Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JANUAR 2016 SOSIALURIN 6 35 Mikukvøldið, 20. januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULUNI á Læraraskúlanum. Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar. Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst. Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum. Á fundinum verða stuttar framløgur frá panelinum um støðuna á eldraøkinum. Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Torbjørn Jacobsen, Rósa Samuelsen, Pauli T. Petersen, Elisabeth Myllhamar, Mikkjal Sørensen, Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg. Orðaskifti Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt. TIGN STATUS Á ELDRAØKINUM ØKISTÆNASTAN HJÁ SKÁLAFJA RÐAR SAMSTARVINUM fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsu røktarar og heilsu­ hjálparar at arbeiða í tíðarskeiðnum frá 01. juni til 31. august 2016. Arbeiðið umfatar heilsu­ og sjúkrarøkt, stuðul og vegleiðing til borgarar, sum búgva heima og/ella á Eysturoyar Røktar­ og ellisheimi og á Sambýlunum hjá Økistænastuni. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Lønar­ og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Økistænastuna, tel. 478200 ella tpost sam@sam.fo Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 03. februar 2016. Umsóknin, merkt „summarfrítíðaravloysari”, skal sendast til : sam@sam.fo ella Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Friðartún 1 FO-620 Runavík FRÍTÍÐARAVLOYSARAR søkir ØKISTÆNASTAN HJÁ SKÁLAFJARÐASAMSTARVINUM søkir FÓLK TIL FYRISITINGINA Økistænastan hjá Skálafjarðasamstarvinum søkir starvsfólk til Fyrisitingina frá 1.mars 2016 ella skjótast gjørligt. Starvstíðin er 28 tímar um vikuna. Um starvið Arbeiðsuppgávurnar fevna um: ● Postmóttøku ● At stovna øll mál í journalini ● Dagliga arbeiðinum við journalini ● Skrásetingar í Vagtplan ● Veita deildunum neyðuga hjálp og ráðgeving við Vagtplan Førleikar ● Hollar royndir við 3600 journal skipanini og Vagtplan ● hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir ● hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga ● hevur hollan teldu kunnleika, og hevur royndir við skipanunum hjá Landsnet og 3V ● er álítandi og nærløgd/lagdur ● hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og eitt jaligt sinnalag Vit kunnu bjóða tær Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, har tú í stóran mun kemur at hava ávirkan á tín arbeiðsdag. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarstaðið er í løtuni Eysturoyar Røktar- og ellisheim. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Lønin er sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag Umsókn Umsókn við prógvi v.m. skulu sendast til Økistænastuna hjá Skálafjarðasamstarvinum, Friðartún 1, 620 Runavík, ella til teldupost.: sam@sam.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27.01.16 kl. 12:00 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tordur J. Niclasen, leiðara á tlf. 478 200. Økistænastan hjá Skálafjarðasamstarvinum fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og røktarheim. Økistænastan telur um 122 ársverk, sum arbeiða í okkara 23 bygdum við 6.000 íbúgvum.