hósdagur 14. januar 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
10
TEMA
Eldrarøkt
Tey gloymdu,
goymdu eldri?
Í januar í fjør skrivaði Viku
skiftis Sosialurin eitt stórt
tema um eldraøkið, har millum
annað víst varð á, at okkara
gomlu keða seg í hel, tí ov fá
starvsfólk eru um tey gomlu á
ellisheimunum.
Men hvussu er støðan í
dag? Ført var fram av ymiskum
politikarum, at eitt av enda
málunum við at flyta eldraøkið
út til kommunurnar var at fáa
frástøðuna millum borgarar
og myndugleikarnar á eldra
økinum minni. Haraftrat varð
ført fram, at kommunurnar
hava størri innlit í hvør tørv
urin er í teirra øki, og tískil
skuldi vera lættari at nøkta
tørvin hjá okkara eldri borgar
um.
Miðlahúsið er nú aftur farið
at kannað, hvussu støðan á
eldraøkinum er.
Komandi vikurnar fara vit
at varpa ljós á ymisku økini
innan eldrarøkt. Vit leggja fyri
við at varpa ljós á ellisheim. Í
temasíðunum hesaferð er ein
longri reportaga frá Boðanes
heiminum, har roynt verður
at lýsa, hvussu ein dagur er á
einum ellisheimið. Haraftrat er
samrøða við Katrin í Gongini,
sum er dóttur til ein av
búfólkunum á Boðanesheim
inum. Støðan er blivin betri,
síðani nýggjur leiðari varð
settur í Traðarlon á Boðanes
heiminum, men tíð er fram
vegis ikki til tað nærveru, sum
okkara gomlu hava tørv á.
Vit varpa eisini ljós á,
hvussu Magnus Rasmussen,
nú fyrrverandi borgarstjóri
í Runavíkar Kommunu, sær
trupulleikarnar á eldraøkinum,
og hvørjar forðingar hava verið,
síðani eldraøkið varð lagt út til
kommunurnar at umsita.
Komandi vikurnar fara
okkara miðlar – Sosialurin og
in.fo – at varpa ljós á eldraøkið.
Í Sosialinum komandi mána
dag kanst tú millum annað
lesa um royndirnar hjá einum
starvfólki í ellisheimi í Havn,
sum heldur tað vera ómetaliga
hart at síggja okkara elstu
borgarar sita og stara út í
tóman heim megin partin av
degnum, tí stundir eru ikki til
at vera um tey.
In.fo varpar eisini ljós á
evnið, og um vikuskiftið fara
vit at lýsa enn fleiri vinklar av
lívinum á einum ellisheimið
umvegis videobrot, greinar
og myndarøðir. Í Vikuskiftis
Sosialinum í næstu viku fara
vit undir heimastænastuna í
síni heild.
Góðan lesihug.
Tað er nú eitt ár síðani, at kommunurnar yvir
tóku eldraøkið frá landsmyndugleikunum
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
ÁRNI GREGERSEN
Ó
semja hevur tikið seg upp
um, hvussu stóran part
av samlaðu heimarøktini,
kommunurnar eiga at
átaka sær.
Í sambandi við, at tað nú er meira
enn eitt ár farið, síðani kommunurnar
yvirtóku eldrarøktina, stinga fleiri
ósemjur seg upp, sum allar hava botn
í, hvør eigur at taka sær av heimarøkt
ini í kommununum.
Ikki bert av pensjonistum, men av
heimarøktini sum heild.
Sjált um lógin, sum eldrarøktin
er løgd til kommunurnar eftir, greitt
sigur, at kommunurnar eisini yvir
taka heimarøktina, so eru marka
mótini so illa greinað, at vit longu
nú í fleiri førum hava sæð ósemjur,
sum í seinasta enda eru gingnar út
yvir borgaran.
– Men tað er greitt í lógini, at
kommunurnar ikki bert yvirtóku
eldrarøktina, men eisini heimarøkt
ina, sigur Magnus Rasmussen, fyrr
verandi borgarstjóri í Runavíkar
kommunu.
Útmeldingarnar í seianstuni hava
víst, at tey markamót, sum ikki eru
nágreinaði, longu hava skapt trupul
leikar og nakað av ósemju um, hvør
tað er, sum skal veita heimarøkt til
fólk, sum eru yngri enn 67 ár.
Sjálv eldrarøktin virkar nøkulunda
eftir saman leisti, sum áðrenn sam
starvsøkini hjá kommununum yvir
tóku eldrarøktina.
Í flestu førum er tað soleiðis, at
kommunurnar hava gjørt sínamillum
avtalur og veita somu tænastu til
eldru borgararnar, sum landið gjørdi
áðrenn yvirtøkan fór fram.
Markamótini
Trupulleikarnir taka seg upp á økjum
har tað snýr seg um heimatænastu
til borgarar – serliga tey undir 67 ár.
Í viðmerkingum til lógina verður
sagt:
Vanliga fatanin av hugtøkunum
»heimatænasta og eldrarøkt« er,
at talan er um røkt, heimahjálp og
búpláss á røktarheimi ella eldrasam
býli, sum verður veitt eldri fólki, t.v.s.
borgarum, sum eru 67 ár og eldri.
ÓGREITT
MARKAMÓT
GEVUR
TRUPULLEIKAR
Kommunurnar hava ikki bert yvirtikið
eldraøkið, men eisini alla heimarøktina
Heimatænastan
Tað sær bara
út til, at tað eru
summi, sum ikki
hava skilt, at
hendan tænastan
eisini er ein
partur av tí, sum
kommunurnar
hava yvirtikið«
Sirið Stenberg
Sirið Stenberg
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
GOMUL
GLOYMD
GOYMD