mánadagur 18. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi síða 13
Útróðr
arbátar
rokaðust
á útróðri
tíðindi síða 11
Skulu
rinda
skuldina
til hvalin
Tað hóvaði ikki løgtingsformanni
num, at Sosialurin í síðstu viku
kundi avdúka, at hann kann síggja
fram til eina lukrativa tilveru sum
pensjónistur.
Sum løgtingsformaður fær hann
slakar 78.000 krónur í løn um mán
aðin. Við skattafríu ágóðunum
liggur lønin hjá honum um 85.000
krónur um mánaðin. Men ikki nóg
mikið við tí. Tí saman við lønini hjá
løgtingsformanninum fær hann
rætt til pensjón, sum er 60 prosent
av lønini – tá hann røkkur pen
sjónsaldri.
Tann pensjónin er í dag 46.500
krónur um mánaðin.
Løgmaður fær somu løn, sum
løgtingsformaðurin. Man hann fær
ikki hesa ovurhondsfeitu pensjón
ina. Aksel V. Johannsen fær 15 pro
sent oman á lønina í pensjónsgjaldi.
Tað er 11.625 krónur, sum verður
goldið inn á eina pensjónskontu um
mánaðin aftur at lønini.
Men skal Aksel V. Johannesen
fáa somu pensjón sum Páll á Reyna
túgvu, 46.500 krónur um mánaðin,
so skal hann gjalda í minsta lagi
150.000 krónur um mánaðin til hesa
pensjónsskipan. Ja, tú læs rætt, ein
ar 150.000 krónur um mánaðin!
Tað var uttan iva ein feilur, sum
Kaj Leo Holm Johannesen og hans
ara umsiting gjørdu, tá tey løgdu
lógaruppskotið fram um at broyta
lønir og eftirlønir hjá landsstýris
fólkum uttan at tillaga lógina hjá
tingfólkum samstundis.
Ein feilur, sum ger, at løgtings
formaðurin í veruleikanum fær
einar tvær milliónir meira í løn enn
løgmaður um árið, tá lukrativa pen
sjónin verður roknað við.
Løgtingsformaðurin sigur, at
talan er um eitt persónligt álop á
seg, tá Sosialurin umrøður málið.
Tað var tað als ikki. Tí Sosialurin
staðfesti, at lønin hjá løgtingsfor
manninum varð broytt, tí at lógin
um landsstýrislønir varð broytt.
Í lógini um løn hjá tingmonnum
stendur, at »løgtingsformaðurin
verður løntur sum løgmaður« – tí
hækkaði lønini av sær sjálvum.
Men um nakar stirðil er í løg
tingsformanninum, so syrgir hann
fyri at broyta hesa lógina. At tosa
um at seta uttanhýsisnevndir er
uttanumtos. Tí sjálvandi skal løg
tingsformaðurin ikki hava 46.500
krónur í pensjón um mánaðin – tað
er tað, sum vit kunnu kalla hol í
høvdið!
Eingin man hava ætlað for
manninum hesa ørandi upphædd
í almennari pensjón. Hetta er bara
tilvildarligt og vánaligt lógarsmíð.
Tað er nú einaferð so, at politik
arar áseta sínar egnu lønir – og tað
er sum at lata revin ansa hønunum!
Rætta handan feilin Páll!
Á bygdarráðs
fundi 12. januar
2016 samtykti
Hvalbiar komm
una at seta Siri
Næs Olsen sum
leiðara fyri dag
stovnaøkið
Vilmund Jacobsen
Siri Næs Olsen er útbúgvin
námsfrøðingur
og
hevur
seinastu 10 árini starvast sum
leiðari og námsfrøðingur í
frítíðarskúlanum - Smæruni
- hjá Tvøroyrar kommunu.
Siri er ættað úr Hvalba,
men er búsitandi í Trongis
vági, og hon byrjar í starvi
num hjá Hvalbiar kommunu
longu í hesi vikuni.
Fimm umsóknir komu til
starvið sum leiðari fyri dag
stovnaøkið í Hvalbiar komm
unu.
Kommunan
hevur
fram til 1. januar 2016 havt
samstarv
við
Tvøroyrar
kommunu um barnaansing
arøkið, men nú er hetta sam
starv sagt upp.
Nýggjur barnagarður
Hvalbiar kommuna byggir í
løtuni barnagarð, sum ætl
andi verður liðugur um árs
skiftið 2016/ 2017.
– Barnagarðurin, sum fer
at liggja um einar 11 miljónir
krónur, er ein hin størsta
einstaka verkætlanin hjá
kommununi, síðan skúlin og
grótkastið vórðu bygd.
Trúgvi
Gudmundarson
hevur áður sagt við Sosialin,
at barnagarðurin verður um
leið 600 fermetrar stórur, og
her verður pláss fyri tilsam
ans 60 børnum í vøggustovu,
barnagarði og frítíðarskúla.
– Vit hava ongar trupul
leikar av at fíggja íløguna,
og henda íløga fer ikki at
tyngja um raksturin hjá
kommununi nakað serligt, tí
stovnurin fer samstundis at
spara kommununi nógvan
pening, sigur borgarstjórin.
Siri dagstovnaleiðari
í Hvalbiar kommunu
Vilmund Jacobsen
– Eitt línuskip kemur inn at
landa í dag, og síðan koma
fleiri inn seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Før
oya vita tey at siga, at ís
fiskalínuskipini, sum royna
undir Føroyum, fáa mest av
toski og hýsu og nakað av
longu og brosmu.
– Fýra frystilínuskip eru
á Flemish Kap og fiska tosk.
Útlitini til útróður eru
góð. Streymurin verður
góður, og veðrið verður eis
ini gott.
– Vit vænta tí nógvan
útróður. Bátarnir fáa so at
siga bara tosk og hýsu.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at flestu pør
eru til fiskiskap, men helst
kemur bara eitt par inn
at landa í dag. Hini pørini
koma, sum vikan gongur.
– Fiskiskapurin hjá par
trolarunum er ikki av tí
besta. Skipini fáa nakað av
longu, kongafiski og toski
sum hjáveiðu.
Um djúpvatnstrolarar
nar verður sagt, at fimm
fiska upsa, svartkalva og
kongafisk, og ein fiskar
blálongu.
– Onkur kemur helst
inn at landa í dag, og nakrir
koma seinni í vikuni.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaði Føroya gjørdi
sínar metingar um hesa
vikuna, vóru seks trolbátar
til fiskiskap. Allir fiska hav
tasku og koma inn at landa
miðskeiðis í vikuni.
– Men, fiskiskapurin hjá
trolbátunum er smáligur,
verður lagt aftrat.
Gott veður og
góður streymur
46.500 kr í pensjón til
tingformannin er hol í høvdið!
Tað verður Siri Næs Olsen, sum fer at leiða
barnagarðsøkið í Hvalbiar kommunu