hósdagur 14. januar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
7
Góður
fjølmiðlasiður
Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið
Vit prenta her leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, ið er grundarlagið undir øllum føroyskum fjølmiðlum. Tað er Fjølmiðlanevndin, ið staðfesti leiðreglurnar
um góðan fjølmiðlasið 14. mai 2015. Tær eru góðar fyri okkum øll at hava í huga, tá vit skulu meta um trúvirði á føroyskum fjølmiðlum.
Tað áliggur øllum, ið starvast í føroyska
fjølmiðlaheiminum at vita, hvat er góður
fjølmiðlasiður og at halda hendan sið.
Fjølmiðlafólk eiga at leggja seg eftir at
starva eftir fremsta yrkiskunnleika.
Hesin fjølmiðlasiður er støðið undir teimum
fyrisettu málunum, sum eru bæði at verja
rættin hjá einstaklinginum og rættin hjá
fjøldini at verða kunnað. Hesin siður er
hornasteinurin, sum fjølmiðlafólk binda seg
til at virða.
Hesin siður eigur at verða virdur ikki einans
sambært orðing síni, men í samljóði við
endamál sítt. Hann eigur ikki at verða lagdur
út ella tulkaður strangliga fyri at kunna
seta til viks aðalmálið at verja einstaklingin,
men tó heldur ikki so víðfevnt, at tað
skerjir rættin hjá fjølmiðlum óneyðuga til
talu-, skrivi- og kunningarfrælsi ella forðar
kunning, sum hevur almennan áhuga.
1. Fjølmiðlarnir í samfelagnum
1.1 Talu-, skrivi- og kunningarfrælsi eru
týdningarmiklir grundarsteinar í einum
fólkaræði, og fyri at tryggja hetta frælsi
krevst, at fjølmiðlar eru óheftir.
1.2 Fjølmiðlar eiga at bera tíðindi, upplýsa,
kunna, íbirta orðaskifti og at viðgera
samfelagslig mál kritiskt. Fjølmiðlar hava
tí serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi
sjónarmið verða lýst.
1.3 Fjølmiðlar skulu verja talu-, skrivi- og
kunningarfrælsið. Fjølmiðlar eiga tí ikki at
lata óviðkomandi áhugamál forða frælsari
kunning, frælsari atgongd at heimildum ella
forða orðaskifti um samfelagslig mál ella
viðurskifti.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja einstaklingar
og bólkar fyri órætti frá almennum
myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella
øðrum felagsskapum.
1.5 Fjølmiðlar hava rætt og skyldu at
kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og
at avdúka ivasom viðurskifti.
2. Integritetur og ábyrgd
2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og
tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja
integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann
uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum,
sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum
orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka
innihaldið.
2.2 Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær
uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar
bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat
endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey
eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann
sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa
um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí
einstaka fjølmiðlafólkinum.
2.3 Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína
støðu til egnan fyrimun.
2.4 Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan
uppgávum, sum stríða ímóti teirra
samvitsku ella sannføring, ella sum stríða
ímóti góðum fjølmiðlasiði.
2.5 Greiður skilnaður eigur at vera millum
lýsingartilfar og kunningartilfar annars.
2.6 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at
geva umrøðu aftur fyri lýsingar. Tað, ið
kunnað verður um, skal vera úrslit av eini
meting av kunningarvirðinum. Tað eigur at
verða gjørdur skilnaður millum tíðindi og
handilsliga kunning, eisini tá ið tað snýr seg
um leinki og aðrar tilvísingar.
2.7 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at lata
stuðlar ávirka virksemið, innihaldið ella
útsjóndina á einum fjølmiðli.
3. Atferð hjá fjølmiðlafólki
og viðurskiftini millum
miðlar og heimildir
3.1 Tað eigur at vera upplýst, hvør
heimildin er, um ikki fyrilit fyri heimildini ella
fyrilitið fyri triðjaparti krevur annað.
3.2 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera
vandin í valinum av heimildum, og at
eftirkanna, at upplýsingar frá heimildum
eru rættar. Eisini er tað góður fjølmiðlasiður
at stremba eftir fjølbroytni í valinum av
heimildum. Heimildarvandnið herðist, um
dulnevndar heimildir verða nýttar, ella um
ein heimild gevur fjølmiðli einkarætt.
3.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at halda
avráddar fortreytir fyri samrøðum og øðrum
tíðindum.
3.4 Fjølmiðlarnir eiga at verja heimildirnar.
Hetta er ein fyritreyt fyri, at fjølmiðlarnir
kunnu inna teirra samfelagsábyrgd og
tryggja atgongdina at týðandi upplýsingum.
3.5 Fjølmiðlafólk skulu ikki upplýsa navn
á heimild, sum hevur latið upplýsingar í
trúnaði, uttan so at greið avtala framman
undan er gjørd við viðkomandi framman
undan um hetta.
3.6 Tilfar, ið ikki er almannakunngjørt, eigur
sum meginregla ikki at latast óviðkomandi.
3.7 Brot úr samrøðum eigur at endurspegla
áskoðanina hjá viðkomandi í samrøðuni.
Endurgeving eigur einans at verða broytt
í tann mun, tað snýr seg um rætting av
ítøkiligum skeivleikum. Bert tann sum hevur
ábyrgd av ritstjórnini kann ávirka ritstjórn og
framløgu av tilfari.
3.8 Tað er góður fjølmiðlasiður at vera
høviskur. Fjølmiðlafólk eiga at vera sera
varin, um fólk ikki sjálvi eru før fyri at
meta um fylgjurnar av tí, tey siga. Hugsast
skal um, at fólk við skelki ella í sorg eru
meira viðkvom enn onnur, og at kenslur,
ókunnleiki ella vantandi metingarevni skulu
ikki misnýtast.
3.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at nýta
fjalt upptøkutól ella mikrofon, ósannan
samleika o.tíl. uttan í heilt serligum førum,
tá ið eingir aðrir møguleikar eru at avdúka
viðurskifti, ið hava stóran samfelagsligan
týdning.
4. Reglur fyri almannakunngerð
4.1 Tað er góður fjølmiðlasiður, at innihald
og framløgu eru saklig og umhugsað.
4.2 Eingin ivi skal vera um, hvat eru
ítøkiligar upplýsingar og hvat eru við
merkingar.
4.3 Tað er góður fjølmiðlasiður at sýna
virðing fyri serkennum, samleika, privatlívi,
uppruna, tjóðskapi og lívsáskoðan. Tað er
ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram per
sónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru
avgerandi neyðug fyri at lýsa málið.
4.4 Yvirskriftir og ávísingar skulu samsvara
við innihaldið í tilfarinum. Tað er góður fjøl
miðlasiður at vísa á heimildina, tá ið upplýs
ingar verða tiknar úr øðrum miðlum.
4.5 Eingin er sekur, fyrrenn hann er dømdur.
Leggið dent á, at skuldarspurningurin er ikki
avgjørdur, fyrr enn endaligur dómur er
sagdur. Tað er góður fjølmiðlasiður at upp
lýsa, at endaligur dómur er sagdur í málum,
sum áður hava verið umtalað í fjølmiðl
inum. Í rættarfrásagnum eiga fjølmiðlafólk
at virða báðar partar. Nøvn skulu einans
nevnast, um tey hava almennan áhuga. Um
onkur av pørtunum áður er revsaður ella
dømdur, eigur hetta ikki at verða tikið fram,
uttan so at tað hevur týdning fyri ítøkiliga
málið.
4.6 Hugsið um tey raktu, teirra avvarðandi
og vitni, tá ið vanlukkur og brotsmál verða
umrødd. Deyð ella horvin fólk eiga ikki at
verða nevnd við navni ella á annan hátt
kunna kennast aftur uttan so, at tey, ið
varða av, frammanundan eru kunnað. Havið
fyrilit fyri fólki í sorg ella sálarligari kreppu.
4.7 Nøvn, myndir og onnur persónseyðkenni
eiga at nýtast við varsemi í umrøðu av
málum um ákæru- ella revsiverd viðurskifti.
Serstakt varsemi eigur at sýnast í umrøðu
av málum tíðliga í kanningargongdini, í
málum við ungum lógbrótarum, og í málum,
har eyðmerkjandi umrøða kann gerast
órímiliga tyngjandi hjá triðjaparti. Bert
átrokandi almennur tørvur á upplýsingum
rættvísger eyðmerking í slíkum førum.
4.8 Verða børn umrødd, er tað góður
fjølmiðlasiður at hava fyrilit fyri, hvørjar
avleiðingar fjølmiðlaumrøðan kann fáa
fyri barnið, sjálvt um foreldur ella verjar
hjá barninum hava givið loyvi til umrøðu.
Í familjumálum, barnaverndarmálum og
rættarmálum er meginreglan, at samleikin
hjá børnum ikki verður avdúkaður.
4.9 Tað er ikki góður fjølmiðlasiður at
umrøða sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir.
4.10 Vísið varsemi, tá ið myndir verða nýttar
í øðrum samanhangi, enn tær vóru ætlaðar
til.
4.11 Myndir, ið verða nýttar sum skjalprógv,
mugu ikki broytast soleiðis, at tær geva
eina skeiva fatan. Tilgjørdar myndir kunnu
bert góðtakast sum myndprýði, um tað er
tilskilað, at myndirnar eru tilgjørdar.
4.12 Skeivar upplýsingar eiga at verða
rættaðar skjótast gjørligt.
4.13 Persónar, ið verða ákærdir, eiga, um
tað á nakran hátt ber til, at sleppa at svara
aftur samstundis, tá ið tað snýr seg um
ítøkiligar upplýsingar. Orðaskifti, atfinningar
og tíðindaflutningur eiga ikki at verða
forðað av, at partar ikki vilja bera fram
hugsan sína ella luttaka í orðaskifti.
4.14 Tey, ið standa fyri skotum, eiga
skjótast til ber at sleppa at svara, um ikki
álop og atfinningar eru partur av einum
framhaldandi orðaskifti. Svarið eigur at vera
hóskandi í vavi, hava eitt sømiligt snið og
snúgva seg um viðkomandi mál. Umbøn um
at sleppa at svara aftur kann sýtast parti
í máli, um hann upprunaliga uttan sakliga
grund hevur borið seg undan at svara
samstundis í sama máli.
4.15 Verið varin við at gera leinki frá
talgildum útgávum til tilfar, ið ikki er í
samsvari við góðan fjølmiðlasið. Leinki
til aðrar miðlar ella útgávur eiga at hava
týðiligt frámerki. Tað er góður fjølmiðlasiður
at kunna brúkarar av samvirkandi tænastum
um, hvussu tænastuveitarin skrásetur
nýtsluna av tænastuni og sjálvur kann fáa
gagn av hesi nýtslu.
4.17. Tá ið ein ritstjórn avger ikki at
ritstjórna frammanundan í talgildum
orðaskifti (t.d. á kjaksíðum á alnetinum),
eigur hetta at vera týðiligt hjá øllum, ið
hava atgongd at kjakstaðnum. Ritstjórnin
skal skjótast til ber strika tilfar, ið ikki er í
samsvari við góðan fjølmiðlasið.
Fjølmiðlanevndin
DAGFEST 14. MAI 2008