Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 23 MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON Rusksúpan við restirbollum. Eg brúkti fryst spinat, eplir, ertrar, purru og hvítar bønir í mína súpan, og so sjálvsagt restirbollar. Vit ótu tað til morgunmat. Perfekt tá ið man vaknar og hevur brúk fyri meira salti og meira vesku enn aðrar dagar – onkur tykkara kennir møguliga hesar dagarnar Rusksúpan við restirsbollum Rusksúpan Ígjøgnum vikuna savnar tú saman alt tað av grønmetinum, tú vanliga hevði koyrt í rusk: Leykskal, gularótatoppar o.s.fr. Koyr tað í eina eskju í køliskápinum (ella í frystuskápinum, um tú ikki veist nær tú fert at gera rusksúpan). Sunnudag leggur tú alt matarruskið í eina grýtu, letur kalt vatn í til tað er undir, og so kókar tú í ca 30 min. Síðani sílar tú matarruskið frá, og eftir hevur tú gylt vælsmakkandi soð, sum er perfekt til suppu. So sleppst heilt undan supputerningum, sum oftast eru fyltir við kunstigum haldevnum og smakevnum. Úr soðnum kanst tú gera suppu, og koyra júst tað grønmeti í sum tær dámar, ella møguliga bara tað tú nú eigur heima? Við epla-restirsbollunum niðanfyri, verður tað til eina heila máltíð. Preið Soðið og harvið suppan smakkar ymiskt, alt eftir hvat fyri matarrusk tú koyrir í. Rusk av leyki, soppum og selleri smakar serstakliga væl. Bitar av ingifer og killi, ella endin á einum parmesanosti er eisini gott. Limir í Brassica-familjuni (kál, brokkoli o.s.fr) er betur at halda seg frá. Tað ger nemliga skjótt suppuna ov beiska. Restirsbollar Tilfar: 400 gr Epli/eplamos 1 egg 100 gram av mjøli 1 spsk av oliven olju   Eigur tú restir av eplum frá døgurðanum í gjár? Ja, so er skjótt at gera restirsbollar - og tað er faktiskt enn lættari enn at gera vanligar suppu-mjølbollar. Hetta er egentliga ein útgáva av Gnocchi (italskt epla-pasta), men eg haldi eisini at tað riggar ordiliga væl í suppu. Mosa fyrst eplini ordiliga væl saman við egginum og olivenolju. Stroy mjølið út á borðið og elt tað saman við eplamassanum til tað verður sum deiggj. Ansa eftir ikki at elta ov nógv mjøl í. Bara soleiðis at deiggið hongur saman. Síðani rullar tú ein bita út til eina langa pylsu og skerur tað í smáar bitar. Tá ið rusksúpanin annars er klár, koyrur tú hesar restirsbollarnar í. Lat kóka í súpanini í uml 3 min, so er klárt. Ljóðar hetta sum eitt gott hugskot? So er rætta løtan at royna tað kanska beint nú.