mánadagur 18. januar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
ELDRAØKIÐ
TIGN vil hava normeringar og kunningarskyldu
Í 2014 sendi TIGN hetta tíðindaskrivið út í samband við táverandi ætlanirnar um at leggja
eldraøkið út til kommunurnar. Eldraøkið varð lagt út sum ætlað, men enn eru somu
trupulleikar á økinum, heldur felagið. Tí endurprentað vit tíðindaskrivið hjá TIGN her
Eingi rættarkrøv, ongar normeringar og eingin
kunningar-≤skylda er ásett í lógaruppskotinum, nú
ætlanin er at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
Tískil má lógin skiljast sum ein »hensigtserklæring«,
heldur enn rættartrygd
Í viðmerkingunum til, at eldraøkið skal leggjast út
til kommunurnar, hevur felagið TIGN víst á, at lógin er
ein sokallað »hensigtserklæring«, sum ikki inniheldur
rættarkrøv fyri okkara gomlu. Tey, sum hava tørv á røkt,
kunnu sostatt ikki krevja heimahjálp, ella at sleppa á eitt
røktarheim, tá ávísar treytir eru loknar.
Tað verður tískil fíggjarstøðan hjá teimum einstøku
kommununum, sum kemur at avgera tænastur og
tænastustøði.
Normering neyðug
TIGN heitir á politiska myndugleikan um at áseta
normeringar við lóg fyri stovnarnar á eldraøkinum, hetta
fyri at tryggja tað grundleggjandi røktarstøðið.
Tá hetta verður gjørt skal atlit takast til, at dement
sum útgangsstøði eru meira røktarkrevjandi enn onnur.
TIGN viðmerkir, at tað eyðsæð er alneyðugt at tryggja
røktarstøðið við lógarásettum normeringum vísandi til
núverandi støðu á røktarøkinum, har hvørki eykajáttanir
ella onnur tiltøk frá politiska myndugleikanum, so sum
broytingar í leiðsluni á økinum, tykjast at gera nakran
mun fyri røktarstøðið í gernandisdegnum.
Kunningarskylda áleggjast
Sum eitt serstakt punkt hevur TIGN eisini gjørt vart
við, at tað hevði tryggjað røktarstøðið, um ein lógarásett
kunningarskylda eisini var frá stovnum til búfólk og teirra
avvarðandi, í mun til broytingar í støðinum av teimum
tilboðum og tænastum, sum vera veittar. Í sein-astu
sparirundu vóru ógvusligar sparingar framdar uttan
kunning, og hetta hevði við sær, at búfólk og teirra avvarð-
andi ikki høvdu grundarlag at mótmæla hesum. Hetta er í
veruleikanum ein stór hóttan móti verandi røktarstøði.
Hóast at stovnar uttan iva longu hava eina tílíka
kunningarskyldu sambært fyrisitingarrættinum, verður
hendan ikki hildin sum nú er, og tað hevði tí verið
ynskiligt, at kunningarskyldan bleiv ásett í lógini.
Veitingar ásetast
Eisini ger TIGN vart við, at tørvur er á neyvari áseting
av innihaldinum í veitingunum á stovnunum og teirra
skyldum.
Sum støðan er í dag, er røktarveitingin á stovnum ein
heildarveiting, og eigur at fevna um so at siga øll neyðug
viðurskifti. Vísast kann tó á dømir, har stovnar flyta
skyldur og útreiðslur yvir á búfólki ella avvarðandi. Sum
dømi er nevnt, at onkur røktarheim hava álagt teimum
avvarðandi at gera høvuðsreint á kømrum hjá búfólkum,
sum tey varða av.
Eitt annað dømi er, at røktarheim krevja fast gjald
um mánaðan fyri eitt nú undirhald. Áður fingu búfólk
tannkrem, shampoo og líknandi, sum tey í dag skulu
gjalda fyri.
Avvarðandi hava gjørt vart við, at grundað á høgt
egingjald og aðrar útreiðslur, sum eiga at vera hildnar av
røktarheimunum, kunnu tey gomlu hava trupult við at
fáa sín egna pening at røkka til eitt nú klæðir og annað.
Hetta kann ikki vera rætt, og okkurt má gerast fyri at
tryggja, at hesar støður ikki íkoma.
Eldrarøktin umskipast
TIGN hevur áður víst á, at ein kollvelting innan alla
eldrarøkt er neyðug og mælir til, at heimatænastan
verður ment og lagað til tørv hins einstaka, tí tað fer at
minka um trýstið á røktarplássini.
TIGN metir, at neyðugt er at raðfesta heimarøkt,
venjing og umlætting nógv hægri, og at náttarvakt verður
ein partur av heimatænastuni.
Eisini leggur TIGN dent á, at fólk, ið hava tørv á røkt
skulu kunna velja at búgva heima; víst verður til ST-
grundreglurnar fyri eldri, sum sigur, »at eldri skulu hava
umstøður at búgva heima sum longst.«
Í hoyringsskrivinum frá Almannaráðnum verður
nevnd sameinda heimatænastan, sum fevnir um allar
borgarar og ikki bara tey eldru.
TIGN minnir í hoyringssvari sínum politiska myndug-
leikan á at lóggeva í tráð við ST-sáttmálan um rættindi
hjá einstaklingum, ið bera brek, sum sigur, »at fólk, ið
bera brek, eiga at sleppa at velja sær bústað og velja hvar
og saman við hvørjum, tey vilja liva – á jøvnum føti við
onnur – og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum
bústøðum.«
Vegna TIGN
Rúna Sivertsen, forkvinna, tlf. 211520
Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna, tlf. 215950
Betzy Ludvig, skrivari, tlf. 267703
Mary Antonsdóttir, tlf. 210716
Tóra Tórgarð, tlf. 233176