Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 21 fyrireika seg til seinastu tíðina her á fold. Hetta gjørdi Bowie stillisliga, utt­an at umheimurin grunaði tað, har hann nýtti síni skapandi evnir at forma og fyrireika sína egnu ferð um sýn, og tað er ikki fyrstu ferð. Við at skapa so nógvar leiklutir (alter egos), sum David Bowie gjørdi gjøgn­um ár og dag, har hann eisini ímynd­aði sær teirra avlívan, merkti so eis­ini tann beiska veruleika, at ein slepp­ur ikki undan deyðanum, og tað sá Bowie sjálvur ongantíð burtur frá. Tað óumberliga við deyðanum var eis­ini við á útgávuni, har kanska kendi leikluturin hjá Bowie var við í: The Rise and Fall of Ziggy Stardust and the Spiders From Mars (1972). Tað var á hesari útgávuni, at hann við sang­inum »Five Years« kom inn á ávísu tíðar­freistina, ið menniskjalívið hevur her á foldum. Hann var sera egin og gekk altíð egnar leiðir, ið serliga kom til sjóndar, tá hann argandi tók leiklutir á seg, ið fólk ikki altíð dugdu heilt at skilja, hóast tey royndu at seta Bowie í bás. Tað hóvaði honum lítið, og tað undr­aði hann mangan, at sjálvt gløgg fólk høvdu so brúk fyri at greina eina støðu ella gera sær eina niður­støðu einans við at kenna vanliga standard­ in ella siðbundna strukturin av ein­ um stykki. Fyri Bowie handlaði tað ikki um at fara inn í ein leiklut. Tað vóru held­ur leiklutirnir, ið traðkaðu fram úr honum. Bowie legði Ziggy Stardust-leik­ lutin frá sær á konsert í London í 1973, við at spæla seinasta sangin á út­gávuni árið fyri, har hann al­ manna­kunngjørdi, at hetta var hansara seinasta framførsla (sum limur í Spiders From Mars, hóast fleiri viðhaldsfólk skiltu tað so­leiðis, at Bowie takkaði fyri seg á tónleika­ pall­inum). Umboðsstjórin hjá Bowie ætlaði tað eisini øðrvísi. Hansara ætlan var, at Ziggy Stardust skuldi ferð­ast kring knøttin og framføra tey komandi árini, men Bowie visti betur – hann visti, nær tíðin var búgvin til at siga farvæl og nær byrjast skuldi uppá eina nýggja fasu. Eitt seinasta ess í ermuni Sunnudagin 10. januar framdi hann aftur eitt snildi, ið tíverri eisini var hansara seinasta. Bowie, sum fekk stað­fest krabbamein fyri 18 mðr. síðani, hevði stríðst móti sjúkuni sein­astu tíðina, men nú orkaði likam hansara ikki meira. Men tað sigst, at Bowie hevði viðurkent hetta og møtti sjúkuni við opnum eyg­um. Hetta segði Tony Visconti, ið hev­ ur produserað fleiri av hansara út­ gávum, m.a. um Bowie, tá hann frætti deyðs­boðini: – Hann gjørdi altíð tað, hann hevði hug til. Og hann vildi gera tað á sín hátt og á besta hátt. Deyði hansara var satt at siga ikki øðrvísi enn lívið – eitt listaverk. Hann gjørdi Blackstar til okkum sum ein fráfaringargávu. Deyðin sum listaverk; ljóðar kanska ov langt úti hjá summum, men onkursvegna er tað eftirfarandi, tá talan er um Bowie. Hann letur sína 25. útgávu út á sínum 69-ára føðingar­ degi, har fólk fáa møgu­leika at gera sær sínar tankar um loyndarfullu løg­ ini í nakrar fáar dagar, áðrenn stríðið móti krabbamein fær sín enda. At hann yvirhøvur hevði krabba­ mein, kom sum nýggj tíðindi fyri øll. Heilsustøðuna visti vit lítið um. Hann fekk ein hjartatilburð í 2004, ið endaði hansara heimsumfatandi kon­sert­ ferð tá. Eftir 2006 helt hann uppat at spæla konsertir og gjørdi sera fáar samrøður, men í 2013 hoyrdist brád­ liga til hansara aftur, tá hann lat út­ gávuna, The Next Day, úr hondum, áðrenn hann heilt tók okkum av bóli 8. januar í ár við Blackstar. Eftir deyða hansara, sóu við­halds­ fólk og ummælarar skjótt Blackstar sum eina fráfaringargávu til okkum. Nú góvu tekstirnir brádliga meining. Bowie syngur um, hvussu hann hevði yvirlivað, men har hann eisini fyri­reikar seg til deyðan. Sangurin, »Lazarus«, hevur serliga verið tikin fram sum dømi um hetta, har hann byrjar sangin við: »Look up here, I'm in Heaven!«, men eisini sangurin »I Can't Give Everything Away«, er kanska ein sera passandi sangur at enda sína yrkisleið við: »Seeing more and feeling less. Saying no but meaning yes. This is all I ever meant. That's the message that I sent. I can't give everything away...« Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein listamaður framhaldandi kemur við avbjóðandi tilfari til almenningin – heilt til tað síðsta. Hetta gjørdi Bowie eisini, men hetta gjørdi hann í tí stilla. Vit fingu onga upplýsandi samrøðu ella bók við endurminningum. Vit fingu heldur listina, ið var so hug­ tak­andi og áhugaverd sum altíð, sum eins og við uppreisn Lasarus, var, er og altíð fer at vera livandi fyri okkum og kom­andi ættarliðum. POST@SOSIALURIN.FO