hósdagur 14. januar 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
31
Svenskarar skrivað sangin
Sangurin Who Needs a Heart er ein klassisk Grand prix ballada við
strúkarum, klavi og einum fangandi niðurlagi. Svensku Sara Ljunggren og
Jonas Gladnikoff hava skrivað sangin, sum Kristel Lisberg skal syngja.
Jonas Gladnikoff er ein royndur sangskrivari í Eurovision samanhangi. Hann
hevur skrivað tríggjar sangir, sum hava umboðað Írlandi í Eurovision, og hann
skrivaði eisini sangin Someday, sum íslendska Hera Bjørk sang í Eurovision
í 2009. Ta ferðina endaði hon sum nummar 2 í altjóða kappingini.
EYÐUN KLAKSTEIN
Í
meira enn seks vikur hevur
Kristel Lisberg vitað, at hon
skal verða við í danska Grand
Prixnum í ár.
Europeiska sangkappingin,
sum byrjar við innleiðandi
kappingunum í teimum ymsu
londunum, er væl umtókt tiltak,
sum á hvørjum ári dregur nógvar
milliónir sjónvarpshyggjarar, og
fyri nógvar sangarar er kappingin
ein góður møguleiki at gera vart
við seg.
- Tað er sera spennandi at fáa
møguleikan at vera við í Grand
Prixnum, og tað hevur verið
trupult at hava vitað tað í fleiri
vikur og ikki kunnað sagt tað fyri
nøkrum, sigur Kristel Lisberg.
26 ára gamla songkvinnan
hevur verið frammi í føroyskum
tónleiki, síðani hon var ung
genta, og hon hevur áður roynt
seg í X Factor kapping í Danmark.
Seinastu árini hevur Kristel verið
búsitandi niðri, og hósdagin
avleveraði hon bechelorprojekt í
sínari útbúgving sum optikari.
Passar væl til mín
Kristel Lisberg skal syngja
balladuna Who Needs A Heart, sum
Sara Ljunggren og Jonas Gladnikoff
hava skrivað. Sangurin var valdur
millum teir túsund, sum blivu
sendir inn til í donsku kappingini
í ár.
- Eg bleiv spurd, um eg vildi
koma at royna at syngja ein sang
til Grand Prixið, og tað helt eg var
spennandi. Eg royndi ein sang, og
síðani varð eg biðin um at syngja
ein annan. Tað var ikki fyrr enn
triðju ferð, at eg ordiliga merkti,
at sangurin lá væl til mín, sigur
Kristel Lisberg.
Sangskrivararnir og framleið-
arar vóru við í valinum av sang-
arum til teir ymsu sangirnar,
og tað var orsakað av X Factor
kappingini, at onkur teirra hevði
Kristel í huga.
Tá ið sangurin Who Needs
A Heart varð valdur til Grand
Prixið, var eingin sangari ásettur
at syngja sangin, og tey høvdu
havt fleiri kvinnuligar sangarar
í studio at royna sangin, men tað
var Kristel Lisberg, sum fekk
kjansin.
– Sangurin er ein flott ballada,
har eg kann brúka mína rødd
og veruliga kann syngja sangin
ígjøgnum. Tað passar væl til mín
og mína rødd, og eg haldi, at tey
avgjørdu beinanvegin, at eg skuldi
syngja sangin, tá ið eg hevði roynt
at syngja hann, sigur Kristel.
– Hinir sanginir vóru eitt
sindur lívligari poppsangir, og tað
passaði ikki so væl til mín. Hetta er
veruliga ein sangur, sum eg kann
taka til mín og leggja kenslur í,
sigur hon.
Tað størsta
Melodi Grand Prix er eitt stórt
show í Danmark, og sera nógv
verður gjørt burtur úr sjónvarps-
framleiðsluni í sambandi við
kappingina. Vanliga hyggja
umleið tvær milliónir fólk eftir
kappingini, sum í ár verður hildin í
Horsens tann 13. februar. 10 sangir
fara tá at kappast um at sleppa
við til europeisku kappingina, ið
verður hildin í Svøríki.
– Eg havi ikki roynt nakað so
stórt áður, og eg eri upp á skift
spent og nervøs til kappingina.
Men eg eri í góðum hondum, tí
nógv fólk stuðla og ráðgeva mær í
kappingini. Eg kenni meg trygga,
sigur Kristel Lisberg.
– Fyri meg ræður tað um
at hava fokus uppá sangin og
framførsluna, tí eg vil fegin gera
tað so gott, sum eg kann, og eg vil
eisini njóta hesa upplivingina. Tí
ætli eg mær at hugsa minni um, at
hetta er ein kapping, og at eg skal
vinna, hóast eg sjálvandi veit, at
tað hevði verið ótrúliga stuttligt
at sloppið víðari til kappingina í
Svøríki.
– Tað eru nógvir góðir sangir
og dugnaligir sangarar við í
kappingini, og tað kunnu verða
smáting, sum avgera hvør vinnur
Grand Prixið, tí veit eg væl, at
samstundis sum eg havi ein kjans
at vinna, hava hini eisini ein góðan
kjans, og eg ælti mær at gera hetta
til eina góða uppliving, líkamikið
hvussu úrslitið verður. Fyri meg
hevur tað størstan týdning, at
eg havi eina góða framførslu í
kappingini, sigur Kristel Lisberg.
Eingin stjørna
Kjansurin hjá Kristel Lisberg at
luttaka í Grand Kristel kom óvart
á, tí hon visti einki um sangin, fyrr
enn hon var biðin um at syngja
hann í Grand Prixnum.
– Eg hevði ikki roknað við
at fingið hendan møguleika, og
hann kom mest sum burtur úr
ongum, men kanska ber tað til
at siga, at mín luttøka í X Factor
hevur kastað hetta av sær. Ein av
framleiðarunum kendu meg frá X
Factor, og tað var tí, eg varð spurd
um at syngja sangin, sigur Kristel
Lisberg.
Fýra ár eru liðin, síðani Kristel
Lisberg royndi seg í X Factor
kappingini í Danmark. Ta ferðina
kom hon á skíggjan, men var ein
av teimum, sum varð soldað frá,
áðrenn liveshowini byrjaðu.
– Eg kenni meg nógv betur
fyri at verða við í einari kapping
nú, enn tá eg var í X Factor. Eg
eri meira vaksin og búgvin, og eg
veit, hvat eg skal vænta mær. Tá
ið eg hugsi um X Factor nú, haldi
eg, at eg var í so naiiv og grøn, men
síðani havi eg ment meg nógv bæði
sum songkvinna og sum persónur,
sigur Kristel Lisberg.
– Eg veit betur, hvat hetta
snýr seg um, og hvussu eg sjálv
skal hugsa um kappingina. Eg eri
fullgreið yvir, at sangararnir og
sangirnir í kappingini eru góðir, og
at tað ikki er nakað galið við mær
sum songkvinnu, fyri tað um eg
ikki vinni.
– Eg ætli mær at gera tað besta,
eg kann, og eg veit eisini, at eg skal
ikki verða ein stjørna, bara tí eg eri
við í Grand Prixnum. Tað skal hart
og støðugt arbeiði til fyri at vinna
fram innan tónleikin, sigur Kristel
Lisberg.
Góð móttøka
Sangirnir til danska Grand Prixið
komu av óvart út til almenningin
sunnudagin. Eitt starvsfólk hjá
Sony plátufelagnum gjørdi eitt
mistak í talgiltu skrásetingini
av sangunum, og alt í einum lógu
sangirnir úti á Spotify.
Danmarks Radio, sum skipar
fyri Grand Prixnum, harmaðist
mistakið, men framskundaði
kunngerðingina av sangum og
sangarum. Mikudagin vóru allir
sangararnir savnaðir á tíðinda-
fundi, og nú er full ferð sett á
fyrireikingar og fjølmiðlaumrøðu.
Treytirnir fyri sangirnir eru
broyttar, so nú ber til at tráspæla
sangirnar í radio í fleiri vikur
áðrenn sjálva kappingina, og
sangararnir hava enntá loyvi at
syngja sangirnar live.
– Sangurin hjá mær hevur
fingið góða móttøku, síðani
allir sangirnir komu fram, og eg
haldi eisini sjálv, at hetta er góð
ballada, sum kann standa seg væl
í kappingini, sigur Kristel Lisberg.
Ein partur av avgerðini um,
hvør skal vinna danska Grand
Prixið, er ein atkvøðugreiðsla,
har hyggjararnir kunnu verða við
– eisini hyggjarar í Føroyum.
– Føroyingar plaga at verða
spentir, tá ið føroyingar eru við í
kappingum uttanlands, og eg vóni,
at fólk vilja stuðla mær og eisini
atkvøða fyri mær, tá ið kappingin
verður. Eg eri jú eitt umboð fyri
Føroyar, hóast eg luttaki í einari
danskari kapping, sigur Kristel
Lisberg.