Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 20 Innanfyri stutta tíð, hevur tónleikaheimurin mist tvær av sínum heilt stóru stjørnum, ið báðir hava – á hvør sín hátt – verið við til at skriva og menna tónleikasøguna SIGURJÓN EINARSON K rabbamein gjørdi av við teir báðar, Lemmy Kilmister og David Bowie, men harði lívsstílurin hjá hes­um báðum tónleikarum hevði sett síni spor. Her er ein lítil umrøða um teir báðar tónleikararnar, ið andaðust beint báðumegin árskiftið, ávíkavist 70 og 69 ára gamlir. Lemmy – ein tungmálmsfólkaogn Hjá Ian »Lemmy« Kilmister bar væl til at síggja, hvønn veg tað bar. Hann hevði leingi havt heilsutrupulleikar. Trupul­leikar við hjartanum, sukur­ sjúka, sigarrettir, speed og Jack Daniels høvdu gjørt seg somikið inn á Lemmy, at tað ikki longur kundi goym­ast. Ofta varð hann noyddur at geva skarvin yvir, tá hann skuldi fram­føra á palli, men hóast hetta, var hann ikki beinleiðis upptikin av deyð­ anum. Hann koyrdi á víðari. Til hans­ ara 70-ára føðingardag bleiv skemtað við, at Lemmy nokk fór at yvirliva øll. Tveir dagar seinni varð krabbamein stað­festur í heilanum og nakkanum. Tveir dagar eftir tað, var hann deyður. Men hann lat eitt stórt tómrúm eftir seg. Maðurin var sanniliga ser­ merktur. Eingin hevði so serliga rødd sum Lemmy, ið nokk passaði væl til hansara lívsstíl. Hansara serligi máti at standa á palli og framføra er næst­an eitt eindømi, har hann koyrdi nakkan aftur og strekti hálsin upp, meðan hann sang og sera hegnisliga spældi á sín bass-gittar. Við sínum hatti, súkkluróðurskeggi og kúlubelti, sang hann við stórari styrki og mest­ sum í uppreisti. Motörhead var eitt motor­súkkluharkalið, ið spældi krígs­ tón­leik. Hetta er tónleikur, tú koyrir frá, tá tú vilt kenna teg at hava ræði. Lemmy Kilmister var ein av teim­ um minni mentu í tónleika­heim­ inum, ið ikki altíð fekk tað rós, hann hevði uppiborið. »Born to lose, live to win«, stóð á hansara Ace of Spades- tatovering. Hann varð burtur­vístur frá skúlanum, tí hann bardi skúla­ stjóran niður við einum stavi. Eisini arbeiddi hann eitt skifti sum hjálpar­ fólk hjá Jimi Hendrix, har hans­ara upp­gáva var at skaffa rús­evni. Hann var ein útiløgumaður, ein, sum ikki passaði inn. Hendan saman­renn­ingin er tað, ið eyðkendi bólkin hjá hon­um, Motörhead, sum fekk so stóran týdn­ ing fyri aðrar bólkar og tón­leik­arar í eftirtíðini. Lemmy eggjaði tær til at liva fyri at vinna, at gera tað, tær lystir og berjast móti øllum, ið royna at blanda seg í tí, tú gert. Lemmy var ein stórur slóðari fyri tung­málmin. Hann vaks upp í Ong­ landi uttan rokktónleik, men sum ung­lingi hoyrdi hann tónleik frá Little Richard, Chuck Berry, Buddy Holly og Jerry Lee Lewis, ið broytti lívið hjá honum. Hann var til Beatles konsertir í Cavern Club, har hann viðurkendi teirra góða tón­leik, skemt­ inga­semi og óbrýnda mátan at standa á palli. Í sínum endurminningum sigur Lemmy frá einari Beatles-kon­ sert, har John Lennon slær ein mann undir vangan undir konsertini, og síggja vit videobrot frá teimum fyrstu konsertunum hjá Motörhead, so er tað ikki stórt sæð øðrvísi. Í yvir 50 ár brúkti Lemmy uppá at rætta longutong móti slipsa­heim­ inum, ið hann helt lítið um, men harði lívsstílurin tók hart uppá hann. Mangan hevur verið havt á munni, at hann langtsíðani burdi verið deyður, men tá hann ikki var tað, so fór hann – eins og Keith Richards – at yvirliva øll her á foldum. Sjálvur visti Lemmy væl, at hann var deyðiligur. – Deyðin kann ein ikki renna frá, segði hann skemtandi til eina sam­ røðu fyri ikki so langari tíð síðan. – Um eg doyggi í morgin, so havi eg einki at klaga yvir. Tað hevur verið eitt gott lív, hart og við levind og gang. Fullfíggjaða fráfaringar­ gávan hjá Bowie til okkum Í mun til Lemmy, hevði David Bowie fingið eitt sindur meira av tíð at TVEIR MASTODONTAR FARNIR UM SÝN Lemmy og Bowie TÓNLEIKUR