Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 8 POLITIKKUR Sæð á Facebook: »Nýggjárslyfti: Ætli at tapa meg. Eri so smátt byrjaður við at blaka burt tankar, ið tyngja meg« Borgarstjórin í Klaksvík noktar fyri at lata Sea Shepherd avgera, hvørjar vinarbýir Klaksvík hevur B orgarstjórin í Klaksvík noktar fyri at lata Sea Shepherd avgera, hvørjar vinarbýir Klaksvík hevur Norðurskotski býurin Wick hevur verið vinarbýur við Klaksvík síðani áttatiárini, men nú er hetta samband í vanda fyri at verða strikað. Orsøkin er, at ráðslimurin fyri Wick, Gail Ross, mælir til at slíka vinarsambandið við Klaksvík, tí í Klaksvík drepa tey grind. Mikukvøldið var fund­ ur i skotska fylkin­um Caithness, har málið var til við­gerðar. Eingin av­gerð varð tó tikin á fundinum í gjár, og tvørturímóti talaði ráðslimurin fyri Thurso, Roger Saxon, at ætlanini um at enda vinarbýarsamstarvið og segði, at "tú setir ikki tínum egnu vinum eitt ultimatum". Jógvan Skorheim, borgar­ stjóri í Klaksvíkar kommunu, hevur tikið stig til, at skotar verða kunnaðir nærri um grindadrápið, áðrenn teir taka endaliga avgerð. Hann heldur, at í løtuni eru tað bert upplýsingar frá Sea Shepherd sum liggja til grund fyri viðgerðini, og tað skal ikki verða Sea Shepherd, sum avger hvørji vinarsambond Klaksvík hevur. Flogfeløgin Ryanair og easyJet fóru í fjør undir næstan 200 nýggjar farleiðir T íðirnar í flogvinnuni eru betri nú, enn tær onkuntíð hava verið. Oljuprísurin er í botni, og millum annað tað bøtir munandi um raksturin hjá flogfeløgunum kring heimin. Lágprísflogfeløgini, sum sóu dagsins ljós fyri umleið 20 árum síðani, hava veruliga havt undanvind, og tey standa seg framvegis sera væl í kappingini. Sambært felagsskapinum Airline Network News and Analysis fóru 359 flogfeløg undir 3.100 nýggjar farleiðir í 173 londum í fjør. Av hesum farleiðum vóru 1.760 farleiðir heilt nýggjar. Europeisku lágprísflogfeløgini Ryanair og easyJet eru tey, sum vaksa skjótast í løtuni. Bæði flogfeløgini lótu í 2015 upp 99 nýggjar farleiðir, og Ryanair fór í fjør um eitt serligt mark, tí flogfelagið hevði meira enn hundrað milliónir ferðafólk umborð á sínum flogførum. easyJet flutti slakar 70 milliónir fólk í fjør. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-8 m/s 5-10 m/s 3-10 m/s 5-10 m/s Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaælið og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin og verður fleyr til gul av eystri og landnyrðingi, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig. Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein landnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, stundum klárt og yvirhøvur turt og hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Mánadagin Fleyr til gul av landnyrðingi, sum snarar í ein sunnan, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig. Lot til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 10 m/s. Turt og møguliga sól og hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig. Um náttina skýggjað, men allarhelst yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, í støðum tó frost. 2-5 m/s Vikan ið fór (dj.) slag av svørtum tannhvali (heldur til í stórum flokkum t.d. kring Føroyar) (Globicephala melaena) Í vikuni varð nýggjur dokumentarfilmur um grindahvalin frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Samstundis mæltu tey, ið eru ímóti grindadrápi, til, at heldur enn at drepa grindahvalin, eiga føroyingar at skipa fyri hvalaferðavinnu, har ferðafólk kunnu koma til Føroya at eygleiða grindahvalir. Dagin eftir frumsýningin boðar Sea Shepherd felagsskapurin frá, at tey koma ikki til Føroya í summar – hvørki við skipum ella fólki. Enski poppsangarin David Bowie doyr av krabbameini 69 ára gamal. Felagsskapurin Sea Shepherd boðar frá, at tey hvørki senda skip ella fólk til Føroyar í 2016. Nýggjur dokumentarfilmur um grindahvalin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Fýra verkætlanir innan yrkisleiklits fáa tilsamans 450.000 krónur í stuðli frá Mentamálaráðnum. Nýggjur sáttmála tryggjar námsfrøðingum 4,15 prosent í lønarhækking. 76 ára gamal maður fær 3.000 krónur í bót, tí fólk sóu hann hava samlegu við tveir hundar. Altjóða íleggjarar seta 170 milliónir krónur í fyritøkuna Vivino, sum Heini Zachariasen er stjóri fyri. Nýggja uppgerð vísir, at í 2015 vóru lønargjaldingarnar yvir tvær milliardir. Og tað er fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar í einum ársfjórðingi eru yvir tvær milliardir. »Grindahvalur« Sea Shepherd skal ikki avgera vinarbond Lágprísfeløgini vaksa skjótast MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fleiri løntakarar vóru í Føroyum í 2015, enn tað vóru í 2014 673 Til lukku til listina! Fríggjadagin 15. januar verða Mentanarvirðislønir Landsins handaðar. Alt er ikki mentan, men mentan er alt. Tað, sum bindur okkum saman, lýsir okkara samfelag, er okkara felags tilvitska. Tað, sum ger okkum føroysk. Visti tú? Í 2015 vórðu útgoldnar 8.024 milliónir kr. í lønum, og var hetta 475 milliónir meira enn í 2014. Ryanair og easyJet vaksa við rúkandi ferð Jógvan Skorheim vil kunna skotar um grindadráp