mánadagur 18. januar 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
Eirikur Lindenskov
– Hon hevur í hálva øld
virkað
sum
sangskrivari,
tónasmðiur og sangari. Hon
hevur búð og virkað uttan
lands, men hevur altíð havt
tætt tilknýti til føroyska
pallin. Og við sínum kenda
frásøgukynstri hevur hon
verið ein sterk kvinnurødd á
føroyska mentanarpallinum.
Tað segði Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum, tá hon fríggjakvøldið
handaði
Anniku
Hoydal
Mentanarvirðisløn Landsins,
sum umframt heiðurin er ein
gáva upp á 150.000 krónur.
Rigmor Dam vísti á løgini
til tekstir hjá Hans Andreas
Djurhuss og bróður hennara,
Gunnari Hoydal, og fram
førslur hjá Anniku Hoydal
saman við eitt nú Harka
liðnum, har tey hava skapt
fleiri fólkaoginir.
Umframt menanarvirðis
løn landsins, so vórðu eisini
handaðar
»Heiðursgáva
landsins«,
»Sømdargáva
landsins« og »Virðisløn til
ungt listafólk«
Og tað var arkitekturin
Palli Gregoriussen, sum fekk
heiðursgávu landsins, sum
umframt heiðurin er ein
gáva upp á 75.000 krónur.
Rigmor Dam segði í sam
bandi við handanina, at Palli
Gregoriussen hevur virkað í
eitt langt lív sum arkitektur.
– Hann hevur havt tekni
stovu í Føroyum sum eina
ta fyrstu, sum eisini virkaði
sum ein klekingardepil fyri
ungar føroyskar arkitektar,
og hann hevur víst ans fyri
føroyskari mentan.
Rigmor Dam vísti eisini á,
at Palli Gregoriussen vann
kapping, sum Sparikassin
skrivaði út í 1961 um at tekna
»føroyska húsið«, sum slóð
aði fyri nógvum nýggjum
føroyskum sethúsum.
Hon vísti á hesa bygning
ar, sum høvuðsverk hjá Palla
Gregoriussen:
• Posthúsið í Klaksvík 1967
• Listaskálin 1970 – og
útbyggingin frá 1993
• Landsbókasavnið 1979
• Útvarpshúsið 1981
Hon segði eisini, at Palli
Gregoriussen sum arkitektur
ofta hevur givið sítt íkast til
mentanararv og samfelags
útbyggingar. Hon segði eis
ini, at hann hevur verið ein
virkin teknari og nevndi
stórverkið um føroysku træ
kirkjurnar sum dømi um týð
andi avrik hansara.
Skaldið
í
Fuglafirði,
Alexandur Kristiansen, fekk
sømdargávu landsins, sum
er ein lívslong heiðursgáva
upp á 20.000 krónur um árið
fyri útint listarligt avrik, ið
verður mett at hava týdning
fyri samtíð og framtíð.
Alexandur
Kristiansen
er kendur fyri sínar mongu
yrkingar, bæði til børn og
vaksin.
Sjálvur lýsti hann seg
sjálvan á heldur skemtandi
hátt. Hann ímyndaði sær
tveir mans, sum einaferð úti
í framtíðini stóðu og tosað
um mentan.
So spyr annar:
– Hvør var Janus Djurhuus?
– Jú, tað var hann, sum yrkti
»Móses á Sinafjalli«
– Hvør var Alexandur
Kristiansen?
– Jú, tað var hann sum yrkti
»Hei hei Nikolai...«
Virðislønina til ungt listar
fólk fekk ungi filmslistar
maðurin, Andrias Høgenni.
Hann býr í Danmark, og var tí
ikki til staðar í Norðurlanda
húsinum fríggjakvøldið, og
tí vóru tað foreldur hansara,
Elsa Jóhanna og Hilmar
Høgenni, sum aftur hesaferð
tóku ímóti virðislønini vegna
sonin. Tað gjørdu teir eisini,
tá hann fyri einum góðum
mánað síðani vann Geyta
virðislønina.
Sum eitt kuriosum á
hátíðarhaldinum
fríggja
kvøldið avdúkaði Rigmor
Dam eisini, at Mentamála
ráðið hevur ognað sær hand
ritið hjá William Heinsen til
bókina »Den yderste Tid«,
sum ongantíð varð útgivin.
Tað
var
Petur
Juul
Samuelsen, sum fyri nøkrum
árum síðani keypti handritið,
tá tað var til sølu hjá danska
u p p b o ð s s ø l u h ú s i n u m
Bruun-Rasmussen.
Hann
helt tað vera synd, at hand
ritið glapp føroyingum av
hondum, og tí keypti hann
tað.
Í samrøðu við sjónvarpið
fríggjakvøldið segði Petur
Juul Samuelsen, at hann
keypti handriti fyri 114.000
krónur, og at prísurin, hann
hevur fingið frá Mentamála
ráðnum er lægri enn tað.
Men tað hevði størri týdning
fyri hann, at handritið kom í
varðveitslu á tryggum stað í
Føroyum, enn pengarnir.
Mentnanarvirðislønirnar
verða handaðar á hvørjum
ári á føðingardegi Williams
Heinesen, sum varð føddur
í Bartskersstovu í Bringsna
gøtu í Havn fyri 116 ársum
síðani.
EIN STERK KVINNURØDD
Á MENTANARPALLINUM
Fríggjakvøldið
vórðu mentafólk
heiðrað á føð
ingardegnum
hjá Williami
Heinesen
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum og Annika Hoydal, sum fekk mentanarvirðisløn landsins upp á 150.000 krónur
Myndir: Allan Brockie
Rigmor Dam og Palli Gregoriussen, arkitektur, sum
fekk heiðursgávu landsins upp á 75.000 krónur
Rigmor Dam við handritinum til »Den yderste Tid«
hjá Williami Heinensen, sum tó ongatíð varð givin út í bók
Rigmor Dam við handritinum til »Den yderste Tid« hjá
Williami Heinensen, sum tó ongatíð varð givin út í bók