hósdagur 14. januar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016
SOSIALURIN 6
34
Meðan kvinnurnar bardust um hann á stovugólvinum,
royndi maðurin sum best at bjarga stovuhurðini.
DANJAL AV RANA
F
yrr í vikuni møtti ein 46 ára
gomul kvinna í Føroya rætti,
ákærd fyri harðskap og fyri
at hava botið húsafriðin
hjá fyrrverandi sjeikinum. Sambært
ákæruritinum hevði hon tvær ferðir,
tveir fylgjandi dagar, møtt upp
heima hjá fyrrverandi sjeikinum og
sligið, sparka og klóra nýggju damu
hansara. Kvinnan noktaði seg seka.
Ákærda greiddi frá, at so vítt hon
visti, vóru tey bæði enn par, tá hon
møtti upp heima hjá manninum
fyri at handa honum lyklarnar til
eina íbúð, sum hon hevði vaskað fyri
hann. So seint sum kvøldið framman
undan hevði hon verið heima hjá
mannninum, hon hevði sovið har ta
náttina og var farin heim til sín sjálvs
um morgunin. Bæði maðurin og hin
daman nokta tó fyri, at ákærda var
hjá manninum hesa náttina.
Um kvøldið kemur ákærda fram
við aftur. Hurðin stóð opin, maðurin
var ikki inni, men inni í køkinum
stóð ein fyri ákærdu fremmand
kvinna. Hetta var nýggja daman
hjá manninum. Ákærda og nýggja
daman vóru ikki á einum máli um,
hvat síðani hendi, tá tær greiddu frá
í rættinum.
Ákærda vil vera við, at hin kvinnan
kom rennandi úr køkinum og leyp á
seg, roytti og sló hana, meðan ákærda
einans royndi at verja seg. Hon við-
gongur, at kanska hevur hon í síni
verjuroynd klóra hina kvinnuna
um armarnar. Hin kvinnan sigur,
at tá ákærda sá seg í køkinum, fór
hon at leika í og spyrja, hví hon var
í húsinum. Síðani byrjaði ákærda
at sláa og klóra, meðan hin royndi
at verja seg, meðan hon rópti eftir
manninum, sum var uttan fyri og sló
grasplenuna. Ákærda sló, sparkaði og
klóraði seg, meðan hon einans royndi
at verja seg.
Maðurin kemur rennandi, tá hann
hoyrir róp úr húsinum. Tá hevur
daman blakað tasku og skógvar hjá
ákærdu kvinnuni út, meðan ákærda
rópar nøkur ókvæmisorð móti nýggju
damuni hjá manninum. Ákærda fær
fortalt manninum, at hon enn er
góð við hann, áðrenn hon rýmir av
staðnum.
Út á kvøldið meldar ákærda
tilburðin til løgregluna, men tá
hevur hin kvinnan longu gjørt tað
sama. Ákærda fær tá greið boð frá
løgregluni um at halda seg burtur
frá bústaðnum hjá manninum.
Vendi aftur dagin eftir
Men gakk, longu dagin eftir er hon
aftur. Hon sigur, at hon ætlaði at
tosa við mannin, men væntaði ikki,
at hin daman fór at vera til staðar.
Innkomin liggur maðurin og svevur
á sofuni, men meðan ákærda roynir
at vakja hann, kemur hin kvinnan inn
og so verður galið.
Tær loypa í krovið á hvørji aðrari.
Ákærda greiðir frá, at hin kvinnan
rendi peikifingurin upp í eygað á
henni og rópti við harðari rødd, at
hon skuldi fara út. So verður hon
álopin. Ákærda sigur, at hin daman
dró í turriklæð hennara og var um
at kvala hana, áðrenn hon megnaði
at ríva seg leysa. Hon fekk so ilt um
hálsin, at hon fór til løgregluna at
melda málið aftan á, men aftur hesa
ferð var lítil hjálp at heinta haðani.
Hin kvinnan greiðir frá, at tær
fóru at berjast. Ákærda sló seg
fleiri ferðir, bæði við flatari hond og
knýttum neva, meðan hon royndi
sum best at verja seg.
Mátti bjarga stovuhurðini
Maðurin vaknar sum vera man av
ganginum.
– Tað bleiv eitt sovorðið rok inni
í stovuni, tí tær ruku veruliga í
tottarnar á hvørji aðrari og bardagin
vardi eina góða løtu, greiddi hann frá
í rættinum.
Kvinnurnar báðar detta móti eini
stórar glashurð í stovuni og mað-
urin verður tá upptikin av at bjarga
hurðini. Stór og dýr var hon, og hann
helt tað vera stórt spell, um hon
skuldi farið í knús. Tað var ikki fyrr
enn hann hevði tryggjað hurðina, at
hann legði upp í millum kvinnurnar.
Maðurin greiddi frá, at hann
megnaði ikki at sissa damurnar, fyrr
enn hann hótti við at ringja eftir
løgregluni. Tá kom ákærda til sín
sjálvs aftur og fór avstað.
Orsøkin er svartsjúka
Ákærin ynskti at kvinnan varð
dømd 40, 50 dagar fongsulsrevsing.
Hon vísti á, at ákærda møtti óboðin
upp og at forholdið millum hana
og mannin var liðugt longu eitt
ár framman undan hesi hending,
sambært manninum. Ákærin vísti
á, at bæði maðurin og hin kvinnan
greiddu frá, at tað var ákærda, ið
var tann aggressivi parturin, og hon
helt tað vera skerpandi, at kvinnan
fór aftur á bústaðin, hóast løgreglan
hevði givið henni boð um at halda seg
burtur.
- Tað tykist greitt, at tað var
svartsjúka, ið elvdi til hendingina.
Hetta hjálpir at fata, hví hon gjørdi,
sum hon gjørdi, men skal als ikk
skiljast sum linnandi umstøður, segði
ákærin.
Verjin vildi vera við, at talan í
stóran mun var um eina misskiljing.
Kvinnan var komin fyri at lata
manninum ein lykil og tosa um løn,
og tað var hin kvinnan, sum hevði
tikið stig til harðskap.
- Talan er um tvær kvinnur, sum
báðar vilja hava sama mann, so
sjálvandi eru nógvar kenslur upp á
spæl, segði verjin.
Hon vísir eisini á, at skaðin á
kvinnuna er sera avmarkaður, og tí
kann harðskapurin ikki hava verið av
harðliga slagnum.
Dómarin valdi at geva kvinnuni
ein treytaðan dóm í 30 dagar.
- Hetta er eitt keðiligt mál,
sum tað altíð er, tá talan er um
kærleiksforhold. Hóast talan er um
svartsjúku, so er harðskapur ongantíð
góðtikið, segð i dómarin. Dómarin
metti ikki, at talan var um ein bardaga
í revsirættarligum forstandi, og
tí kundi ákærda ikki verja seg við
hesum. Hinvegin vísti dómarin á,
at talan var um avmarkaðan skaða
og ikki harðligan harðskap og tí
fekk kvinnan ein lutfalsliga linan
dóm, sum harumframt varð gjørdur
treytaður.
KÆRLEIKSDRAMA Í HAVN
Inni á vesinum tók maðurin um hálsin á gentuni, kroysti hana inn í hornið og royndi at mussa hana.
DANJAL AV RANA
Ein 36 ára gamal maður varð fyrr í
vikuni funnin sekur í harðskapi og
blygnaðarskemd. Ein morgunin í heyst
gjørdi hann seg inn á ein annan næming
inni á vesinum á Fróðskaparsetrinum.
Hann tók um hálsin á henni, trýsti hana
inn í eitt horn og royndi at mussa hana.
Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni
og greiddi frá, at hann einans ynskti at
tosa við gentuna um eina hending eftir
eina veitslu í mai mánað í fjør.
Tey bæði ganga í sama flokki
á Setrinum, men hava annars lítið
samband og kendust ikki framman
undan.
Heldur seg vera dopaðan
Ákærdi greiddi frá, at hendingin á
vesinum skal síggjast í ljósinum av eini
veitslu, sum Fróðskaparsetur Føroya
skipaði fyri í Dansifrøi í samband við
50 ára dag setursins.
Ákærdi greiddi frá, at fólk í flokk-
inum høvdu ballast á Setrinum, áðrenn
leiðin gekk niðan í Dansifrøi. Hann
hevði tí eina góða kenning, tá hann kom
í veitsluna. Seinni verður hann biðin um
at koma út at roykja og sigur tá, at tað
skar hann í eygað, at alt sá so kunstigt
út, sum um at okkurt varð fyrireikað.
Meðan hann stendur og roykir, kemur
onkur til hansara við einum glasi av
reyðvíni. Sjálvur heldur hann, at tað
var gentan í flokkinum. Hvussu er og
ikki, ákærdi veit ikki til sín aftur fyrr
enn morgunin eftir, og er sannførdur
um, at onkur hevur koyrt okkurt í glasið.
Tað var hesa hending, sum maðurin
vildi tosa við gentuna um hendan
heystarmorgunin. Hann helt tað vera
best at gera tað, tá hon var einsamøll og
tók tí av møguleikanum sum beyðst, tá
hon fór inn á vesið. Hann fór aftaná, og
bíðaði, til hon kom út aftur.
Ákærdi greiðir frá, at hann tók um
armin á henni, men at gentan tá gjørdist
ógvuliga kløkk, skræðir seg leysa og
klórar hann. Tað tykist ikki, sum gentan
veit, hvat ákærdi tosar um, greiddi hann
frá. Hann noktaði fyri at hava tikið um
hálsin, fyri at hava kroyst hana inn í
hornið og fyri at hava roynt at mussa
hana.
Tað er tó væl møguligt, at mín
atburður hevur virka ógvusligari fyri
henni, enn eg hevði ætlað, segði ákærdi.
Ræðist øll fremmand
mannfólk
Gentan greiddi frá, at tá hon kom út úr
vesinum, stóð ákærdi fyri henni. Hann
spyr tá um hendingina í veitsluni,
samstundis sum hann tekur um hálsin á
henni, kroystir hana inn móti horninum
á vesinum, lenar kropp sín móti hennara
og roynir at mussa hana. Gentan greiddi
frá, at hon royndi at berjast ímóti, og
vendi andlitinum burtur, men at hon
merkti luktin av kaffi frá munninum á
manninum og skeggstubbar hans-ara
móti kjálka sínum.
– Tað var ræðandi, óunniligt og als
ikki í lagi, at hann royndi at mussa meg,
sigur gentan, sum síðani regluliga hevur
gingið til sálarfrøðing. Hon sigur, at tað
enn er trupult at tosa um málið.
– Eg ræðist bæði hann og øll onnur
fremmand mannfólk, og tað svartnar
enn fyri mær, um onkur nemur við
hálsin, greiddi hann frá í rættinum.
Gentan greiddi tó í rættinum frá, at
hon als ikki var til staðar á umtalaðu
veitslu. Hon visti tí ikki, hvat hann tosaði
um og tað kann heldur ikki hava verið
hon, ið handaði ákærda reyðvínsglasið.
Ein lærari gekk júst framvið, tá
gentan kom út úr vesinum og skilti
umgangandi, at okkurt varð áfatt.
Gentan var týðiliga skelkað, og tó at
hon tosaði ósamanhangandi, megnaði
hon at greiða frá, hvat var hent. Saman
við gentuni meldaði hann málið til
løgregluna. Maðurin varð burturvístur
av Setrinum og gentan fekk kreppuhjálp
frá Setrinum.
Skar nærum mann á háls
Maðurin er einaferð fyrr dømdur fyri
grovan harðskap. Í 2012 varð hann
dømdur sjey mánaðar fongsulsrevsing,
har av tveir vóru treytaðir, fyri at hava
skorið ein mann nærum á háls við
knívi, umframt at hava sligið hann við
knýttum nevum og hótt við at drepa
hann. Partur av treytaða dóminum var,
at maðurin skuldi í viðgerð fyri sína
alkoholmisnýtslu og vera undir eftir-
ansing av kriminalforsorgini.
Maðurin greiddi í rættinum frá, at
hann drekkur enn, men var ann-ars
fegin um sítt samband við kriminal-
forsorgina, sum hann metti seg fáa
nógv burtur úr sjálvur. Ákærin las tó
eitt skriv frá kriminalforsorgini, sum
metir, at hetta eftirlitið hevur lítla
ávirkan og at maðurin fær lítið burtur
úr. Kriminalforsorgin metir tí ikki, at
maðurin egnar seg til víðari eftirlit undir
teirra ábyrgd.
Ákærdi metti, at gentan og lærarin,
ið var vitni til hendingina, bæði høvdu
greitt trúverdiga frá, hvat var hent og at
frágreiðing teirra hevur verið hin sama
gjøgnum alt málið. Hon vísti á, at tey
bæði einki samband høvdu framman
undan hesum og at tí var eingin ivi
um at talan var um blygnaðarskemd,
tá hann royndi at mussa hana móti
hennara vilja. Tað var eingin ivi um, at
hon føldi seg skemda.
Hon bað tí um, at ákærdi fekk eina
fongsulsrevsing á 40 dagar, og metti ikki,
at ein treytaður dómur tænti nøkrum
endamáli í einum slíkum føri. Maðurin
er dømdur fyrr, eins og at ákærin metti
ikki, at ákærdi enn heilt hevði skilt,
hvussu grovt tað, hann hevði gjørt, var.
Verjin bað um, at maðurin skuldi
frídømast. Hon helt fast við frágreiðing
mansins, um at hann einsans hevði tikið
í armin á gentuni, tí hann vildi hava
hana at standa til svars fyri tað, sum
hent varð í veitsluni várið fyri. Talan
var einans um eina konfrontatión, og
ongantíð var ætlanin at gera seg inn á
hennara likam ella hennara blygd.
Dómarin metti, at maðurin var
sekur í ákærunum, bæði um harðskap
og um blygnaðarskemd. Hann valdi tó
ikki at áseta nakra revsing enn, tí hann
kundi hugsa sær, at kriminalforsorgin
greiddi nærri frá, hví tey ikki mettu, at
tað var til gagns fyri mannin, at vera
undir teirra eftirliti. Revsingin verður
tí ásett nærri seinni.
Blygnaðarskemd á Setrinum
Í RÆTTINUM