endamálsorðing og eingin
redaktionel leiðsla. Eingin veit, hvat
tey byggja á ella hvat teirra endamál
er.
– Hesir portalarnir eru øgiliga
fátækir upp á fakligar kaloriur.
Innihaldið, ið verður sent út, er ikki
viðgjørt og til tíðir skeivt ella bein
leiðis lygnir, ið vit hava sæð dømi um
seinastu dagarnar. Tað er úrslitið av,
at síðurnar hvørki hava eitt fakligt
grundarlag at standa á ella viljan at
framleiða viðgjørdan, redaktionellan
tekst, men bara oysa út tað, sum nú
eina ferð poppar upp í høvdinum hjá
einum persóni.
Tað er í slíkum støðum, at Brynhild
Thomsen mælir fólki til at vera sera
varin. Tí tað eru slíkar støður, ið geva
gróðrarbotn til haturstalu.
– Slíkar søgur eggja til, at tað allar
ringasta og skitna kemur fram í fólki.
Í hesum førinum hava vit ein minni
lutabólk, ið verður kroystur upp at
einum veggi, útspiltur og stendur
fullkomiliga hjálparleysur yvirfyri
reindyrkaðari haturstalu.
Lygn og einki annað
Royndi journalisturin leggur ikki
fingrarnir ímillum, tá hon finst at
tíðindaflutninginum í sjálvum sær, ið
hon metir er beinleiðis skeivur. Men
tað er eisini ein orsøk til harða tónan,
tí júst skeivur tíðindaflutningur elvir
til, at borgarin setur spurning við
motivini hjá journalistum sum heild.
Tá tapa allir partar.
– Tá tú ikki hevur sannleikan við
tær, ella bara eitt eiti av fakta at byggja
á, tá er tað einasta, ið er eftir, motivið.
Hvat er motivið hjá Dagblaðnum at
skriva sína søgu? Har er einki fakligt
motiv. Tað er tað ikki í hesari søguni,
her er bara lygn og einki annað, sigur
Brynhild Thomsen og leggur afturat.
– Tá mugu vit spyrja um motiv,
og tað harmar meg nógv, tí vit hava
Tá miðlar, sum
grunda sítt virk
semi á journa
listikk, vikna,
so hendir eisini
tað, at mótvektin
til misinforma
tión viknar, og
ov nógv tvætl
og propaganda
sleppur ótarnað
at seyra út í al
menna rúmið,
har tað so kann
festa í«
– Hendan lygisøgan, sum Dagblaðið borðreiddi við, er væl egnað
sum bensin á eitt hatursbál, og tær hatursfullu viðmerkingarnar
fáa gróðrarbotn, tá slíkar greinar verða skrivaðar. Men vit onnur
muga duga at siga frá. Vit kunnu ikki loyva okkum at vera so maklig
og dovin og skúgva hetta til viks, tí tað ikki rakar okkum. Tað sigur
Brynhild Thomsen, journalistur, í kjalarvørrinum av drúgva, og
til tíðir hatska, orðaskiftinum seinastu dagarnar um muslimar
Brynhild Thomsen
Vit noyðast at tala at, tá vit
møta slíkari haturstalu og
fullkomiliga ómotiveraðum
álopum, tí hóast eg og tú ikki
beinleiðis standa fyri skotum,
so skaðar tað okkum øll somul,
sigur Brynhild Thomsen