Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 16 TEMA Eldrarøkt BARBARA HOLM T ey, sum eru væl fyri, trívast væl á Boðanesheiminum. Meðan tey, sum eru verri fyri, onkursvegna verða forsømd á tí menniskjaliga økinum. Tað er millum annað ein partur av repor­taguni aðrastaðni í tema­síð­ unum, sum varð gjørd eftir vitjan á Boða­nes­heiminum fyrr í vikuni. Emma Winther, mamma Katrin í Gongini, er ein av fleiri búfólkum á Boðanesheiminum, sum eru illa fyri. Men tá hon flutti inn fyri trimum árum síðani, var støðan á einari leið. – Henni kravdi nógva røkt í ger­ andis­degnum, og tí megnaðu vit systkin ikki at hava hana heima longur, sigur Katrin í Gongini. Men Emma var klár og gjørdi alt hon var ment, fyri at trívast á nýggja heiminum. – Tær vóru fleiri, sum høvdu ein klubb av onkrum slag, har tær ótu góðan mat, drukku vín og hugn­aðu sær í gerandisdegnum. Men starvs­ fólk­ini høvdu ikki stundir at stimbra og hjálpa til við hesi hugnaløtu. Tær vóru tá allar yvir 90 ára gamlar, og høvdu sjálvandi tørv á stuðli til hetta og hatta. Men tað rakk tíðin hjá starvs­fólkunum ikki til, sigur Katrin í Gongini. Tað er nú langt síðani, at Emma var við til nakran klubb. Og í tí dagliga er ikki nógv innihald, halda børn henn­ara, sum royna at vitja fleiri ferðir um vikuna. Liggur í einsemi Emma er ikki væl fyri í dag. Hon er fram­vegis klár, men kroppurin orkar ikki nógv longur. Hon megnar ikki at fara á ves ella at reisa seg sjálv. So hon telist millum tey búfólk, sum hava størstan tørv á hjálp. Hon verður tikin upp hvønn dag til døgurða, men so er heldur ikki nógv meira, sum hon fær luttikið í. – Mamma liggur fyri tað mesta í songini. Hon er biðin um at pissa í blæuna, tí tey hava ikki stundir til at fara upp við henni hvørjaferð, sigur Katrin. Og tað plágar Emmu, sum áðrenn pen­sjónsaldur starvaðist sum komm­ unu­lækni. – Hon hevur altíð gingið høgt uppí seg sjálva og gerandisdagin. Og hon kendi tað ógvuliga niðrandi, at hon varð biðin um at nýta blæuna, heldur enn at sleppa á vesið, sigur Katrin. Summar løtur hevur Emma verið ógvuliga frustrerað um lívið á Boðanes­heiminum. Nakrar ferðir hava Katrin og systkini upplivað, at mamma teirra liggur og rópar í song­ ini, tá ið tey koma á vitjan, og ringjarin hjá henni – hennara samband við starvs­fólki – er bundin fastur, so hon ikki røkkur eftir honum. – Tað var ógvuliga skelkandi at síggja. Vit komu inn har, og hini bú­ fólkini spældu eitt hvørt í felags­rúm­ inum. Vit hoyrdu mammu rópa út á gong­ina, og tá vit komu inn var hon ógvu­liga frustrerað, sigur Katrin. Systkini spurdu starvsfólkini, hví eingin var um hana, og hví ringjarin var tikin burtur. – Vit fingu at vita, at hon rópti so nógv, og hon órógvaði starvsfólkini og hini búfólkini, tí hon ringdi so ofta eftir teimum, greiður Katrin frá. Sjálvandi er tað so, at gomul fólk mangan gerast bangin og ótrygg, um tey ikki reiðiliga eru greið yvir, hvat hendir rundanum tey. – Vit vóru so kedd av at síggja, at hon kundi liggja har og rópa í frustra­ tión, uttan at nakar hjálpti henni, sigur Katrin. Í dag sigur Emma ikki frá, tá ið hon er ónøgd við eitt hvørt. Tað gjørdi hon í byrjanin, men tað er nú broytt. – Mamma hevur sagt mær, at hon orkar ikki at siga frá longur, tí tað leiðir ikki til nakra broyting, sigur Katrin. Henni kravdi nógva røkt í ger­ andis­degnum, og tí megnaðu vit systkin ikki at hava hana heima longur« HAR ER IKKI TÍÐ TIL NÆRVERU – Mamma mín liggur fyri tað mesta í songini. Hon sleppur upp til døgurða, men millummálar og annað, hava tey ikki stundir at fáa hana upp til. Hon má pissa í blæu, tí starvsfólkini hava ikki stundir at fara á ves við henni hvørjaferð. Og tað sum eitur nærvera, er ikki til á Boðanesheiminum, sigur Katrin í Gongini, dóttir Emmu Winther, sum seinastu trý árini hevur búleikast á Boðanesheiminum GOMUL GLOYMD GOYMD Mamma mín á Boðanesheiminum