mánadagur 18. januar 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
POLITIKKUR
Árni Gregersen
Nevndin,
sum
Løgtingið
setti at kanna viðurskiftini
kring
Eik
grunnin
og
grunnaeftirlitið,
fanst
í
frágreiðingini á, at hon ikki
fekk innlit í øll skjøl hesum
viðvíkjandi, tí tey ikki eru
undri føroyskum myndug-
leikaøki.
Nú hevur danska løg-
reglumálaráðið sagt, at tað
er sinnað at fáa eina loysn,
so hetta ikki hendir aftur.
Tað skrivar vinnunevndin
í álitinum í einum uppskotið
til samtyktar, sum formað-
urin í nevndini, sum kann-
aði Eik grunnin og grunna-
eftirlitið,
Joen
Magnus
Rasmussen, Fólkaflokkurin,
hevur lagt fram.
Í uppskotinum eru annars
uppskot til fleiri broytingar,
men vinnunevndin skrivar í
álitinum, at fleiri av hesum
broytingum longu eru gjørd-
ar.
Í uppskotinum verður
mælt til at gera fimm ávísar
broytingar:
•
at lóggáva um sparikassa-
grunnar
verður
gjørd
greiðari fyri at sleppa
undan misskiljingum og
skeivum tulkingum,
•
at
sparikassagrunnar
koma undir meira út-
greinað eftirlit, og møgu-
liga
somu
høvuðslóg-
gávu sum bankar í tann
mun, tað er gjørligt og
relevant,
•
at
sparikassagrunnar
eiga at koma undir sama
eftirlit sum bankin í fíggj-
arsamtakinum,
•
at eftirlitið við spari-
kassagrunnum
verður
styrkt, at hesar skerpaðu
reglur eisini verða settar
í verk fyri onnur stór
fíggjarsamtøk, sum eru
skipað eftir øðrum reglum
enn vinnugrunnalóg og
lov om finansiel virk-
somhed,
•
at
lóggáva
um
ikki-
vinnurekandi
grunnar
eisini verður gjørd.
Torført at fáa
upplýsingar
Í viðmerkingunum til upp-
skotið til samtyktar, skrivar
Joen Magnus Rasmussen,
at nevndin, sum var sett at
kanna Eik grunnin, hevur
havt torført at fáa allar
ynsktar upplýsingar til vega
í kanningararbeiðnum, tí
mál um peningastovnar eru
undir donskum lóggávuræði.
Tær
lógir,
sum
geva
møguleika fyri innlit í slík
mál, geva eftir danskari
meting ikki grein 19 nevndini
rætt til innlit í hetta mál.
Grein 19 nevndin er ikki
samd í hesari meting og
mælir til at skapa greið-
ari
lógargrundarlag
fyri
at
tryggja,
at
grein
19
nevndir í framtíðini eisini
fáa møguleika fyri innliti í
skjøl hjá donskum myndug-
leikum, sjálvt um talan er
um málsøki, sum ikki eru
yvirtikin.
Tekur undir við
málinum
Uppskotið, sum er lagt fram
og sum vinnunevndin hevur
skrivað álit í, er eitt uppskot
til samtyktar, sum heitir
á landsstýrið um at koma
við uppskotið um neyðugu
broytingarnar.
Vinnunevndin
tekur
samd undir við uppskotin-
um, men vísir kortini á, at
fleiri broytingar eru gjørd-
ar
í
lógarverkinum
um
sparikassagrunnar, sum eru
munandi herd.
Nevndin heldur tí ikki,
at neyðugt er at gera fleiri
broytingar á hesum øki.
Somuleiðis kann verða
víst á, at tað eru gjørdar
fleiri aðrar lógarbroytingar
á økinum, sum hava bøtt
munandi um teir vansar
við lóggávum, ið grein 19
nevndin vísir á.
Sostatt verður helst ikki
neyðugt við øllum teimum
tilmælunum,
ið
nevnd
eru í viðmerkingunum til
uppskotið.
Vinnunevndin undirstri-
kar tó, at hon heldur, at tað
er alneyðugt, at landsstýrið
hyggur nærri at samsetingini
av nevndum í grunnum í
framtíðini.
Danir lova samstarv
Ein av trupulleikunum, nú
grein 19-nevndin gjørdi sínar
kanningar, var, at danir ikki
vildu lata nevndini allar
neyðugar upplýsingar.
Nevndin var ikki serliga
nøgd við hesi viðurskifti,
men meðan vinnunevndin
hevur viðgjørt uppskotið til
samtykar, hevur hon havt
samskifti við danska ríkis-
umboðsmannin í Føroyum.
Í álitinum til uppskot-
ið verður sagt, at nevndin
umvegis ríkisumboðsmann-
in 11. desember í fjør fekk
eitt svar frá danska løgmála-
ráðharranum Søren Pind.
Vinnumálanevndin sigur
seg fegnast um, at danska
løgmálaráðið í sínum svari
sigur, at danska stjórnin er
sinnað til at finna felags
loysnir soleiðis, at tað í fram-
tíðini ikki skal verða nakar
trupulleiki útvega neyðugar
upplýsingar í slíkum arbeiði.
Sjálv
kanningin
hjá
grein-19 nevndini er eitt stórt
verk uppá yvir 400 síður.
Joen Magnus Rasmussen,
Fólkaflokkurin,
var
for-
maður
í
nevndini,
sum
gjørdi kanningina, meðan
Kristina Háfoss, Tjóðveldi,
og
Helgi
Abrahamsen,
Sambandsflokkurin,
vóru
nevndarlimir.
Sigmund Poulsen, advo-
katur, var kanningarráðgevi.
Árni Gregersen
Tingfólk hella seg vanliga
at flokspolitikki, tá ið
tey atkvøða og tosa um
politisk mál í tinginum.
Undantøk eru tó, har
tingfólk sjálv sleppa at
taka støðu og ikki hava
fyri neyðini at halda seg
til stevnuskrá floksins.
Talan er um tey so-
kallaðu etisku málini.
Her er siðvenjan, at
flokkarnir ikki áleggja
tingfólkum,
hvat
tey
skulu atkvøða, men lata
tað vera upp til tey sjálvi
at taka støðu í etiskum
málum.
Heitasta etiska málið
seinastu árini, er málið
um at geva samkyndum
møguleikan at giftast.
Hesin
spurningur
krevur broytingar í fleiri
lógum, fyri at hetta kann
lata seg gera.
Spurningurin
var
frammi í seinasta val-
skeiði, men vann ikki
frama.
Nú er so at siga sama
uppskot lagt framaftur.
Tær fýra Sonja Jógv-
ansdóttir,
uttanflokka,
Bjørt Samuelsen, Tjóð-
veldi, Kristianna Winther
Poulsen, Javnaðarflokk-
urin, og Hanna Jensen,
Framsókn, hava lagt trý
uppskot fram, sum hava
til endamáls at geva sam-
kyndum rætt at ganga inn
í hjúnalag.
Talan er tó bert um
borgarliga vígslu.
Politiska støðan
Spenningurin er rættuliga
stórur um tað fer at fáa
hesi uppskotini samtykt
í hesi tingsetuni.
Í veruleikanum eru
tað umboð fyri sam-
gonguna, sum hava lagt
uppskotið fram. Sonja
Jógvansdóttir
er
ikki
partur av samgonguni,
men hon er partur av
parlamentariska grund-
arlagnum
hjá
lands-
stýrinum hjá Aksel V.
Johannesen, løgmanni.
Tað stendur greitt, at
Framsókn fer at atkvøða
fyri uppskotinum. Flokk-
urin hevur áður verið við
til at leggja uppskotið
fram. Og nýggja ting-
manningin hjá flokkinum
hevur sagt, at hont ekur
undir við uppskotinum.
Alt bendir eisini á, at
Tjóðveldi samla fer at
kvøða fyri uppskotinum.
Eitt sindur meira iva-
samt er, hvussu javn-
aðarflokkurin fer at at-
kvøða. Skal uppskotið
verða
samtykt,
so
er
helst neyðugt, at allur
flokkurin atkvøður fyri.
Andsstøðan
tekur
helst ikki undir við upp-
skotinum. Hóast onkur
av tingfólkunum í and-
støðuni
kanska
tekur
undir við uppskotinum,
so kann neyvan væntast,
at tað verða umboð fyri
andstøðuna, sum bera
eitt so heitt etiskt mál
ígjøgnum í Løgtinginum.
Sum nevnt aðrastaðni
her á síðunum, so hava
ríggjar nevndir viðgerð av
hesum málum á skránni
hesa vikuna.
Málini eru enn ikki sett
á dagsskrá í tingsalinum.
Sleppa at
royna seg
í etiskum
málum
Nývaldu tingfólkini mugu av
álvara vísa lit, nú tey skulu
viðgera fyrsta etiska málið
eftir valið í september
Danir vilja
samstarva
við føroyingar
um fíggjar-
viðurskifti
At nevndin, sum kannaði Eik grunnin ikki fekk
neyðugt innlit, fær nú avleiðingar
Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, var
formaður í nevndini, sum kannaði Eik grunnin