hósdagur 14. januar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
24
POLITIKKUR
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal,
Tjóðveldi, er um at vera klárur við nevndini
ÁRNI GREGERSEN
T
að verður ein nevnd,
sum skal fyrireika eitt
uppskot til nýggja lóg um
vinnuligan fiskiskap.
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
fráboðaði
beinanvegin hann tók við starvinum,
sum landsstýrismaður, at farið verður
undir at gera klárt til nýggja lóg um
vinnuligan fiskiskap, sum skal koma
í gildi 1.januar 2018.
Til at fyurireika lógina setir
landsstýrismaðurin eina nevnd, sum
hevur umboð fyri sakkunnleikan og
vinnuna at arbeiða við málinum.
Harafturat skal ein fylgibólkur
frá vinnuni setast og ein politiskur
fylgibólkur.
Nú er nógv tíð fráliðin, men alt
bendir á, at nevndin verður sett
fyrsta dagin og kann fara undir
fyrireikingararbeiðið.
Landsstýrismaðurin hevur eisini
sagt, at lógaruppskotið skal leggjast
fram á ólavsøku ella beint eftir
ólavsøku. Tað vil siga, at nevndin sum
skal arbeiða fær ikki serlgia langa tíð.
Deadline
Júst á fiskivinnuøkinum er tað
soleiðis, at tað er eitt evstamark fyri
nær ein nýggj lóg skal vera liðug.
Galdandi lóg um vinnuligan
fiskiskap fer úr gildi 31.desember 2017.
Tí er neyðugt, at nýggja lógin er klár
at seta í gildi 1.januar 2018.
Verður tað ikki gjørt, so er neyðugt
at leingja lógina, sum vit kenna í dag,
tí vinnan kann als ikki steðga, meðani
bíðað verður eftir nýggjari lóg.
Politiska stríðið á økinum snýr
seg um at býra tilfeingi æðrvísi.
Samgongan hevur eisini sett sær fyri,
at tað skal verða møguligt hjá æðrum
enn teimum, sum eru í vinnuni í dag
at sleppa uppí aprt.
Uppboðssøla er eisini nevnd og
kann gerast aprtur av nýskipanini.
Hetta tykist tó vera tann
knasturin, sum vinnan alls ikki vil
kennast við. Vinnan sigur í dag, at
hon heldur vil gjalda tilfeingisgjald
enn noyðast út at keypa rættindi á
einari uppboðssølu.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, sigur, at
nevndin nú verður almanna–
kunngjørd fyrsta dagin
NEVNDIN HJÁ
HØGNA HOYDAL
VERÐUR KLÁR
FYRSTA DAGIN