Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ELDRAØKIÐ Barbara Holm Í 2013 varð felagið Tign sett á stovn. Tað er felagið fyri avvarðandi hjá røktar- persónum í øllum aldri. Felagið TIGN varð stovnað, tí veruleikin gjørdist ov tung- ur at bera. Ein teirra, sum slóðaði fyri felagnum, var Hanne-dot Ludvig. Síðani 2007 hevur Hanne-dot vitjað síni kæru á ellisheimið. Og hennara royndir eru nógvar. Vit fingu nóg mikið í 2013, tí tá var spart so nógv, at tað var óúthaldiligt, sigur Hanne-dot. Tá varð avrátt at skera burtur føroyskt pálegg, tí tað var so kostnaðarmikið. Samstundis varð tosað um at spara í náttarvaktum, sum var ábyrgdarleyst, og so framvegis. Men tað vildi Hanne-dot og hini í felag- num TIGN ikki finna seg í. So tey avráddu at stovna eitt felag. – Eg veit ikki hvussu ofta eg havi sitið á ellisheimið hjá mínum kæru, og verið noydd at hjálpt búfólkunum í felagsstovuni, tí tey gerast bangin og ørkymlað, meðan starvsfólkini eru úti og hjálpa onkrum, sum til dømis skal á ves ella okkurt líknandi, sigur Hanne-dot Ludvig. Hon sipar til tann veru- leika, at eru tey bert til dømis tvey starvsfólk til arbeiðis á kvøldið, ja so merkir tað, at búfólkini kunnu sita heilt einsamøll í felagsrúminum í nakrar løtur, tá ið á stendur. Tað í sær sjálvum skuldi ikki verið nakar trupulleiki, men er talan um dement fólk, so er verri. – Einaferð mátti eg fara ímillum, tí nøkur eldri dement fólk byrjaðu at eta frá hvørjum øðrum og gerast ill inn á ruðuleikan, minnist Hanne-dot. Tað var ikki tí, at starvsfólkini ikki gjørdu sítt arbeiði til lítar. Nei, tað var tí, at tey vórðu noydd at fara frá eina løtu. Tá var tað tí, at ein av búfólkunum, sum lá á sínum kamari, mátti á ves, og tey máttu vera tvey um at hjálpa hesum. Og so er støðan bara tann, at øll starvsfólkini eru burturi tað løtuna, sigur Hanne-dot. Hennara drúgvu royndir sum avvarðandi hjá búfólki á ellisheimið siga henni, at starvsfólkini stríðast fyri at fáa dagin at hanga saman, men tað er snøgt sagt ikki gjørligt at vera um øll bú- fólkini, tá ið støðan er sum hon er við normeringini. – At síggja summi sita og stara út í tóma luft, gerast bangin og frustrerað og ill, tí tey skilja ikki hvat gongur fyri seg, tað er hart, sigur Hanne-dot. Og tey gomlu merkja tað, heldur næstforkvinnan í Tign. – Vit royna at billa okkum inn, at tað alt ov lága talið av starvsfólkum á ellisheimum ikki ávirkar tey gomlu nakað nevnivert, men tað passar snøgt sagt ikki, sigur Hanne- dot. Hon vísur á, at tey gomlu verða skrumblað í song og mugu liggja nógvar tímar av degnum í songini, tí starvsfólkini hava ikki stundir at vera um tey. – Eg vóni framvegis, at myndugleikin vaknar og skilur álvaran av, at tað eru ov fá fólk til arbeiðis. Tað er alvorligt fyri starvsfólkini og tað er alvorligt fyri búfólkini, sigur Hanne-dot Ludvig. Hon minnist, hvussu mamma hennara plagdi at siga, tá hon búði á einum ellisheimi í Havn. – Mamma segði altíð »ikki órógva tær, sært tú ikki hvussu skjótt tær renna fyri at náa alt tær skulu«. Og soleiðis var tað. Mamma gavst at biðja um hjálp, meira enn hægst neyðugt, tí hon visti, at stundir vóru ikki til tess, sigur Hanne-dot Ludvig, næstforkvinna í felagnum Tign. – Kommunar hava sikkurt brúkt nógvar pengar uppá at fyrireika eldraøkið, men hava gloymt tað mest umráðandi fyri røktarheimini, sum er umsorganini, sigur næstfor- kvinnan at enda. barbara@sosialurin.fo –Tað eru bara tvey starvsfólk frá kl. 13.00 til kl. 23.00. Tey flestu av húsfólkunum hava brúk fyri fýra hondum at hjálpa sær bæði til at sleppa úr songini, í songina, á vesi og nógv mugu eisini matast. Starvsfólkini skulu eisini syrgja fyri at fáa nátturan á borðið og rudda av aftur.Tey flest skulu eisini hava heilivág.Tað krevst ikki tað stóra matematiska høvdið fyri at rokna út, at hetta hongur ikki saman. Tvey starvsfólk hava ongan møguleika at nøkta tað á ein virðuligan hátt. Okkara gomlu verða skrumblað í song, tey fáa ikki nøktandi nærveru í gerandisdegnum og tey sleppa ikki eingongd á ves , um tey ikki klára upp sjálvi. Tað eru ikki starvsfólkunum tað er galið við, men myndugleikunum, sigur Hanne-dot Ludvig, næstforkvinna í felagið Tign Verið avvarðandi á røktarheimi síðani 2007 HAVI SJÁLV UPPLIVAÐ RUÐULEIKAN FERÐ EFTIR FERÐ Hanne-dot Ludvig