Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 11 Henda fatan samsvarar ikki við galdandi lóggávu og praksis á økinum. Í Føroyum er ikki greiður skiln­ aður millum aldursbólk og røktar­ tæn­astur, eins og tá talan er um t.d. spurn­inginum um fólkapensjón. Flestu sosialu tænasturnar í Føroyum eru ikki skipaðar eftir aldr­inum á borgaranum, men eftir tørv­inum. Tað vil siga, at t.d. eldri fólk við skerd­um fysiskum og sálarligum førleika hava ein serligan tørv, sum í dag verður nøktaður á bú­stovn­um og sambýlum undir Trivnaðar­tæn­ astuni og deildini fyri sinnis­veik og við stuðulshjálp frá Stuðuls­fólka­ skipanini fyri vaksin. Somuleiðis eru brúkarar undir 67 ár, sum fáa tænastu frá Heima­ tænast­uni, eitt nú borgarar sum liggja heima á eftirbata eftir sjúkuviðgerð á sjúkra­húsinum. Eisini er eitt ávíst samarbeiði mill­um Heimarøktina og Stuðuls­ fólka­skipanina fyri vaksin, sum veitir heimabúgvandi fólkum við um­ fatandi sálarligum ella likamligum trupul­leikum hjálp. Í viðmerkingunum til lógina verður staðfest: »Tað verður sostatt ikki aldurin 67 ár og eldri, sum verður avgerandi fyri, um tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at veita og rinda fyri tænastuna. Kommunurnar umsita fult og heilt Heimatænastuna og eldrarøktina, uttan mun til aldur, meðan landið varðveitir ábyrgdina fyri øðrum tæn­ astum á almannaøkinum.« Fíggingin Ein avtala er gjørd um fígging millum landið og kommunurnar. Hendan fíggingin byggir á, hvussu nógvir borgarar yvir 67 ár búgva í kommununum, men fígg­ingin um­ fatar samstundis heima­tæn­astuna annars. – Tað sær bara út til, at tað eru summi, sum ikki hava skilt, at hendan tænastan eisini er ein aprtur av tí, sum kommunurnar hava yvirtikið, sigur Sirið Stenberg, núverandi lands­stýriskvinna við heilsumálum, sum sat í trivnaðarnevndini hjá Løg­ ting­inum, tá ið málið var lagt út til komm­unurnar. Eitt serligt fyribrgdi viðvíkjandi fígg­ingini er, at hon grundleggjandi kemur frá forskattingini av pen­sjón­ um og so eisini av skattainntøkuni, sum kemur frá sjófólki, sum sigla und­ir DIS og øðrum líknandi skip­ anum. Kommunurnar hava nú umsitið eldraøkið í eitt ár, og í tí sambandi fer Miðlahúsið at varpa ljós á støðuna á eldraøkinum. Vit leggja fyri í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð, við at reportagu frá Boðanesheiminum, samrøðu við avvarðandi hjá búfólki har, og samrøðu við Sirið Stenberg og Magnus Rasmussen um forðingar og avbjóðingar. Sí meira á in.fo um vikuskiftið og í komandi útgávum av Sosialinum. Men tað er greitt í lógini, at kommunurnar ikki bert yvirtóku eldrarøktina, men eisini heima­ røktina« Magnus Rasmussen Borgarar sum fáa heimahjálp Talið av borgarum, sum fáa heimahjálp, er skiftandi. Sambært støðu­ lýsing frá Almannaverkinum frá viku 43 í 2013, varð talið av borgarum, sum fáa heimahjálp, soleiðis býtt á tey 6 økini. Av hesum 404 borgarum, sum fáa heimahjálp, eru 251 kvinnur og 152 menn. Tilsamans fingu 404 fólk heimahjálp í viku 43 í 2013. Meðalaldurin á teimum, sum fáa heimahjálp er 81 ár. Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu MYND: ÁRNI GREGERSEN MODELLMYND