Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 14 TEMA Eldrarøkt 11.45 Eg spáki mær ein túr frá skrivstovuni og víðari til tað tey kalla »seturstova«. Tey hava tvær seturstovur á Traðarlon, og tað er her búfólkini eta, hyggja eftir sjónvarpi og annars savn­ast til eitt hvørt. Hesa løtu sita tey øll í seturstovuni. Tey skulu hava døgurða um eitt bil. Fiskaflak stendur á menu’ini í dag, og er døgurðin eins og allar aðrar máltíðir, tilgjørdur í køk­inum á stovuhædd. Tey fáa góðan mat, eingin ivi um tað. Løtu seinni fara tey hvør til sítt. Flestu búfólkini fara á sítt kamar, meðan onnur hyggja eftir sjónvarpið í seturstovunum. »Tey blíva ofta móð aftan á døgurða« greiðir ein av fittu dam­ unum mær frá, eftir at hon er liðug at mata eitt av gomu búfólkunum. Mong her hava tørv á hjálp til at eta og so at siga alt annað í gerandisdegnum. Kvinnurnar í hesari seturstovuni venda tankunum aftur til hendan sama morgunin – áðrenn eg kom á heimið. »Tað var ein harður morgun. Spell tú ikki vart her at síggja tað«, sigur eitt av starvsfólkunum. Í morgun var blóðroynd tikin av ein­um av búfólkunum. Illa stóð til, vísti tólið á heiminum, og tørvur var á heilivági beinan vegin. So trýrt tú sjálvandi, at starvsfólkini bert ringja til ein lækna og fáa resept beinan­ vegin, og síðani heilivágin koyrdan á staðið. Nei, tey skulu ringja til teir ymisku kommunulæknarnar – júst sum vit onnur. »Eg náddi akkurát at fáa fatur á læknanum, áðrenn viðtalutíðin endaði. Annars hevði eg verið noydd at gjørt okkurt alternativt. Farið frá arbeiði til læknan ella ringt til tey avvarðandi og fingið tey at farið eftir heilivági. Hesi fólkini eru so veik, tey tola ikki at bíða eftir pensilini, um teimum tørvar tað«, greiðir ein av kvinn­unum frá. Eg spáki mær ein túr eftir gongini, sum hóast ongan lækna mest av øll­ um minnir um eitt sjúkrahús. Stórar gongdir við breiðum hurðum og listarligum málningum, sum allir líkjast. Vist er ikki hvør hevur gjørt málningarnar, tí einki navn stendur á. Eg kann ikki lata vera við at hugsa, at hesir líkjast mest av øllum Ikea máln­ ingum, sum tey gomlu ivaleyst ikki hava nakað forhold til. Meðan eg hugsi um málningnarar kemur ein eldri kvinna gangandi ímóti mær. Eg hitti illagongdu Gertrud, og hon bíður mær inn á sítt kamar til eitt prát og ein kaffimunn. »Tað tekur mær eina løtu at ganga«, sigur Gertrud smílandi, nú hon og gongustavurin koma haltandi fram ímóti hvítu hurðini við navninum »Gertrud«. Komin innar er tað sum ein bland­ ing av tí farna og tí modernaða hittist til eina hugnaliga smáttu. Karmarnir á kømrunum eru sum alt húsið – top modernaðir við reinum linjum og sjúkrahúslíknandi standardi. Men Gertrud hevur gjørt við. Hon hevur fingið sær tey mest umráðandi tingini við sær og hevur hugnað um. Inni eru málningar, myndir av stóru fam­iljuni, ein song, bøkur, eitt runt borð við vøkrum dúki og tveimum stólum, og ein sofa. Her hugnar Gertrud sær. »Mær dámar so sera væl at búgva her. Her hendir so nógv«, greiður Gertrud frá. Hon telist millum tey, sum eru best fyri á Boðanesheiminum, og fyri hana er gerandisdagurin stuttligur, gev­andi og tryggur. »Vit ganga hvørja viku í bindi­ klubba. Onkuntíð eru kór og syngja fyri okkum. Tey lesa fyri okkum hvørt kvøld, og onkuntíð vitja vit ymiskar bygdir kring landið«, greiður Gertrud frá. Brádliga fer hurðin upp, og inn kemur leiðarin á Traðarlon – 40 ára gamla Ingun Eidesgaard. Hetta er fyrstu ferð eg hitti hana á mínari rundferð á Boðanesheiminum, og hon byrjar við at greiða frá, um tey ymisku tiltøkini, sum tey 'gomlu' kunnu at ganga til. »Tey gomlu, tað er so ikki eg«, sigur Gertrud flennandi, og tað gerst enn meira greitt, hvussu sinnið á kvinnuni framvegis er ungt og sosialt. Fyri hana er neyvan nakað betri stað at vera, tí her hevur hon selskap, tá hon vil, og hon kann lata dyrnar aftur og leggja seg at lesa, tá ið hon vil. »Her stendur heilt væl til«, hugsi eg og takki fyri kaffi, áðrenn eg fari víðari. Nakrar hurðar við síðunar av situr 94 ára gamli Jógvan og kona hansara. Hann er gamal og hoyrir illa, men sinninum feilar einki. »Tað besta við at búgva her er, at eg síggi havið hvønn dag«, leggur Jógvan fyri, tá ið hann skal seta orð á gerandisdagin á Traðarlon. Eyðsæð er, at hesin maðurin sakn­ ar náttúruna og tað virkna lívið, hugsi eg, meðan eg lurti eftir hansara lítið­ lætnu frágreiðing um støðuna í dag. »Gamaní sakni eg mangt, men aldurin loyvir tí ikki. Eg eri nokso raskur enn, haldi eg, men konan er ikki so røsk«, sigur maðurin í stól­ Tað var ein harður morgun. Spell tú ikki vart her at síggja tað« Starvsfólk Jógvan ger seg til reiðar til dagliga døgurðaslangin – Vit royna øll at seta tíð av til at stimbra tey mentalt og sosialt, tað er bara forbiðið ringt at finna tíðina, sigur eitt av ungu starvsfólkunum á Boðanesheiminum Boðanesheimið