hósdagur 14. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
6
TÁ FØROYINGAR SÓU
TRØLL Á ALLJÓSUM DEGI
Í døgunum 8. til 12. januar kjakaðust fleiri føroyingar um trupulleikan við, at muslimar
royndu at kroysta teirra matsið yvir høvdið á føroyska børnum. Tað vísti seg tó seinni,
at søgan í stóran mun var tann reini uppspuni, men tá høvdu fleiri føroyingar í dagavís
lagt navn og mynd til rasistiskar og hatursfullar viðmerkingar um muslimar
HALLUR AV RANA
V
ikuskiftis-Sosialurin hev
ur hugt at hvussu søgan
mentist á sosialum miðl
um og netinum.
Fríggjadagin 8. januar
Stutt eftir klokkan fimm seinnapartin
leggur Vágaportalurin út eina grein.
Talan er um eina stutta viðmerking
frá borgarstjóranum í Tórshavnar
kommunu, Heðini Mortensen, um
leysasøgurnar, at muslimskar fam
iljur eru ónøgdar við matin á barna
gørðunum í kommununi. Orsøkin er,
at muslimar ikki kunnu eta allan mat,
ið føroyingar eta.
Borgarstjórin váttar partvís leysa
søgunum.
– Vit merkja at ynskir eru frá
muslimskum foreldrum um at fáa
annan mat á stovnunum til børnini,
men hetta er ikki nakar trupulleiki,
sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
í Havn, í stuttari viðmerking við VP.
Hóast borgarstjórin vísir á, at
ongar broytingar eru gjørdar, men at
umtalaðu foreldrini geva børnunum
sín egna mat við, so vakir greinin ans
á sosialum miðlum, og eitt langt orða
skifti byrjar.
Í skrivandi løtu er greinin deild
261 ferðirnar á Facebook, meðan 44
høvuðsviðmerkingar eru gjørdar
undir greinini.
Millum mongu viðmerkingarnar
eru orðingar sum:
»So byrjar tramansskapurin eisini í
Føroyum.«
»Teir byrja at gera seg inná mat
mentanina. Um teir vilja at børnini
skulu eta kebab, so skulu teir flyta
av hundunum til aftur til banan
irnar og kamelarnar í oyðimørk
unum.«
»Fuck hasi dýrini, um tey eru ónøgd
so kanna tey bara skrubba av H
til!!!!!«
»Tað næsta verður at konufólk skulu
svimja í seingjarklæðum, og steinast
til deyðis tá tær verða neyðtiknar.
Vil man loyva halal mat í FO so
stuðlar man beinleiðis terrorismu
t.d. al Qaeda og eg haldi eisini ISIS.«
Leygardagin 9. januar
Vágaportalurin ger eina spurna
kanning á teirra heimasíðu, har
spurningurin er:
Skulu vit rætta okkum eftir siði
hjá øðrum?
Seks prosent svara ja, tvey prosent
at tað ger teimum tað sama, meðan
heili 92 prosent siga ikki talan um.
Mánadagin 11. januar
Nýggi netmiðilin Dagblaðið blandar
seg nú í málið, og við yvirskriftini:
»Muslimar
broyta
matin
á
barnagørðum«, verður bensin helt
á bálið.
Dagblaðið leggur beinleiðis mus
limsk foreldur undir at vilja broyta
matin á barnagørðum, og inngang
urin á greinini leggur beinanvegin
tónan fyri restina.
– Muslimar fáa meira og meira
vald, eisini í Føroyum. Seinasta er, at
muslimar nú leggja barnagørðunum
í Havn í lag, at broyta matin, so hann
er »muslimskur«.
Sambært Dagblaðnum, so hevur
borgarstjórin váttað, at summir
barnagarðar hava lagt matin
um.
Greinin verður dúgliga deild
á sosialum miðlum og eitt hópa
tal av viðmerkingum eru undir
greinini og á teirra faceook-
síðu.
»Eisini í Føroyum. Hatta fólkaslagið
skal halda seg heima og ikki royna
at broyta alla verðina til at passa
teimum.«
»Soleiðis er at innflyta hatta
pakkið úr Miðeystri.«
»Men so er tað bara ein
bólkur av svínum, ið koma
frá sandkassalondunum
runt um Miðeystur. Tey hava
eina trúgv, ið ikki er tespilig
fyri onnur, og so slett ikki
fyri børn. Haldi kommunan skuldi
og koyrt hasa familjuna til hús.
Haldi eisini at landi skuldi forbjóða
koranini her á landi. Hon er ein
svínsk bók, har hon inniheldur alt
um tann kendasta pedofila mannin,
ið hevur traðkað á hesa jørð. Haldi
eisini, at handan familjan skuldi
verið meldað til Barnaverndina. Tí
normalan uppvøkstur kann handan
familjan neyvan geva einum barni.«
Týsdagin 12. januar
Borgarstjórin, Heðin Mortensen,
tekur endiliga til orðanna í einum
lesarabrævi sent til fjølmiðlarnar,
har hann kveistrar allar leysasøgur
til viks og staðfestir, at eingi krøv
eru sett til matin á dagstovunum frá
muslimskum foreldrum.
– Søgur hava tikið seg upp, hvørt
dagstovnar í Tórshavnar kommunu
eru farnir at geva børnunum mat,
sum er tillagaður ávísari religøsari
trúgv, skrivar borgarstjórin og leggur
afturat.
– Lat tað verða sligið fast, at so
er ikki, og eingin orsøk er til skapa
tvídrátt um hetta, sum eisini er
fremmant í mun til ta visjón, ið
býráðið hevur samtykt
Sostatt vórðu leysasøgurnar, ið
løgdu gróðrarbotn til hatursfullar
viðmerkingar um muslimar og ótta
millum føroyingar, væl og virðiliga
afturvístar.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
FJØLMIÐLASIÐUR