Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 5 nokk av motivgransking framman­ undan. Tað verður alla tíðina sett spurnartekn við persónligu motivini hjá okkum journalistum. Men tað er so, at meira lortur verður framleiddur, meira motivgransking verður gjørd, og tað er skaðiligt og gongur út yvir alla bransjuna. Vit eru ov dovin Tað er tó ov lætt altíð at leggja ábyrgd­ina yvir á onnur, tá okkurt er, ið ikki hóvar okkum. Tað er Brynhild Thomsen eisini klár yvir, tá hon verð­ur spurd, hvat kann gerast, fyri at hækka um støðið í føroyska fjøl­ miðla­heiminum og orðaskiftinum á netinum. Hon er skjót at vísa á, at brúkarin má tora at tala at, tá man upplivir haturs­talu ella órætt. – Hendan lygisøgan, sum Dagblaðið borðreiddi við, er væl egnað sum bensin á eitt hatursbál, og tær haturs­fullu viðmerkingarnar fáa gróðrar­botn, tá slíkar greinar verða skriv­aðar. Men vit onnur muga duga at siga frá. Vit kunnu ikki loyva okk­ um at vera so maklig og dovin og skúgva hetta til viks, tí tað ikki rakar okkum. – Latið okkum brúka fimm min­ utt­ir at tala at á Facebook, serliga tá tað snýr seg um tvey børn, ið verða løgd und­ir at vilja broyta alla mat­ skipan­ina í Tórshavnar kommunu. Vit noyðast at tala at, tá vit møta slíkari haturs­talu og fullkomiliga ómoti­ver­að­um álopum, tí hóast eg og tú ikki bein­leiðis standa fyri skotum, so skað­ar tað okkum øll somul,  sigur Brynhild Thomsen við avgjørdari rødd. Harumframt eftirlýsir hon, at borgarar nýta teir møguleikar teir hava at kæra vánaligan fjølmiðlasið. – Vit hava eina skyldu at brúka tær skipanir, ið vit hava. At klaga, tá okkurt er, ið ikki er rætt. Men av tí at vit ikki gera tað, fær tann eftir­ lits­stovn­ur, Fjølmiðlanevndin, ið er á øk­inum, ikki møguleikan at tala at og krevja, at reglurnar verða hildnar. Um vit ikki brúka teir stovnar, ið skulu halda lóg og landaskil, so fáa vit held­ ur ikki lóg og landaskil. Leiðslurnar hava eina ábyrgd Brynhild Thomsen hevur eisini eina klokkuklára fatan av, at leiðslurnar eiga at tryggja eitt ávíst støði í tíð­ inda­flutninginum. Tær mugu verða klárar yvir, at tær hava eina ábyrgd. – Leiðslurnar, ið eiga síðurnar við ein­táttaðum, persónligum og polit­ iskt motiveraðum tilfari, mugu gera sær greitt, hvørja ábyrgd tær hava. Tað er ov bíligt at skjóta seg inn undir, at man bara er ein netmiðil, bara er ein lítil aktørur móti KVF, ella bara er ein handilslig útvarpsrás, og har við halda, at man ikki nýtist at fylgja fjøl­miðla­etisku leiðreglunum ella at hoyra báðar partar.  Eitt dømi um hetta er sendingin hjá Óla Breckmann á Rás2 á sinni og nú nýggja R7, har nógv dømi eru um, at propa­gandan ikki letur seg órógva av fak­ligu ferðslu­reglunum. Leiðslur­ nar mugu fáast at skilja, at fakligu ferðslu­reglurnar eru gjørdar fyri at halda skil á galskapinum.  Hon vísir eisini á, at einki er til hind­urs fyri, at ein netsíða, ið hevur ein politiskan lit ella er málgagn fyri ein politiskan flokk, kann halda seg inn­an fyri etisku mørkini. – Óansæð hvør tað er, ið stend­ur fyri Dagblaðnum, so hevur við­kom­ andi eina ábyrgd av tí, sum verður varpað út. Fyri tí um viðkomandi hevur ein politiskan boðskap, so er tað eitt minsta­mark, at borðreitt ikki verður við lygnum, sum elva til hatur. Tað er út um alt sømiligt mark, og skomm­in og ábyrgdin er hjá tí, sum trýst­ur á send eins væl og hjá tí, sum varðar av hesum netmiðlinum, sigur Brynhild Thomsen at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO »Slíkar søgur eggja til, at tað allar ringasta og skitna kemur fram í fólki. Í hesum førinum hava vit ein minnilutabólk, ið verður kroystur upp at einum veggi, útspiltur og stendur fullkomiliga hjálparleysur yvirfyri rein­ dyrkaðari haturstalu« Brynhild Thomsen MYND: ÁLVUR HARALDSEN Vikuskiftis-Sosialurin hev­ur roynt at fingið eina við­merk­ing frá Dagblaðnum um tíðinda­flutn­ ingin í samband við søguna um muslimar og barnagarðar. Á FO-umsitingini stendur, at tað er Bogi Andreasen, ið eigur og er umsitari av heimasíðuni dagbladid.fo. Við Vikuskiftis- Sosialin sigur Bogi Andreasen tó, at hann einki hevur við heima­ síðuna at gera. Á heimasíðuni hjá Dagblaðnum verður upplýst, at menninir hand­ an Dagblaðið eru Jóhan Bech Húsgarð og Rói B. Poulsen, men held­ur ikki teir hava eina við­merk­ ing til søguna. Dagblaðið onga viðmerking Brynhild Thomsen