Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 28 MIÐEYSTUR Í 20. og 21. øld hava tey kristnu í arabiska heiminum verið fyri eini minking í fólkatali. Talið er svunnið frá teimum vanligu 10 %, sum búgva í hvørjum arabiskum landið, undantikið Libanon, og í einstakum førum niður á tey 5 % og helst enn lægri. JOHAN JACOBSEN H agtøl, ið eru neyv, dagførd og álítandi eru ikki altíð bara soleiðis at fáa hendur á. Hetta ger seg galdandi við sera ójøvnum hagtølum. Og til dømis hevur tað verið eitt umstrítt politiskt kjakevni í Libanon, júst hvussu nógv kristin búgva í lítla landinum við upp ímóti 6 milliónum íbúgvum. Hetta kemst serliga av, at stjórnarskipanin og eitt nú vallógin tekur atlit til fólkateljingina frá 1932. Forsetaembætið er soleiðis reserverað einum umboði úr libanska, maronittiska kirkjusamfelagnum - ein grein úr Kristindómi, ið hevur sítt navn eftir halgimenninum kallað Mar Maron frá 3. øld og leitar sín libanska uppruna aftur heilt til 900-talið, tá ið fólkaflyting fór fram, í økinum við markið millum Sýria og Turkaland, har hesi flýddu niðan í libanska fjallalendið. Men hagtølini vísa greitt eina gongd, ið sigur søguna um eina heimssøguliga fólkaflyting, um trong kor, um jagstran av minnilutum, samfeløg í kreppu, uppgerðum og nýliga forfylging og etniska útreinsan í Irak og Sýria. Tá ið talan er um eitt longri tíðarskeið skal sjálvsagt takast við tey demografisku fyribrigdi sum natúrligur deyðatíttleiki, føðingar og líknandi. Og hesi fyribrigdi hava heldur ikki verið til fyrimuns fyri fólkatalið hjá kristnu borgarunum í arabiska heiminum, sum oftast hava verið væl útbúnir. Síðan ófriðurin í Sýria byrjaði eru 700.000 kristin, sambært ES parlamentinum í 2015, flýdd av landinum, tað svarar til 40 % av kristnu samfeløgunum í landinum. Aðrar keldur siga, at talið er hægri, heldur 60 %. (Í Irak eru heili 70% av teimum kristnu flýdd síðan 2003.) Men hvar búgva kristnu minni- lutarnir í arabiska heiminum? Hvør hevur teirra leiklutur og kor gjøgnum øldirnar verið, undir muslimskari herseting og stjórn (ár 650-750), undir Osmansku Stjórnarveldi (1300- 1924), í tjóðskaparligum rembingum (1870-1970), og nú enn nærri okkara tíðum, undir ávirkan frá politiskum andstøðurørslum, ofta islamistisk- um? KRISTNI MINNILUTIN Í MIÐEYSTRI Okkara serfrøðingur í viðurskiftum kring Miðeystur og arabiska heimin Johan Jacobsen, cand. Mag. í arabiskum, við servitan um Sýria og arabiska heimin. Til midnáttargudstænastu í Pæturskirkjuni í Rom. Umboð fyri Koptisku Kirkjuna í Egyptalandi