hósdagur 14. januar 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
32
Óli Jacobsen
MATHILDA AV EIÐI:
MISTI MAMMUNA
UMFRAMT TRÝ SYSTKIN
Mathilda fekk eina harða byrjan upp á lívið við at missa fýra
av sínum innan fýra ár. Men hon kom væl undan
2. PARTUR
Í
fyrsta partinum, sum var í Jóla
Sosialinum, varð m.a. greitt frá van-
lukkuni við Nólsoy í 1934, tá ið Mathilda
misti tveir beiggjar. Vissan um hesa van-
lukku fekst, tá ið líkið av kokkinum, Bernhard
Henriksen, rak á land í Íslandi, og hann var
eyðmerktur av trúlovingarringinum, har
navnið á gentuni Anna, stóð í. At Bernhard var
ein serligur persónur sæst í hansara dagbók.
Anna fekk ringin, setti eitt hjarta í hann og
bar ringin allar sínar dagar.
Eg kendi væl Onnu. Mamma hennara var
av Eiði, og Anna plagdi at vera á Eiði á ferðast
á Mýrini, sum húsið kallaðist, haðani mamman
var ættað. Anna bleiv ikki gift.
Seinni, tá ið eg kom í prestagarðin á Nesi,
kom eg at hitta Onnu. Presturin Buhl Nielsen,
var giftur við konu úr Sandavági. Tey fóru
vestur at ferðast, og tey vildu hava meg at koma
við. Tá kom eg at møta Onnu aftur og kom at
vitja tey. Tá havi eg verið eini 16 ár. Anna bleiv
ikki gomul. Hon doyði í 1972, 65 ára gomul.
Abbin doyði eisini á sjónum
Pápi mín misti pápa sin við Garðsbátinum.
Systir hansara, Sigga, fór til Oyrar til Jógvan
bónda at tæna. Hon hevði pápa mín, sum var
lítil drongur, við sær. Pápi plagdi at siga, hvussu
góð tey vóru við hann. Seinni bleiv Sigga gift
við Óla Kristian, son Jógvan bónda, og búsettist
á Oyri. Hon var mamma Pól, Jógvan, kendu
handilsmenninar á Oyri, Ingu, sum giftist til
Sands, og Sannu, sum flutti niður.
Misti eisini mammuna
Mamma doyði í 1936, tvey ár aftaná beiggjarnar.
Tá var eg 15 ár. Eg var úti á Oyri í húsi hjá
systkinabarni mínum, Pól, sum hevði handil.
Hann var pápi Edmund Joensen. Kona Pól,
Hansina, var á hospitalinum og Jona, systir
hennara, sum var gift við Esmar Dahl, var
noydd at fara eini neyðug ørindi til Víkar,
haðani tær vóru ættaðar.
Eg passaði sonin, Òla Kristian, og var eisini
í handlinum hjá Póli.
Tískil var eg á Oyri, tá mamma gjørdist sjúk,
og eg fór norður til Eiðis so skjótt, sum eg kundi.
Tað var sagt at vera lungaplett, sum tey kallaðu
tað. Rasmussen lækni var burturstaddur beint
tá, og tað var ein kvinnuligur lækni. Mamma
fekk ta hjálp, sum hon kundi fáa, men einki
hjálpti. Hon lá einar 10-12 dagar, tá doyði hon.
Aftaná frættist, at Rasmussen hevði verið niðri
at granska hetta, tí tað vóru so nógv sum doyðu
hesa tíðina, men eingin visti hví. Tá kom tað
fram, at tað var havhestasjúkan, mamma doyði
av. Hon gjørdist 48 ár.
Mamma og systir mín, sum doyði í 1932,
liggja í somu grøv.
Beiggin kom til jarðarferðina uttan at vita,
at mamman var deyð.
Tá ið mamma doyði var Jógvan, beiggi, við
Acorn. Hon doyði á hansara 18 ára føðingardegi.
Hann visti sjálvsagt einki, hvussu tað var vorðið
við mammu. Teir høvdu avgjørt at fiska eitt
sindur afturat, men knappliga sigur skiparin:
»Nei, vit seta kós heim«, og tað gjørdu teir.
Kvøldið fyri sum mamma fór til gravar, komu
teir heim. Eg minnist, at pápi segði við meg fyrr
um dagin: »Í dag skuldi mamma tín verið farin
til gravar í hesum vælsignaða veðrinum.« »Sig
ikki so,« sigi eg við pápa. »um nú Jógvan hevði
komið knappliga, so hevði hann ikki sloppið við
til jarðarferðina. Tað hevði verið synd í hon-
um«. Tá kom hann heim sama kvøldið.
Øll fóru oman á Hamarin, tá vit sóu Acorn
koma. Jógvan hugsaði við sær sjálvum, hví so
nógv fólk vóru har. Komin í land fekk hann
boðini, at mamma var deyð. Hon fór so til
gravar dagin eftir og Jógvan kundi vera við.
Buhl Nielsen, presturin á Nesi, talaði til
jarðarferðina hjá mammu.
Tað var sjálvsagt ein sera stórur saknur
at missa mammu. Umframt at vera ein
góð mamma var hon eisini so ordilig, hóast
húsarúmdin var lítil. Tá í tíðini var munur á
sunnudagsklæðum og gerandisklæðum. Tey
vóru eisini hildin hvør sær, so vit vistu, hvat vit
skuldu fara í hvønn dag.
So tað var slag í slag. Tey fóru øll fýra,
systirin, beiggjarnir og mamma, innan fyri fýra
ár. Eftir í húsi vóru pápi, Elna, Jógvan og eg.
Elna var 10 ár eldri enn eg. Hon vildi vera
sum longst í heiminum, og hon var sum ein
mamma fyri okkum yngri systkin.
Pápi var sjómaður
Pápi var sjómaður sum flestu menn tá í tíðini.
Eitt skip, eg minnist hann var við, var Liljuni,
sum var ein trímastrað skonnart hjá Kjølbro.
Eg minnist eisini eina hending tá eg var
smágenta. Hetta var fyrst í 30'unum, og áðrenn
mamma doyði. Abbi, Hans Andrias, fór hvønn
dag og fleiri ferðir um dagin út á Torvanes, har
tað sást út í hav og hugdi eftir, um hann sá
Liljuna koma framvið á veg heim.
Hon var millum tey seinastu skipini at koma
heim, og tað skapti altíð órógv.
Stór var gleðin í bygdini, tá hann sá eitt skip
við trimum mastrum daga undan havsbrúnni,
og hann seinni kundi staðfesta, at hetta
var Liljan. Umframt pápa var elsti beiggin,
Martin, eisini við. Tað vísti seg, at teir høvdu
Siðsøga
Eiðis bygd
Niðri á Vatni og Niðri á Møl á Eiði, har menninir eygleiddu skipini, sum
komu heim undan Íslandi. Málningur hjá Sigmund Petersen