hósdagur 14. januar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
18
TEMA Eldrarøkt
ÁRNI GREGERSEN
E
in av høvuðsgrundgeving
unum fyri at lata kommun
unum
ábyrgdina
av
eldraøkinum var, at komm
unurnar eru tættari at borgaranum
og síggja betri neyðugas tørvin.
Yvirtøkan av eldraøkinum eigur
so eisini at hava við sær, at júst
kommunurnar fær at síggja aðrar
møguleikar at skipa eldrarøktina enn
sum gjørt hevur veirð higartil.
Í dag eru bert heilt fáir møguleikar.
Flestu eldru búgva heima og klára
seg einsamøll uttan almenna hjálp.
Kortini fingu 404 av hesum fólk
um heimahjálp í 2013.
Hetta er tann vanligasti mátin í
Føroyum, men harumframt hava vit
ellis- og røktarheim kring landið.
Á hesum heimi búgva fólk, sum
ikki eru før fyri at klára seg heima
og sum ikki hava nóg mikið við at
fáa heimahjálp. Hetta eru fólk, sum
skulu hava dagliga røkt.
Ein annar bústaðarformur er sam
býlini. Tey eru kommunal og vóru
upprunaliga bygd til eldri borgarar,
sum høvdu torført at klára seg heima,
men kortini kláraðu seg so mikið væl,
at tey ikki høvdu brúk fyri dagligari
røkt, men kortini helst skuldu passast
á annan hátt hvønn dag.
Sambýlini vóru bygd sum eitt
alternativ til tey dýru ellis og røktar
heimini og plássini har.
Kommunurnar bygdu sambýlini.
Í veruleikanum var ætlanin,a t sam
býlini skuldu vera eitt stað fyri fólk,
sum ikki kláraðu seg heitl sjálvi. Tey
skuldu so búgva á sambýlunum
áðrenn tey møguleiga endaðu á ells-
og røktarheimi.
Nýggir møguleikar
Allir myndugleikar, sum hava vit
røktina at gera vita, at fyri samfelagið
er tað nógv tað bíligasta at fólk búgva
í egnum heimi so leingi sum til ber.
Eitt pláss á einum ellis- og røktar
heimi kostar á leið eina hálva milljón
krónur um árið.
Tí verður arbeitt við loysnum, har
tey eldru kunnu búgva heima longst
møguligt, men at hetta tó hendin
undir so virðiligum viðurskiftum
sum til ber.
Í nýggju lógini stendur, at allir
borgarar yvir 75 ár hava rætt til eina
vitjan av heimatænastuni. Hetta, so
heimatænastan kennir viðurskiftini
hjá tí einstaka og kann gera okkurt,
um viðurskiftini ikki eru virðilig.
Tórshavnar Kommuna hevur havt
eina slíka skipan í fleiri ár.
– Hetta er nú komið í lógina og
tað haldi eg er kilagott, sigur magnus
Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri
í Runavíkar kommunu.
Umframt føstu skipanirnar við
heimahjálp, sambýli og ellisheimum,
so eru onnur tiltøk fyri eldru borgar
unum.
Í Tórshavnar Kommunu eru
Stjørnulon og Tilhaldið til dømis og
líknani tilboð eru í øðrum kommun
um.
– Uttanfyri Havnina eru eisini til
tøk, men ein partur av teimum eru
gjørd av felagsskapum av ymiskum
slag. Til dømis hava bátafeløgini og
undirhúsini kring um í bygdunum
alstóran týdning, sigur Magnus
Rasmussen.
Nýggjar loysnir
Fyri at eldru borgararnir skulu kunna
búgv longst møguligt heima við hús,
so er neyðugt, at ávís tiltøk verða sett
í verk, sum kunnu hjálpa hesum fólk
unum.
Yvirlit vísir, at eldri borgarar í
meðal eru 81 ár áðrenn tey fáa heima
hjálp, men kortini vita kommunurnar
væl, at tað hevði gjørt lívið meira livi
ligt, um heimabúgvandi fingu aðrar
tænastur.
Til dømis hava kommunurnar
roynt seg við, at lata eldri borgarum
heinan mat einaferð um dagin. Tórs
havnar Kommuna hevur til dømis
koyrt heitan mat úr Havn til eldri
borgarar í Kollafirði.
– Hetta er ein máti, men eisini
hetta eigur at kunna gerast einfaldari.
Fyri meg er tað ikki skilagott til dømis
at senda bil úr Runavík við døgverða
til tveir borgarar í Oydnafirði. Her
eigur at bera tila t gera tað uppá
ein annan máta. Til dømis við at
fáa fólk í Oyndarfirði at gera heitan
mat til hesar báðar borgararnar. So
má kommunan heldur lata eina
samsýning fyri tað, sigur magnus
Rasmussen.
Ein onnur loysn, sum verður brúkt
nógv í Noreg og í Danmark er tað,
sum verður nevnt vitjunarvinir.
Hetta eru ofta pensjonistar, sum
eru væl fyri, sum binda seg til at
vitja aðrar pensjonistar, sum kanska
ikki eru mobilir. Hetta verður gjørt
bæði á elllisheimum og heima hjá
pensjonistum.
Sum nevnt verður aðrastaðni
í blaðnum um hetta evnið, so
hava starvsfólk á ellisheimum og
sambýlum illa tíð til at nøkta sosiala
tørvin hjá teimum gomlu. Ei heldur
eru stundir at ganga túr við teimum.
Tí er ein vinavitjunartænasta ein
loysn. Hetta hjálpir teimum eldru og
nøktar nakað av sosiala tørvinum.
ARNI@SOSIALURIN.FO
Fyri meg er tað
ikki skilagott til
dømis at senda
bil úr Runavík
við døgverða til
tveir borgarar í
Oydnafirði. Her
eigur at bera
tila t gera tað
uppá ein annan
máta. Til dømis
við at fáa fólk í
Oyndarfirði at
gera heitan mat
til hesar báðar
borgararnar«
Magnus Rasmussen
BETRAÐIR
MØGULEIKAR AT
LIVA SUM ELDRI
Í FØROYUM
At kommunurnar hava yvirtikið eldrarøktina, eigur at geva
fjølbroyttari møguleikar at liva sum eldri í Føroyum
GOMUL
GLOYMD
GOYMD