mánadagur 18. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELDRAØKIÐ
Barbara Holm
Í januar í fjør gjørdi Sosial-
urin eitt tema um eldraøkið.
Tá varð tosað við Mary
Antonsdóttir, sum fýltist á
lívið hjá okkara elstu borg-
arum á ellisheimum. Henn-
ara størstu atfinningar vóru
tá, at ov fá starvsfólk vóru
um tey gomlu, og at tað
leiddi til, at tey gomlu ikki
fáa nógv meir enn ta mest
grundleggjandi røktina. Í
dag er støðan ikki stórvegis
broytt, heldur Mary.
– Vit eru framvegis ov fá
starvsfólk. Vit royna okkara
allarbesta, at skapa innihald
í lívið hjá teimum gomlu,
men tað er ikki stórvegis
tíð til at sita við teimum og
geva teimum nærveru, sigur
Mary.
Fyri hana er tað trupult
at góðtaka støðuna, tí tað
ávirkar hugin at fara til ar-
beiðis.
– Tað er hart at síggja,
hvussu einsamøll summi
búfólk eru. Summi sita bara
og stara í í tóma luft fleiri
tímar um dagin. Høvdu vit
verið fleiri starvsfólk, so
hevði tað ikki hent, sigur
Mary.
– Vit hava ymsar ak-
tivitetir, sum til dømis sang,
dans, bindiklubb, gudstæn-
astu og bingo. Eg sjálv skipi
fyri nøkrum av teimum
størru tiltøkunum, har av-
varðandi verða bjóðað á
stovnin at vera saman við
sínum gomlu. Tey tiltøkini
eru eina ferð um mánaðin
og eru væl vitjaði, greiður
Mary frá.
At starvsfólk á eldra-
Álitisfólk á Tjarnargarði:
EINSEMI
ER TAÐ
RINGASTA
- Nú er eitt ár síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, men eg dugi ikki at síggja nakra stórvegis
broyting. Framvegis hava vit bert stundir til tey basalu tingini, meðan mong búfólk sita í einsemi,
tí tey verða ikki stimbrað nóg nógv, sigur Mary Antonsdóttir, álitisfólk á Tjarnargarði í Havn.
Hetta ynskja starvs-
fólkini á eldraøkinum:
Mary er nevndarlimur í Tign, álitisfólk á Tjarnargarði og hevur 20 ára royndir innan
økið. Hon sigur, at hetta er tað, sum starvsfólkini innan eldraøkið ynskja.
•
Fasta normering við lóg, so at tað ikki ber til at skerja í starvsfólkatalinum meira
enn gott er.
•
At køkshjálp er um dagin og um kvøldið.
•
Meira tíð til búfólkini.
•
At eykajáttanir skulu síggjast aftur á gólvinum, so búfólkini fáa betri sømdir.
•
At ein fysioterapeutur er knýttur at heimunum – í dag er ein ergoteraptur tveir
fyrrapartar um vikuna á Tjarnargarði.
•
At meira orka verður løgd í rehabilitering.
•
At ein ítrivsstova er á hvørjum heimið. Sum nú er eru ítrivsstovur á summum
heimum kring landið.
•
At tað verður krav, at tey gomlu fáa fríska luft hvønn dag.
•
At hugsað verður um at eggja ungum til at fáa sær útbúgving innan eldrarøkt.
Tað merkir betri arbeiðskor og hægri løn.