hósdagur 14. januar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
26
RÓGVI NYBO
S
tøðan við laksalús í aliring
unum í Føroyum er álvarslig.
Laksalýsnar gerast støðugt
mótstøðuførari móti við
gerðarevnum og er tí eisini munandi
verri at sleppa av við. Seinastu árini
er trupulleikin við laksalús bara
versnaður. Fleiri og fleiri lýs setast á
laksin og nørast við at eta av honum.
Hetta ger, at laksurin missir skræðu,
fær bløðingar, verður meira útsettur
fyri øðrum fiskasjúkum sum eitt nú
ILA, og í síðsta enda kann tað gera
at laksurin doyr. Sjálvdeyður laksur
kann ikki seljast, og tí hevur tað
álvarsligar fíggjarligar avleiðingar
við sær fyri bæði alarar og Føroyar,
fáa vit ikki hildið laksalúsini í skák
ella bast henni.
Álvaran í støðuni sæst millum
annað við at landsstýrismaðurin í ali
vinnumálum, Poul Michelsen, nú fær
regluliga og beinleiðis kunning minst
eina ferð um mánaðin frá millum
annað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Landsdjóralæknanum og umboðum
fyri alivinnuna um støðuna í alivinn
uni.
Stóra ávirkan á laksin
Laksalús er eitt slag av krabbadjóri,
sum livir av at setast á laks, síl ella
annað laksaslag. Tað er ein sonevnd
ur ‘snúltari’, sum livir av slipu, skræðu
og kjøti á laksinum, skrivar Kirstin
Eliasen, lívfrøðingur hjá Fiskaaling, í
tíðarritinum Frøði í fjør. Hetta hevur
sera stóra ávirkan á laksin, bæði á
vakstrarlag og verju móti sjúkum.
Laksalúsin festir seg á laksin og etur
burturav honum. Laksalúsin stressar
eisini laksin og minkar immun
verjuna, so at laksurin er í størri
smittuvanda fyri øðrum fiskasjúkum,
so sum ILA, ið noyddi samlaðu før
oysku alivinnuna niður á knæ og at
byrja fullkomiliga av nýggjum fyri
tíggju árum síðani.
Sambært Kirstin Eliasen í Frøði,
ávirkar laksalúsin eisini matarlystin
og gagnnýtsluna av føðini. Tí veksur
laksurin eisini seinni enn vanligt, og
tað hevur eisini stóra ávirkan á fram
leiðsluna hjá alarunum í Føroyum.
Ónda ringrásin
Laksalús er ikki nakar nýggjur ella
brádliga íkomin trupulleiki hjá alar
um. Alarar hava heilt síðani aling av
álvara tók seg upp 90’árunum, barst
móti laksalúsini. Hetta er gjørt eitt
nú við at avlúsa laksin við kemisk
um evnum, eitt nú evninum Slice, ið
varð tikið í nýtslu í 1999. Men trupul
leikarnir við at nýta kemisk evni til
at avlúsa laksin eru eisini ovurhonds
stórir.
Ovurnýtsla ella misnýtsla av við
gerðarevnum kunnu hava við sær,
at laksalýsnar verða mótstøðuførar
móti evnunum. Granskarar hava
funnið eina ílegubroyting hjá teimum
mótstøðuføru laksalýsnum, sum
helst kemst av viðgerðarevnunum.
Jonhard Eysturskarð, sivilverkfrøð
ingur í biotøkni hjá Fiskaaling, skrivar
í Frøði at áhaldandi nýtsla av Slice ger
at bert lýs, sum eru mótstøðuførar
yvirliva og tí verða lutfalsliga fleiri
av hesum lýsnum. Tá hesar lýsnar so
fáa fleiri avkom, fáa eftirkomararnir
eisini hesa ílegubroyting og tí verða
tær eisini mótstøðuførar móti hesi
viðgerð og tola meira av.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni,
váttar at talan tá er um eina ónda
ringrás, har alarar verða noyddir at
nýta meira og meira viðgerðarevni
fyri at sleppa av við lýsnar, við tí
úrsliti at lýsnar tola meira og meira
av.
Noreg og Kili í somu støðu
Trupulleikin við laksalúsini er ikki
serføroyskur og er heldur ikki verri
í Føroyum enn aðrastaðni. Eisini í
Noregi og Kili, ið eru stórir framleið
arar og okkara fremstu kappingar
neytar innan alivinnuna, stríðast
tey av øllum alvi fyri at basa laksa
lúsini. Samstarvað verður eisini
tvørtur um landamørkini fyri at
finna bestu viðgerðarhættirnar
móti laksalúsini. Sostatt er talan
ikki um ein avbyrgdan ella serfør
oyskan trupulleika. Orsøkin er, sam
bært Jonhard Eysturskarð í Frøði, at
ílegubroytingarnar ikki hava nakað
landamark. Tí spreiða tær seg til
onnur aliøki, hóast stórt hav er mill
um firðirnar. Tí hava myndugleikar
og vinnulív ásannað, at loysnirnar
heldur ikki hava nakað landamark.
Bulurin í føroyska
búskapinum
Alivinnan er hinvegin tann stóri bul
urin í føroyska búskapinum, serliga
síðani botnfiskaveiðan seinastu ár
ini hevur lagt seg á eitt støði, ið er
undir tí, vit sóu í kreppuni fyrst í
90’unum. Saman við einum brádliga
bólgnandi uppisjóvarfiskiskapi
hevur alivinnan hildið føroyska
búskapinum á rímiliga sløttum sjógvi
meðan fíggjarkreppan herjaði aðra
staðni í heiminum. Alivinnan stóð
í 2014 fyri helvtini av føroyska mat
vøruútflutninginum og fluttu tá út
fyri tríggjar milliardir krónur.
Trupulleikin við laksalús er tí sera
álvarsligur. Tað ásanna bæði alivinna,
landsdjóralæknin og landsstýris
Í Føroyum eru
fýra ferðir fleiri
kynsbúnar lýs á
laksinum í ár enn
í 2014«
Atli Gregersen
LAKSALÚS
KANN KOPPA
FØROYSKA
BÚSKAPINUM
Alivinnan í Føroyum er undir stórum trýsti av laksalús.
Lúsin setist á laksin og etur seg inn gjøgnum skræðuna.
Klárar alivinnan at halda lúsini skák, heldur dagligdagur
fram sum vant. Vinnur lúsin, kann tað við einum høggi
skræða teppið undan øllum tí føroyska búskapinum
Poul Michelsen, landsstýris
maður í alimálum, fær reglu
liga og beinleiðis kunning um
álvarsligu støðuna í alivinnuni
minst eina ferð um mánaðin
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
ALIVINNA