Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 33 Komandi partur Í komandi parti verður Mathilda vaksin og fer heimani frá. havt motorbrek, og hetta var orsøkin til, at teir vóru seinkaðir. Sum dømi um tíðina tá kann nevnast, at pápi plagdi at hava ein sekk av mjøli heim við sær. Hann var keyptur frá Kjølbro, sum so trekti hann frá avrokningini. Sekkurin var settur upp móti kaminuni, so mjølið kundi halda sær betur. Tá ið sekkurin var tómur vaskaði mamma hann, og so varð hann lagdur á gólvið sum ein mátta. Einki mátti fara til spillis. Arbeiddi á hvalastøð Tá ið pápi legðist upp á land, fór hann at arbeiða á hvalastøðini við Áir. Langt var frá Eiðis til Áir. Farast skuldi til gongu suður til Oyrar. Tá kundi farast yvir um sundið við báti. Tá var einki við at koma til hús hvørja nátt. Men tá ið pápi kom heim hevði hann tvøst við sær. Hetta var bíligur matur og framúr sunnu- dagsdøgurði. Tey seinnu árini var hann eisini klokkari. Sum klokkari skuldi hann eisini fáa kirkjuna heita, teir dagar hon varð brúkt. Tað kundi ofta vera kalt, tá hann tíðliga um morgunin fór eystur at kynda, so tað kundi vera heitt, tá fólk fóru í kirkju, tá var kirkjugongd kl. 12.00. Tá var hann sjálvur so kaldur, at hann plagdi tá at koma heim til Elnu, systir, at fáa sær ein heitan kaffimunn. Eiði var stórpláss Eiði var eitt stórpláss tá í tíðini við nógvum fiskiskapi og útróðri. Hetta merkti eisini alla bygdina og ikki minst dreingirnar. Jógvan, beiggi, hevur greitt frá í Dimmalætting í 2001, um tá ið hann saman við øðrum dreingjum gjørdi skip úr gróti uppi á Kolli omanfyri bygdina á Eiði um ta tíðina, skipini riggaðu til at fara avstað á vári. Teir dukaðu á blikk, sum skuldi ímynda dunkini av motorum og reyðar og grønar sodavatnsfløskur við kertustubbum ímyndaðu lanternurnar. Jógvan gjørdist eisini sjómaður alla sína tíð. Skúlagondin Ein lærari hjá mær var Poul Olsen. Hann var kendur fyri at vera ein dúgligur og íðin lærari. Hann virkaði dúgliga fyri avhaldssakini, og hann stovnaði losjuna á Eiði. Tað liggur skrivligt arbeiði eftir hann, sum Føroya Lærarafelag hevur givið út undir heitinum Sáttmálin Mikli. Hann doyði í 1933. Kona hans- ara Annebetta, sum var úr Klaksvík, var eisini lærari hjá okkum. Hon var ein einastandandi góð lærarinna. Seinni kom so Andreas Thomsen, sum var ættaður úr Norðragøtu. Eg gekk tað síðsta árið hjá honum. Hann var giftur við Elisabeth úr Svínoy. Tey fingu eina dóttir, Sólva, og tey spurdi um eg ikki kundi koma niðan til teirra at ansa eftir henni. Hon var ógvuliga fitt. Tað hevði verið stuttligt at hitt hana aftur! Ímeðan eg ansaði Sólvá, segði Andreas Thomsen, at hann hevði hoyrt at mær dámdi væl at spæla uppá ljóðføri. Hann bjóðaði mær at læra at spæla orgul hjá teimum. Tað dámdi mær sera væl. Hann lænti mær eina nótabók, so eg kundi læra meg nótarnar. Hendan læran førdi so við sær, at eg bleiv biðin at spæla til gudstænastur í Eiðis Kirkju og í Meinigheitshúsinum á Eiði. Tá var ein organistur í bygdini, hann arbeiddi í Havn. Tá hann var burtur, varð boð sent eftir mær. Sangurin Mær hevur altíð dámt so væl at syngja og spæla, serliga orgul. Tá ið eg gekk at lesa á Nesi varð eisini sungið nógv. Tá var mamma eisini við. Tað var ein serligur sangur, sum okkum dámdu væl, men ikki rættuliga mintust. Mamma plagdi at siga: »Minnist tú ikki handan sangin?« So ein dag vit sita heima hjá okkum, sigi eg við mammu, at nú haldi eg bestemt at, eg havi sangin í høvdinum. So byrjaði eg so spakuliga at njóra hann. Tað endaði so við, at vit báðar sótu og sungu sangin, har fyrsta ørindi ljóðar soleiðis: Vær du mig nær! Nu aftnen sænker sig, snart mørket råder, vær du nær hos mig! Når andres hjælp og trøst er intet værd, du, hjælpeløses hjælp, vær du mig nær! Hetta er ein so vakur sangur. Eg spæli hann so ofta, tá ið eg eri einsamøll. Mamma hevði eisini eina so ógvuliga vakra sangrødd. Vit sungu eisini nógv heima hjá okkum. Mathilda spælir framvegis orgul 95 ára gomul Gamli skúlin á Eiði Poul Olsen, lærari VANLUKKA Á EIÐI Abbi Mathildu, Pól í Britustovu, doyði á sjónum í 1901. Vanlukkan er lýst í Tingakrossi 26. juni 1901: Ulykkestilfælde Onsdagen i forrige Uge tog 4 Mand afsted fra Eldevig med en ny Baad, som var bygget paa sidstnævnte Sted. Ved Gjov lagde de til for at laane en Aare og ud for »Mølen« lånte de atter en Aare fra en Baad fra Bygden Gjov, som der befandt sig paa Fiskeri. Da Baaden aldrig naaede Bestemmelsesstedet maa den være forulykket, antagelig i Sundet indenfor »risan« og »kerlingina«. De forulykkede vare Aftægtsmand Ole Ellingsgaard (Óli í Garði), hans Søn Kongsbonde Joen Peter Ellingsgaard, Fisker Andreas Dam Andreassen og Poul Johannesen (í Britustovu). J. P. Ellingsgaard efterlader sig Enke og 5 Børn, hvoraf det ældste er ca. 6 Aar gammelt, og det yngste kun et par Maaneder, og A.D. Andreassen efterlader sig ligeledes Enke og 9 Børn, hvoraf kun to ere konfirmerede og det yngste kun 1 Maaned gammelt. Sótu illa eftir Báturin kallaðist Garðsbáturin, sum er eitt gamalt bátanavn á Eiði. Hetta gjørdist seinasti bátur við hesum navni í bygdini. Hetta hevur í hvussu er verið ein óvanlig vanlukka. Teir vóru komnir so langt sum til Risan og Kellingina. Eisini tykist tað merkiligt, at teir hava lænt tvinnar árar á leiðini. Hetta kann benda á, at teir antin hava mist ella brotið fleiri árar. Tey sum mistu, og serliga tey við børnum sótu illa eftir. Trygging mundi vera lítil og eingin. Tann 1. juli sama ár sendi Frederik Petersen, próstur, eitt skriv til Tingakross, við áheitan um at stuðla fíggjarliga ta illa sperdu familj- una hjá Andreas Dam Andreasen, og Tingakrossur boðar frá, at peningur til hetta endamál kundi sendast til blaðið. Longu í 1904 varð familjan aftur rakt. Tá druknaðu tveir synir hjá Andreas suðuri á Vatni á Eiði. Teir vóru tann 13 ára gamli Georg og 9 ára gamli Niels. Teir vóru farnir í torv saman við mammuni, Gretu. Veðrið var gott, og teir høvdu hug at fara útí, og mamman loyvdi tí. Fyrst fór tann yngri beiggin, men har var marbakki beint við land, og hann sakk. Hin beiggin fór til hjálpar, men endin varð, at báðir druknaðu, meðan mamman hugdi at uttan at kunna hjálpa Henda neyðars mamma hevði eina sera tunga lagnu. Hon hevði sum sagt mist mannin í 1901. Hetta ár misti hon eisini ein beiggja. Árið eftir datt ein mammubeiggi hennara oman. Sum ung misti hon pápan og tveir beiggjar samstundis. Ein sonur, Hans Martin, giftist til Kvívíkar. Konan doyði í góðum árum. Men í 1957 misti Hans Martin fýra synir við Stella Argus. Tað var her á leiðini, at Garðsbáturin gekk burtur í 1901