hósdagur 14. januar 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
27
Laksur
maðurin í alimálum, Poul Michelsen,
hóast hann, helst av trygdarávum og
við atliti til virðisbrævaskrásett parta
feløg, ikki vil nýta orðið »álvarsligt« til
at lýsa støðuna.
Skuldu vit tí komið hartil, at ali
vinnan kemur í enn eina kreppu, eins
og hon gjørdi fyri bert tíggju árum
síðani við laksasjúkuni ILA, soleiðis at
neyðugt verður at leggja laksafram
leiðsluna um og byrja av nýggjum,
verða fylgjurnar fyri føroyska bú
skapin munandi verri hesa ferð. Tað
kann við einum høggi skræða teppið
undan og koppa samlaða føroyska
búskapinum.
Noyðast at halda stand
Sambært Atla Gregersen, stjóra á ali
fyritøkuni Luna, er støðan við laksa
lúsini í dag munandi verri, enn hon
var fyri nøkrum árum síðani. Hann
arbeiðir við laksi og hevur tí trupul
leikarnar við laksalúsini frammanfyri
sær hvønn dag. Atli Gregersen váttar
eisini, at evnini ikki virka líka væl
longur.
– Sum støðan er í dag, ger tað tó
einki um vit verða noyddir at økja
um framleiðslukostnaðin við at
nýta meira pening upp á viðgerðir
og annað fyri at halda laksalúsini
niðri, tí eftirspurningurin eftir laksi
er so kollosalur at prísurin kemur við
upp. Tann stóra avbjóðingin verður at
syrgja fyri at halda laksinum livandi,
staðfestir Atli Gregersen.
Sambært honum er tað alneyðugt,
at vit seta øll segl fyri at halda laksa
lúsini í skák, tí lýsnar eta seg inn á
laksin, við tí úrsliti at laksurin má
takast fyrr og fyrr.
Koma vit hartil at laksurin doyr,
enda vit í einari líknandi støðu sum
fyri tíggju árum síðani, tá alivinnan
minkaði niður í ein fjórðing eftir
trimum árum, áðrenn tamarhald varð
fingið á ILA-sjúkuni.
Rognkelsi og aðrar royndir
Nógvar royndir verða í hesum døgum
gjørdar at finna aðrar loysnir at basa
laksalúsini enn at spræna firðirnar
við kemiskum evnum, ið eisini hava
ivasamar avleiðingar á annað djóra
lív og umhvørvi. Eitt nú hava fleiri
royndir verið gjørdar við at seta
rognkelsi út saman við laksinum.
Rognkelsi hevur víst seg at eta laksa
lýsnar burturav laksinum. Eisini hava
aðrar royndir verið gjørdar við at seta
laksin í heitari sjógv, at hava laksin í
feskvatni og onkrar skipanir eru eis
ini royndar við at spula laksin. Hartil
verða eisini royndir gjørdar við at seta
størri smolt út í ringarnar, soleiðis at
mann fær minkað tíðina, laksurin er
útsettur fyri at fáa laksalús. Men allar
hesar royndirnar eru enn á byrjunar
stigi, og tí er eingin endalig loysn
funnin á laksalúsini.
Sambært Atla Gregersen er tað
eisini alneyðugt at alifyritøkurnar
sjálvar taka stig til at nýta allar
nýggjar møguleikar til at basa laksa
lúsini. Men alarin eftirlýsir eisini ein
ari strangari reglugerð á økinum.
– Í Noregi hava tey nógv strangari
reglur fyri, hvussu nógv lús er loyvd
í ringinum, áðrenn tú ert noyddur at
viðgera ella taka laksin, og tað virkar
í løtuni til teirra fyrimun. Í Føroyum
eru vit fýra ferðir verri fyri, enn vit
eru í Noregi, tá tað kemur til reguler
ingina á júst hesum økinum við
laksalús, sigur Atli Gregersen.
Hava tamarhald á støðuni
Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sum
hevur eftirlit við alivinnuni, greið
ir frá, at tey royna sum frægast við
teimum amboðum tey hava innan
fyri lógarinnar karmar, at halda
tamarhald á støðuni.
Serliga hyggja tey eftir økjum, har
onkur nýtir óvanliga nógva viðgerð,
og har lúsatalið er ov høgt. Møguleik
arnir tey hava eru at biðja alararnar
steðga við økingini av smolti, at biðja
alararnar minka um útsetingina av
smolti og so at noyða alararnar at
slakta laksin, um neyðugt.
Í samstarvi við myndugleikarnar
í hinum Norðurlondunum verður
vakið eyga eisini hildið við, hvørji evni
eru loyvd at viðgera laksin við, sum
eru trygg fyri umhvørvi, fyri laksin
og fyri matvøruna.
Í løtuni hava vit tamarhald á
støðuni, sambært landsdjóralækn
anum. Tó ásannar Birna Mørkøre, at
støðan er álvarslig.
Laksalýsnar verða alsamt meira mótstøðuførar. Talan
er um eina ónda ringrás, har alarar verða noyddir at
nýta meira og meira viðgerðarevni fyri at sleppa av við
lýsnar, við tí úrsliti at lýsnar tola meira og meira av.
Sum hagtølini vísa, minkaði tøkan av laksi og sílum miðskeiðis í 00’árunum
niður um ein fjórðing eftir bert trimum árum. Síðani hevur alivinnan aftur fótað
sær, og væntast framleiðslan í 2016 at verða størri enn í 2015 aftur
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Tøka av laksi, kruvd vekt í tonsum:
KELDA: HAGSTOVA FØROYA OG VINNUHÚSIÐ