Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 22 Matgerð – Um at gerast 30, um matspill, um at fáa nýggjar bollar í súpanina og um at onkuntíð er rætta løtan at byrja beint nú - bara tí TJÓÐHILD PATURSSON E r tað í lagi at vit koma í morgin?’ – Í morgin? Í morgin. Uha, altso eg havi roynd fríggjadagin, um 4 dagar. Eg eri langt afturúr. Eg má fyrireika meg. Og so havi eg hasa greinina til Sosialin at skriva, og hasar myndirnar at redigera til kókibókina. Og eg burdi faktiskt eisini skrivað hasa ársrapportina liðna, og tikið jólapyntið niður, og, og… Ja, og 1000 ymisk onnur ting! »JA! komið tit bara!« svaraði eg. Onkuntíð hugsi eg, at eg má vera eittsindur hálv-svøk (og eru flestu okkara nokk ikki tað?). Tí tað er ofta júst tá ið allar mest trýst er á, at eg sleppi, og loyvi mær sjávari bara at vera til, og gera okkurt heilt annað. Ja, tað er næstan so, at eg ikki dugi at slappa av, um eg havi ov lítið at gera. Eg slappi allar mest av, tá ið eg loyvi mær sjálvari eina fríløtu frá øllum trýstinum - møguliga tí at kontrasturin er so stórur? Eg hevði leingi, alt ov leingi, útsett eina vitjan av tveimum so fantastiska fittum og dugnaligum konum – konum sigi eg, tí tær eru um at gerast konur. Ikki konur hjá nøkrum, men bara konur í sær sjálvum. Rættar konur. Og í ár verða tær báðar 30 ár. Tað var júst orsakað av 30 ára føðingardøgunum sum eru fyri framman, at tær komu at vitja meg. Tær fantastiska røsku og dugnaligu konurnar eru farnar undir eina fantastiska spennandi verkætlan, um hvat tað merkir at gerast 30 ár fyri eina kvinnu í dag. Og tær komu at vitja meg fyri at práta við meg og eygleiða meg og mítt lív – sum ein av teimum, ið skjótt fer at innsíggja, at nú styttist, til tað verður mín túrur at fylla 30 ár – takk fyri áminningina tit báðar, eg hevði ikki hugsað um tað fyrr. Morgunin eftir stóðu tær knappu­ liga har – og okkurt stað angraði eg at eg hevði lovað meg til hetta, beint nú í próvtøkutíðum. Men vita tit hvat. Tað var akkurát tað, eg hevði brúk fyri. Løtan var júst hin rætta. Ikki tí at hon var »røtt«, men tí hon var har. Løtan. Og eg trúgvi at tað er soleiðis við nógvum, at vit útseta og útseta, bíða og bíða, tí vit halda at beint nú kann ikki vera rætta løtan. Men er løtan ikki tað tú gert hana til, og kann hon ikki vera røtt, um tú velur hana at vera rætta? Tær báðar frálíku konurnar ið vóru og vitjaðu meg, tær kunnu ikki avgera, at LØTAN ikki er hin rætta at fylla 30 ár, nei, tær kunnu ikki útskjóta tað. Tí tað kemur óansæð um tú kennir teg klára ella ikki. – Og kann man møguliga velja at hugsa soleiðis um onnur ting í lívinum. Siga at rætta løtan er nú, bara tí hon er her? Ja, eg haldi at eg fari at velja løtuna beint NÚ, sum tað røttu at seta míni nýggjárs­mál í verk – nýggj­árið kendist ikki sum rætta løtan - so nú velji eg hesa løtuna, ikki tí at løtan beint nú er meira røtt enn nøkur onnur løta ið kemur (ella er farin), men bara tí, at hendan løtan er her nú, og vit ikki vita hvørjar (og hvussu nógvar) løtur munnu koma seinni. Hendan løtan er røtt – bara tí. – Tað verður nú, at nýggir bollar koma í súpanina (um tú ikki skilur hvat eg sipi til, so mást tú lesa seinasta vikuskiftis-sosial)! Fremst á mínum lista er: Minka um matspill. Og tað átti eisini at staðið á tínum lista! Eg skrivaði einaferð langtsíðani eina stutta grein í kvinnu um matspill. Tá nevndi eg RUSKSÚPAN, sum ein møguleika fyri, hvussu vit kunnu minka um okkara matspill. So her kemur hon aftur, men nú við góðum RESTIRSBOLLUM. Ein fantastiska fitt kona sum skjótt verður 30 ár. SUM tað var gott at eg valdi júst hesa løtuna til tað rættu at fáa vitjan frá kulu konunum, OG røttu løtuna at taka uppaftur kampin ímóti mínum matspilli. Onkuntíð er rætta løtan beint nú – bara tí Durita Dahl Andreassen og Mariann Hansen. Tvær kular konur, sum skjótt verða 30 ár. Onnur kennir seg klára, hon ikki, men føðingardagurin kemur óansæð, og tá verður løtan óiva hon rætta allíkavæl. Tær báðar eru høvdini, sálirnar og búkarnir handan GUT//Productions, og á 30 ára føðingardegnum hjá Duritu, 16. september 2016, frumframføra tær nýggja leikin sum tekur støðu í, hvat tað merkir at gerast 30 ár sum kvinna í dag. Eg gleði meg! Til leikin, og at gerast 30 ár ONKUNTÍÐ ER RÆTTA LØTAN JÚST NÚ