Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 29 Kristindómur í arabiska heiminum Tað finnast yvir tólv greinar innan Kristindómin í Miðeystri, úr ortodoksar og katólskar. Tær størru av hesum eru Maronittiska Kirkjan, Koptiska Kirkjan, Nestorianska Kirkjan (ella Assýriska Kirkjan). Afturat hesum finst ein minni partur av protestantum, sum eru komnir av trúboðarum, mest bretskum og amerikanskum, í 19. og 20. øld. Egyptaland og Libanon hýsa teimum størru kristnu samfeløgunum, um- leið 5-10 milliónir koptar í Egypta- landi og umleið 900.000 maronittar í Libanon. Í Sýria hevur talið av hesum minnilutanum verið umleið 10% av samlaða fólkatalinum, framman undan ófriðinum, tvs. umleið 1,5 millión. Assýrarar úr Nestoriansku Kirkjuni hava búleikast í norðurirakska fjallalendinum og í landnyrðingspartinum av Sýria. Í tíðarskeiðnum millum 4. og 6. øld var kristindómurin tann trúargreinin við flest fylgjarum í Miðeystri, burtursæð frá Arabisku Hálvoynni. Í ár 2000 búðu umleið 12 milliónir kristin í Miðeystri, í dag er hetta talið munandi minni, helst undir 10 milliónum. Í størri mun var tað í núverandi Turkalandi, at Kristindómurin hevði sín miðstað og gekk út frá.Tá ið muslimsku herferðirnar av Arabisku Hálvoynni vinna seg inn á nýggj økir frá 600-talinum og framm, er stórur partur av fólkinum her av eini grikskari mentan, ið gjørdi seg galdandi tá í tíðini. Tað er í ein stóran mun í fjallalendi og avskornum búsetingum, at krisntu minnilutarnir, eins og aðrir, hava búleikast longst gjøgnum øldirnar - men tó so hevur avbyrging ikki aleina verði galdandi leið hjá kristnum. Muslimskt stýrið byrjar í Sýria byrjar í 600-talinum. Tá vóru mus- limar í minniluta, um hugsa verður tal. Men bara fá ár seinni, í ár 750, er muslimskt stýri á tí mesta av norðurafrikanska meginlandinum, inn í suðurpartin av Evropa og eystureftir inn í núverandi Pakistan. Gongdin verður soleiðis gjøgnum øldirnar at kristindómurin kemur í eina minnilutastøðu sum undirsáttar hjá skiftandi muslimskum stjórnar- veldi. Hvør er besta leiðin at ganga? Avbyrgd ella ikki Leikluturin hjá teimum kristnu hevur verið umfevndur og tikið skap eftir læruni um arabiska hugtakið »dhimm«, eitt eyðkennisnavn fyri minniluta og ein skipan, sum stað- festir m.a. at minnilutin skal gjalda ein serligan skatt og skal verða vardur av valdsharranum. Herafturat kundi ein úr minnilutanum, sum eina meginreglu, ikki átaka sær politiskar leiklutir. Eitt, sum hevur fingið stóran týdning fyri hendan minnlutabólk í mun til aðrar, er sambandið til vestanlond. Tey kristnu hava gjøgnum tíðirnar havt eitt ávíst samband norðureftir til kristnu stórveldini, eisini pávasætið og Frakland. Krossferðirnar eru søgu- ligar og heimskendar hendingar, og hesar løgdu eisini ein ávísan arv eftir seg í Miðeystri, út til Miðalhavsstrendurnar - og eisini ein tungan arv hjá teimum kristnu í Miðeystri, tí millum muslimar eru krígsgerðirnar goymdar og brúktar til at minna á fíggindan í vestanlondum. Í Damaskus, frammanfyri gamla býarmúrin, er standmynd reist av hetjuni Salah al-Din. Prúður situr hann við svørði í hond á hesti, og aftanfyri sita tveir niðurbardir krossfarar í leinkjum. Heitið á hesi standmynd er Bjarging Jerusalems, og tvs. undan krossfarunum, sum høvdu tikið ræðið á Jerusalem. Soleiðis hevur hetta samband til vestanlond verið ein uppliving við blandaðum kenslum. Maronittiska kirkjan hevur játtað seg sum part av katólsku kirkjuni og hevði eitt samstarv við frankarnar undir krossferðunum. Tá ið krossfararnir flýggja, summir til Kýpern, so fóru maronittar eisini við hesum um ár 1200. Meðan tey eftirverandi høvdu eitt sera trupult samband við muslimsku valdsharrarnar. Men eitt støðugt samband til vestanlond, serliga til Frakland, hevur viðført at enn fleiri kristin høvdu eitt netverk og atgongd til útheimin og vesturlond. Hinvegin valdi ein kristin bólkur ikki at samstarva við krossfararnar, men heldur vera trúgv mótvegis muslimsku stjórnini. Hesi eru tey griksk ortodoksu kristnu, sum virknir handilsmenn saman við sunnimuslimum stovnaðu og uppbygdu kendar havnabýir sum Beirut, Latakia og Jaffa og stóðu fyri handilsleiðunum undir Osmanska Ríkinum. Politiskar rembingar - modernaða rákið Tað er ikki fyrr enn í 1800-talinum, at kristni minnilutin sær ein møguleika at sleppa sær úr hesi samfelagsligu minniluta-støðu. Samanhangurin er politiskar rembingar, serliga av evropiska meginlandinum og samanfallið av Osmanska Ríkinum gera um seg. Og fyrst í 1900-talinum er eitt rættiligt bjartskygni millum fleiri í hesum fólkabólki. Í 1800-talinum er vesturheimurin at kalla heilt fremmandur fyri muslimum, tá ið umræður hættir at skipa stat og samfelag. Men so er ikki fyri kristnu samfeløgunum í Miðeystri. Í øllum førum í nógv minni mun. Til dømis er Libanon eitt gott dømi um, at borgarar úr kristna samfelagnum høvdu ein týðandi samfelagsligan leiklut. Prentsmiðjuvirksemi tók seg upp í 1800-talinum og í 1860 og fram á arabiskum máli. Kristnir libanar stóðu fyri flestu av hesum blaðútgávum, sum útkomu í Beirut, Kairo og Konstantinopil. Tankar um eina meiri umfevnandi tjóðskaparligar leiðir, ið grunda seg á arabiska málið og mentanina, gera seg galdandi. Fólkafundir og ráðstevnir um stjórnarskipan og mentan, sum stendur seg illa í mun til evropeisku ídnaðarkollveltingina, koma á skrá í londum sum Libanon og Sýria í seinnu helvt av 1800-talinum. Her eru eldsálir úr kristnum samfeløgum millum høvuðsmennirnar. Høvundurin Albert Hourani lýsir í sínum verkið Arabic Thougt in the Liberal Age tjóðskaparligar rembingarnar og menning av hug- tøkum og kjaki um tjóð, stjórnar- skipan, um hin sekulera statin og rættindi, tøkniliga menning, modernitet og framtíðarsamfelagið. Leikluturin hjá ymsum kristnum persónum er eisini tikin við og tað serliga í samband við menningina av arabiska málinum, sum tá fekk eina endurreisn við tað, at tað bleiv brúkt til at seta orð á nýggju tíðina - týðingar, fagurbókmentir og annað sær ikki dagsins ljós í arabiskum prenti fyrr enn í hesi tíðini. Tvídeilda kenslan Men hóast bjartskygni, so hevur altíð ein tvídeild kensla gjørt um seg, tí arabiskt var ikki teirra kristnu í eins stóran mun, sum tað var islamskt. So tað var bæði móðirtunga hjá fleiri kristnum og samstundis tó ikki rættiliga. Arabiska málið er jú uppfatað sum háhalgaði formurin sum Koranin bleiv opinbera við. So, ikki hevur verið so lætt at savna fólkaligar rørslur saman tvørtur um átrúnaðir og loysa seg, sum kristin, úr minniluta-støðuni. Sokallaðu Baath- rørslurnar í Irak og Sýria hava verið miseydnaðar politiskar royndir at savna tjóðir við fleiri minnilutum. Og politiskir trupulleikar hava soleiðis lúrt. Og í 1860unum er ófriður í Libanon og Damaskus. Kristnir maronittiskir bóndur gera uppreistur. Fleiri túsund lata lív. Orsaka av slíkum ófriði eru fleiri kristin, ið pakka saman og fara av landinum. Fleiri fara til Suður- og Norðuramerika. Tað sama hendir aftur, tá ið ófriður og borgarakríggj í Libanon í seinnu helvt av 20. øld ger um seg. Og í 00unum í Irak og síðan 2011, og arabiska várið, er ófriður í Sýria, ið førir fleiri og fleiri frá hús og heimi, eisini úr Miðeystri. Harðrenda framferðin hjá sokallaða IS og øðrum víðgongdum islamistum ímóti hesum bólki og øðrum minnilutum broytir fólkasamansetingina í økinum og søguligar býgdir, sum fyrr hava hýst kristnum samfeløgum hava ligið heilt manntómar síðstu tíðina. Kristni minnilutin í Miðeystri er ymiskt samansettur politiskt og velur sær sera ymisk stríð. Í Sýria eru tey kristnu, eins og restin av fólkinum har, deild sundur í meiningum fyri og ímóti sitandi stjórn, og í hvønn part tey skulu samstarva við. Soleiðis er tað vorðið ein alsamt vaksandi tvístøða hjá kristnum í hesum árum; skal mann vera búgvandi í økinum ella er skilabetri at finna annan bústað, í øðrum heims- parti. Í jólaboðskapi sínum talaði Frans pávi at materialismu og eini mentan av líkasælu, ið ofta vísti eitt harðrent andlit Tawadros pávi annar av Koptisku Kirkjuni í Egyptalandi og Abdel Fattah al-Sisi forseti