Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 17 Kennist svárt Tað gongur ikki ein dagur, har Katrin ikki hugsar um støðuna hjá mamm­ uni. At Emma skal liggja har, og ikki fáa nakað serligt av menniskjaligum sambandi frá starvsfólkunum. At hon fær loyvi til at liggja og rópa uttan hjálp ella samband við umheimin. At hon er biðin um at pissa í blæu, tí so­ leið­is ger man bara. Ja, alt tilsamans er svárt fyri familjuna. – Vit royna at vitja hvørjaferð vit hava eina løtu, og hjá mær er tað so, at eri eg ikki einaferð, so eri eg bang­ in fyri, hvussu hon hevur tað, sigur Katrin. Hon er sannførd um, at størsti trupulleikin á Boðanesheiminum er, at játtanin ikki røkkur til fleiri starvsfólk. – Tey hava brúkt nógvar milliónir uppá at gera ein stásiligan bygning, men innihaldið hugsa tey minni um. Tað er mær rættiliga løgið, sigur Katrin. Hon kennir tað sum, at mamma hennara nú er farin frá at gera alt hon er ment fyri at trívast. Ístaðin er Emma farin at hugsa um Boðanes­ heimið, sum eina enda­statión. – Fyri mammu er tað blivið til, at árini á Boðanesheiminum bert eru ein bíðistøða áðrenn hon sleppur herfrá, sigur Katrin. Heimligt er tað ikki á Boðanes­ heim­inum, og tað tykist sum, at hava myndugleikarnir ikki skilt, hvat okkara gomlu ynskja. – Karmarnir eru fínir, og nýggi leiðarin roynir at broyta tey tingini, sum ikki rigga. Men tað einasta mamma ynskir, er at fáa nærveru í ger­andis­degnum. Tað fær hon so ikki frá starvsfólkunum, tí tíðin hjá teim­ um røkkur ikki til, sigur Katrin. Hon hugsar um tey, sum ikki hava avvarandi, sum vitja reglugliga. Fyri tey má tað vera ræðuligt. – Tað er blivið frægari, síðani nýggi leiðarin tók við, men tað er eingin ivi um, at tey hava tørv á fleiri starvs­ fólk­um, sigur Katrin í Gongini. BARBARA@SOSIALURIN.FO Vit vóru so kedd av at síggja, at hon kundi liggja har og rópa í frustratión, uttan at nakar hjálpti henni« Emma Winther við børnunum Dávur, Katrin og Ólavur Summar løtur hevur Emma verið ógvuliga frustrerað um lívið á Boðanesheiminum. Nakrar ferðir hava Katrin og systkini upplivað, at mamma teirra liggur og rópar í songini, tá ið tey koma á vitjan, og ringjarin hjá henni – hennara samband við starvsfólki – er bundin fastur, so hon ikki røkkur eftir honum MYND: DÁVUR WINTHER MYND: DÁVUR WINTHER »Fyri mammu er tað blivið til, at árini á Boðanesheiminum bert eru ein bíðistøða áðrenn hon sleppur herfrá«