mánadagur 18. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
ETISKA MÁLIÐ UM
HJÚNABAND MILLUM
SAMKYND TIL VIÐGERÐAR
Árni Gregersen
Politiska
arbeiðið
var
í
hæddini í endanum á sein-
asta kalendarraárinum, men
síðani hevur verið friðarligt í
Løgtinginum.
Ongir fundir hava verið í
tingsalinum og nevndirnar
hava ikki havt fundir fyrr
enn í dag.
Kortini hevur ein part-
ur av tingfólkunum verið
savnað í tí stóra pensjóns-
bólkinum, sum seinni í ár
skal koma við uppskoti um,
hvussu pensjónin skal skip-
ast í komandi árunum.
Men nú er tingið farið til
arbeiðis.
Fyrsti tingfundurin verð-
ur hósdagin, men alla vikuna
hava fleiri nevndir fundir.
Málið, sum fleiri nevndir
viðgera, er uppskotið um at
broyta
hjúnabandslógina,
so samkynd kunnu giftast
borgarliga.
Talan er í veruleikanum
um trý lógaruppskot, sum
tríggjar ymiskar nevndir
viðgera.
Málið, sum tær fýra Sonja
Jógvandóttir,
uttanflokka,
Kristianna Winther Poulsen,
Javnaðarflokkurin,
Bjørt
Samuelsen,
Tjóðveldi,
og
Hanna Jensen, Framsókn,
hava lagt fram er reint lógar-
tekniskt rættuliga fløkjasligt.
Millum annað tí er talan
um trý ymisk lógaruppskot
Tríggjar nevndir
At talan er um trý uppskot
ger, at uppskotini verða við-
gjørd í trimum ymiskum
tingnevndum.
Mentanarnevndin
hev-
ur havt fund í dag, har
umboð fyri fleiri áhuga-
bólkar hava havt høvi at
gera viðmerkingar til lógar-
uppskotið.
Lógarbroytingarnar, sum
mentanarnevndin
viðger,
snúgva seg um nakrar fylgi-
broytingar.
Broytingin snýr seg um at
sláa fast, at tær broytignar
sum
verða
gjørdar
í
hjúnabandslógini eru um,
at sanmkynd kunnu giftast
borgarliga.
Fyri at hetta skal standa
greitt, so er uppskot um at
broyta eina lóg frá 2008, sum
skal staðfesta, at kirkjuligar
vígslur eru vígslur millum
fólk av ymiskum kyni.
Ásetingin
staðfestir,
at tað, eins og siðvenja er,
framvegis bert eru fólk av
ymiskum kyni, sum verða
vígd ella fáa kirkjunnar væl-
signilsi av hjúnabandinum.
Trivnaðarnevndin
Trivnaðarnnevndin í Løg-
tinginum situr við teim-
um
broytingum,
sum
í
veruleikanum snúgva seg
um at fáa donsku ríkis-
myndugleikarnar at seta
eitt ríkislógartilmæli partvís
í gildi í Føroyum.
Ríkislógartilmælið eitur:
»Anordning
om
delvis
ikrafttræden for Færøerne af
lov om ægteskabs indgåelse
og opløsning, lov om ægte-
skabets retsvirkninger og
retsplejeloven og om op-
hævelse af lov om registreret
partnerskab«
Trivnaðarnevndin
hev-
ur gjørt ein samandrátt, har
sagt verður, hvat broyting-
arnar í veruleikanum hava
við sær:
• At tvey fólk av sama kyni
kunnu verða borgarliga
vígd.
• Broyting
av
»retsvirk-
nings« lógini víðvíkjandi
teimum
rættarligu
av-
leiðingum av borgarlig-
ari vígslu millum tveir
persónar av sama kyni.
• Fylgilógaruppskot,
so
lóggivið ikki verður inn
um kirkjugátt í mun til
vígslu og vælsignilsi av
borgarliga vígdum sam-
kyndum hjúnum og broy-
ting í føroysku rættar-
gangslógini.
Hvat er hjúnaband
Ein partur av hesi broyting
snýr seg um at staðfesta,
hvat eitt hjúnaband er.
Higartil hevur tað verið
soleiðis í øllum lógarteksti,
tá ið talan er um hjúnaband,
at tá er talan um hjúnaband
millum mann og kvinnu.
Fyri at gera tað møguligt
hjá persónum av sama kyni
at ganga saman í hjúnalag,
verður mælt til, at tað verður
staðfest í lógini, at hon
fevnir um hjúnalag millum
tveir persónar av ymiskum
kyni og tveir persónar av
sama kyni.
Ásetingin, ið fer at gera
tað møguligt hjá pørum av
sama kyni at ganga saman í
hjúnalag, verður skoytt upp
í kapittul 1 í einari nýggjari
grein 1.
Harvið verður tað gjørligt
hjá pørum av sama kyni at
ganga saman í hjúnalag við
einari borgarligari vígslu.
16 ymisk umboð fara á
fund við trivnaðarnevndina
um hetta mál í morgin og
hósdagin. Sjey umboð vóru
á fundi í mentannarnevndini
í dag og rættarnevndin, sum
eisini er partur av viðgerðini,
fær vitjan av seks ymiskum
umboðum.
Sigast skal, at fleiri av
umboðunum eru á vitjan í
tveimum ella trimum nevnd-
um.
Lógaruppskotið, sum fær
viðgerð í rættarnevndini,
snýr seg fyrst og fremst um,
tá ið talan er um skilnað í
hjúnabandinum.
Neyðugt
er
at
gera
broytignar í rættargangs-
lógini og øðrum fyri, at tær
broytingarnar sum annars
verða gjørdar, eisini hóska
inn í rættargangslógina.
Løgtingið er av álvara farið aftur til arbeiðis eftir jólafrítíðina – og nevndirnar
viðgera uppskotið um møguleikarnar hjá samkyndum at giftast
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Kristianna Winther Poulsen,
Javnaðarflokkurin
Hanna Jensen, Framsókn