hósdagur 14. januar 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
15
inum, meðan kona hansara liggur í
songini og sær heldur ússalig út.
Jógvan hevur alt sítt lív gingið
túrar um morgunin. Men í dag torir
hann ikki sjálvur út at ganga. Heilsan
er farin at bila, men hugurin at fara
út er ikki broyttur.
Komin út úr kamarinum hjá
Jógvani fari eg inn aftur í seturstov
una, har eg aftur seti meg við ein
um kaffikoppi saman við einum av
starvsfólkunum. Framman fyri sjón
varpið liggur ein eldri kvinna í einum
stóli. Hon hevur sitið har, síðani eg
kom, hugsi eg.
Eg trívi í dreymin um tann dagliga
spaseritúrin hjá Jógvani og spyrji
starvsfólkini, hvussu er við tí.
»Eg hevði ynskt, at vit høvdu
stundir til at fara handan túrin við
honum. Bara ein hálvan tíma hvønn
morgun hevði gjørt stóran mun fyri
hann«, sigur unga kvinnan.
Tað er eyðsæð, at empatiin fyri
hesum gomlu er ógvuliga stór millum
starvsfólkini. Tey lata øll væl at
stásiligu karmunum og nógvu tilboð
unum í tí tey rópa Virkisstovuni. Har
tvær kvinnur arbeiða og dagliga skipa
fyri hesum og hasum fyri búfólkini.
Men sum tíðin gongur á Traðar
lon og kring Boðanesheimið annars
gongur upp fyri mær, at Boðanes
heimið er gott fyri summi. Fyri
Gertrud og hini, sum dáma væl at
ganga í bindiklubba og annars vera
sosial á ymiskan hátt – og megna
tað – er Boðanesheimið stuttligt og
spennandi. Røktin á Boðanesheim
inum er eftir førimun tillagað tann
einstaka tørvin. Men tey smáu tingini
í gerandisdegnum, sum geva lívinum
tað eyka góðskuna, er ikki pláss fyri.
Meðan eg hugsi um hetta, fara
eyguni aftur á konuna, sum situr
sama stað. Eg spyrji eitt av starvs
fólkunum, hvussu tað ber til, at hon
bara situr har. Og tástani kava starvs
fólkini niður í tað, sum eftir mínum
tykki er hjartaslátturin á hesum stað.
»Vit hava ikki stundir at fara út við
teimum í gerandisdegnum. Virkis
stovan skipar fyri túrum til tíðir,
men frísk luft er ikki nakað tey fáa
nógv av. Og tey, sum ikki sjálvi kunnu
vera sosial ella ganga til ymiskt, tey
fáa ofta bert tað mest grundleggjandi
røktina. Men vit royna øll at seta
tíð av til at stimbra tey mentalt og
sosialt, tað er bara forbiðið ringt at
finna tíðina«, greiður ein av ungu
kvinnunum frá.
14.00
Hví hava vit ellisheim? Tann spurn
ingin seti eg mær fleiri ferð í gjøgnum
mín dag á Boðanesheiminum. Og
eftir nakrar tímar á staðnum fara eg
og eitt av starvsfólkunum at tosa um
hetta. Endamálið við ellisheimum.
»Fyrst og fremst skulu vit geva
teimum ta grundleggjandi røktina.
Men hvør okkara hevur fýra búfólk,
so tað er ótrúliga ringt at fáa tíðina at
strekkja til. Um tvey vilja á ves sam
stundis – og tey hava sama starvsfólk
– ja, so má ein teirra bíða, uttan so,
at onkur av hinum kann hjálpa til«,
greiðir ein av kvinnunum frá.
Tey flestu okkara halda ivaleyst,
at sosial samvera fyri eldri fólk er tað,
sum heldur tey klár og virkin. Og tað
vita tey á Boðanesheiminum eisini.
»Eg haldi tey gomu trívast her,
men onkuntíð er tað hart at síggja,
at summi búfólk ikki fáa so nógva
vitjan, og at vit samstundis ikki hava
tíð til at sita so nógv við teimum. Tað,
sum tey elska mest, er tað vit lesa fyri
teimum um kvøldarnar. Tað vildi eg
ynskt, vit kundu gjørt meira av«, sigur
ein av starvsfólkunum.
Tað er eitt ósamsvar í heildar
myndini, hugsi eg, meðan tær tosa.
Búfólkini lata væl at, men hinvegin
havi eg sjálvandi bert tosað við tey,
sum eru klár og virkin. Starvsfólkini
eru glað fyri nýggju karmarnar, sum
gera gerandisdagin lættan. Og mong
eru tilboðini á Boðanesheiminum.
Men hvat er endamálið við ellisheim
um í síni heild?
Er tað at geva fólki ein virðiligan
og tryggan aldurdóm? Ella er tað at
parkera tey ónyttugu har, sum vit
virknu ikki fáa trupulleikar av teim
um?
»Eg haldi nógv her hava tørv á
tryggleikanum, tí tey vóru einsamøll
í húsi áðrenn, og vóru bangin fyri at
detta ella líknandi. Men eg kann ikki
lata vera við at hugsa, at summi virka
so einsamøll«, sigur ein av kvinn
unum, týðiliga knýtt at hesum eldri,
sum hon er saman við hvønn dag.
15.30
Tað líður út á dagin, og alsamt fleiri
avvarðandi koma innar at vitja. Ein
teirra eg hitti er Henny, sum næstan
hvønn dag vitjar mann sín Meinhard
á heiminum.
Í sjey ár hevur hon ansað eftir
honum heima, men tað gjørdist ov
strævið og tí varð ringt eftir Boðanes
heiminum.
Hon er fegin um, at maðurin slapp
á heim, tí hon orkaði ikki longur at
hjálpa honum heima við hús. Og hon
er her hvønn dag fyri at vera saman
við honum.
Hann er ein av teimum hepnu,
hugsi eg, meðan kvinnan greiðir frá.
Verri er á aðrari stovu á somu
deild. Har liggur ein kvinna, sum er
nakað óhjálpin á gamalsaldri. Son
ur hennara er júst komin á vitjan,
og hann bíður mær inn til eitt prát.
Mamma hansara orkar ikki at tosa,
men hann trívur í sínar egnu upp
livingar.
»Mamma mín tímir ikki teir
aktivitetir, sum eru her, og eg havi
fleiri ferðir upplivað, at vit eru komin
at vitja, og hennara ringjari – faktist
tað einasta sambandið hon hevur
við umheimin – er tikin frá henni, tí
hon órógvar«, sigur hann og peikar
á svarta tólið, sum gevur búfólkum
beinleiðis samband við starvsfólk.
Hann er fegin um, at mamma
hansara er á heiminum, tí tey hava
ikki møguleika fyri at ansa eftir henni
heima. Men hansara uppliving er
ivasom.
Meðan hann tosar rennur aftur
fram fyri mær teir tankar eg hevði fyrr
á degnum um, at fyri tey sosialu og
røsku er óført á Boðanesheiminum.
Men fyri hini meira afturlatnu og
óhjálpnu er støðan øðrvísi.
Mamma hansara orkar ikki upp á
ves sjálv. Og um náttina er bert ein
náttarvakt á Traðarlon. Tað merkir,
at hon má pissa í blæu.
»Eg hugsi mangan um hetta við
virðingini. Mamma mín er biðin um
at pissa í blæu, tí tað er nógv skjótari
enn at hjálpa henni á ves aðruhvørja
løtu. Tað kennist niðrandi«, greiður
hann frá.
Maðurin fær samband við
mammu sína, sum liggur í songini,
og eg fari útaftur á gongina. Inn í
seturstovuna og varnist somu konu
sita sama stað.
Dagurin er komin at enda, og eg
takki fyri meg. Veðrið er ikki blivið
frægari, og eg renni við sama lag út
aftur í bilin. Stásiligi bygningurin er
effektivur, eingin ivi um tað. Men
hugnaligt er tað ikki. Minnir mest
av øllum um eitt sjúkrahús. Og hvat
er endamálið við einum ellisheimi?
Er tað nóg mikið, at maturin er
heilsugóður, og til ber at fara til ymisk
tiltøk so sum bingo og bindiklubba?
Er tað ikki ein mannarættur at sleppa
út í fríska luft javnan? Ella at sleppa
á ves dag og nátt? Byggja vit ellis
heim fyri at sleppa undan teimum
óhjálpnu?
Eg veit ikki, men eitt havi eg lært,
og tað er, at vilja vit tryggja hvørjum
einstøkum góð og virðilig kor á ellis
árunum, so er tørvur á fleiri starvs
fólkum.
»Høvdu vit bara havt trý búfólk
heldur enn fýra hvør, so hevði tað
gjørt allan munin og verið eitt heilt
øðrvísi tilboð«, segði ein av røktar
unum, og hinar nikkaðu játtandi.
Ja eg kann bert taka undir við
teimum. Fáa vit ikki fleiri starvsfólk
á ellisheimunum, so fáa vit ivaleyst
heldur ikki boðið øllum ein góðan
enda á lívinum.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
GOMUL
GLOYMD
GOYMD
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN
»Vit hava ikki stundir at fara út við teimum í gerandis
degnum. Virkisstovan skipar fyri túrum til tíðir, men
frísk luft er ikki nakað tey fáa nógv av. Og tey, sum
ikki sjálvi kunnu vera sosial ella ganga til ymiskt, tey
fáa ofta bert tað mest grundleggjandi røktina«
Starvsfólk