Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 25 Umboð fyri allar flokkar hava verið á Hotel Vágum í tveir dagar og tosa um pensjónsnýskipan ÁRNI GREGERSEN L andsstýriskvinnan við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðar- flokkurin, hevur sett sær høg mál fyri, nær í eina semja er gjørd um eina pensjónsskipan. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar hava í viku verið í tveir dagar saman á Hotel Vágum og tosa um eina pensjónsnýskipan. Umframt umboð fyri flokkarnar vóru landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, og landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuel- sen, Javnaðarflokkurin, við á fund- inum. Harafturat vóru fleiri serfrøð- ingar við á fundunum. Í meira enn 10 ár hevur politiska skipanin arbeitt við einari nýggjari pensjónsskipan, men nógv útskifting hevur verið í politisku flokkunum, so ein aprtur av teimum báðum arbeiðsdøgunum, hevur verið at kunna nýggju fólkini um hvussu støðan er í dag, umframt at serfrøðingarnir eru komnir við nýggjastu tølunum og nýggjstu framskrivingarnar. Tríggjar súlur Arbeiðið við at gera eina nýggja pensjónsskipan er um framtíðar pensjónir – ikki pensjónin hjá teimum, sum longu eru farin av arbeiðsmarknaðnum. Tað er støðan hjá teimum, sum í løtuni eru miðskeiðis í arbeiðslívinum og teimum, sum yngri eru, fundast hevur verið um. Allar framskrivingar vísa, at tað er torført at skapa haldføri í búskapinum tí talið av pensjonistum er skjótt vaksandi. Eyðgunn Samuelsen sigur, at pensjónin helst fer at byggja á tríggjar súlur: almenna pensjónin, pensjónin á arbeiðsmarknaðnum og so egið inngjald. Landsstýriskvinnan boðaði frá, at ætlanin er, at hetta arbeiðið skal vera liðugt hálvan mai. Arbeiðsbólkurin skal til tá hava fund einaferð um vikuna. Bæði andstøðan og samgongan vóru á fundunum í Vágum. – Stórur partur av tíðini fór sjálvandi til at seta nýggju fólkini inn í støðuna sum hon er og vísa nýggjastu framskrivaðu tølini, sigur Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, sum eisini var við á fundinum. Eyðgunn Samuelsen, lands- stýriskvinna við almannamálum, stendur á odda fyri pensjóns- arbeiðnum. Ætlanin er at ein pensjónsnýskipan er klár hálvan mai