Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 12 TEMA Eldrarøkt BARBARA HOLM 11.00 Tað er mánamorgun, og yvir við Strond er illfýsið og kalt. Storm­ávar­ ing er fyri Føroyar, og fleiri skúlar hava avlýst undirvísingina, tí veðrið er ikki til at flyta smábørn hendan og handan vegin. Snotiligu umstøðurnar kring veld­uga bygningin bera boð um, at karm­arnir eru í ordan. Í hómingini av dagsljósi siti eg í bilinum nakað frá inn­gongdini og hugsi um teir for­dómar, eg havi um hetta stað. Ein spenn­andi dagur fyri framman, har inn­lit vónandi kann fáast í, hvussu okkara eldru liva sínar sein­astu dagar her á foldum, í tí vit kalla »ellis­heimi«. Vit hava øll hoyrt ræðu­søgur­nar um, hvussu okkara eldri vera við­farin, hvussu tey liggja í skitn­um blæum í fleiri tímar, ella fáa vánaligan kost. Nú er eitt ár síðani, at komm­unur­ nar yvirtóku eldraøkið frá lands­ myndugleikunum, og tí er Miðla­ húsið farið undir at kanna, hvussu gerandis­dagurin hjá okkara gomlu í veru­leikanum er, og hvussu eldraøkið riggar. Vit leggja fyri við at vitja her á Boðanesheiminum ein dag. Boðanes­ heimið er tað nýggjasta heimið í Tórs­havnar Kommunu, so ivaleyst eru karm­arnir teir bestu. Vit valdu hetta stað fyri at sleppa undan at fokusera upp á fysiskar karmar og held­ur varpa ljós á tað menniskjaliga inni­haldið hjá hvørjum einstøkum. Eg samli mær mót og renni yvir til høvuðsinngongdina, har ein kvinna tekur ímóti mær. Boðanesheimið er stórt og í fleiri hæddum, og fyrsta kvinnan, eg hitti, veit ikki, hvar eg skal fara hendan morgunin. Eg greiði frá sum frægast, og seti meg at bíða, með­ an boð verða send eftir starvsfólki frá røttu deildini – Traðarlon. Her er kalt og sjúkrahúskent, hugsi eg, meðan eg siti á designarastólinum í inngondini. Stutt eftir kemur ein sjúkrasystir leypandi oman ígjøgnum trappurnar og biður meg fylgja við. Hetta er fyrstu ferð, at eg vitji á Boðanesheiminum, og tí nýti eg høvi at kaga inn í tey ymisku skotini, tá ið vit eru komnar upp á fyrstu hædd. »Fært tú gingið eitt sindur skjót­ ari? Soleiðis er hjá okkum, vit mugu ganga skjótt fyri at náa alt«, sigur sjúkra­systirin sum nakað av tí fyrsta. »Hon má gera íðan og nógv burt­ urúr«, hugsi eg, tí hasir minuttirnir, tað tekur at ganga úr einari lon til hina á Boðanesheiminum, kunnu neyvan koppa nakrari tíðarætlan. Eg finni tó fram til seinni, at júst hasin setningurin lýsir gerandisdagin á Boðanesheiminum. Fyrst gongur leiðin inn á skriv­ stov­una hjá starvsfólkunum í tí, tey kalla deild 1 á Traðarlon. Tey á deild 1 eru verri fyri enn tey á deild 2. Ikki tí tað er hvør sín deild, men soleiðis verður tað kallað. »Hvussu sær morgunin hjá tær so út«, spyrji eg sjúkrasystrina, sum ikki hevur verið leingi í starvi. »Ja, í morgun er nógv at gera. Búfólkini skulu undir brús í dag. Tað eru tey einaferð um vikuna. Og so skulu vit hava tey upp, hóast mong teirra ikki orka«, greiður hon frá. »Undir brús einaferð um vikuna?« spyrji eg, og haldi tað er íðan ov lítið. »Ja, vit hava ikki tíð til meir«, sigur sjúkra­systurin, men leggur doyðin á, at tá ið tørvur er á tí, so verða tey gomlu vaskað. Eftir eina stutta introduktión frá sjúkrasystrini gongur leiðin runt Traðar­lon á Boðanesheiminum. Einsa­møll og í leitanini eftir innliti í, hvussu lívið her er. Ein dagur á Boðanesheiminum Fært tú gingið eitt sindur skjótari? Soleiðis er hjá okkum, vit mugu ganga skjótt fyri at náa alt« Sjúkrasystir TEY GOYMDU GLOYMDU GOMLU? »Eg hugsi mangan um hetta við virðingini. Mamma mín er biðin um at pissa í blæu, tí tað er nógv skjótari enn at hjálpa henni á ves aðruhvørja løtu. Tað kennist niðrandi«, greiðir avvarð­ andi hjá einum av búfólkunum á Boðanesheiminum frá Framhald á næstu síðu Gertrud situr á sínum kamarið á Boðanesheiminum – Í morgun er nógv at gera. Búfólkini skulu undir brús í dag. Tað eru tey einaferð um vikuna. Og so skulu vit hava tey upp, hóast mong teirra ikki orka, sigur eitt av starvsfólkunum á skrivstovuni MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN