Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 ELDRAØKIÐ økinum ger sítt allarbesta, er Mary ikki í iva um. Tað eru ikki starvsfólkini, sum ikki gera sítt arbeiðið – tað eru myndugleikarnir, sum ikki síggja tørvin á, at hava fleiri starvsfólk. – Á mínari lon eru vit trý starvsfólk 5 tímar um dagin, men meginpartin av degnum, eru bert tvey og so ein náttarvakt. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nóg mikið til eina deild við 12 búfólkum, sigur Mary. Enn eingin broyting at hóma Síðani Tórshavnar Komm- una yvirtók eldraøkið í kommununi, eru fleiri broyt- ingar framdar á leiðslustøðu. Fleiri toymir eru sett á stovn, sum skulu taka sær ymiskum tilboðum á øllum heimunum í kommununi. – Vit á gólvinum síggja tó onga broyting enn. Men eg vóni broytingarnar koma at merkja nakað fyri búfólkini og teirra innihald í gerandisdegnum, sigur Mary Antonsdóttir. Enn hevur Tjarnargarður ikki eina ítrivsstovu, sum veitur búfólkunum ymisk tilboð av hesum og hasum slag, tó hevur stovnurin bjóðað fleiri ítriv seinasta árið. – Tað er fínasta slag, men eg haldi mangan, at vit stara okkum blind uppá, hvat vit vilja hava skal henda. Vit hoyra nógv um aktivering í hesum døgum. Alt gott um tað og eigur tað avgjørt at vera eitt tilboð til okkara eldru, at fara til ymisk tiltøk og ganga til ymisk ítriv, men grundleggjandi menn- iskjansliga nærveran, átti at verið raðfest nógv hægri. Summi av hesum búfólk- unum er somikið illa fyri, at tey ikki megna ella fáa stórvegis burturúr hesu ymsu aktivitetunum, men tey hava framvegis ein tørv á innihaldi og nærveru í dagligdegnum, greiður Mary Antonsdóttir, álitisfólk á Tjarnargarði frá. barbara@sosialurin.fo Tjarnargarður í dag: Á Tjarnargarði eru tríggjar lonir í dag. Í tveimum teirra eru 12 búfólk, meðan 10 eru í triðju lonini. Mary starvast á einari lon við 12 búfólkum. Gerandisdagar eru trý fólk til arbeiðis, tann fyrsti møtir klokkan 7 og fer til hús klokkan 13. Hini bæði møta klokkan 8, og annar teirra fer heim klokkan 15, meðan hin verður til klokkan 16. Sostatt eru bert trý starvsfólk til arbeiðis samstundis millum 8 og 13. Eftir tað eru tey tvey starvsfólk á lonini. Um kvøldið eru tvey starvsfólk og ein er um náttina. Fyrr var køkshjálp bæði um dagin og kvøldið, men nú er matgerð eisini ein partur av uppgávunum hjá starvsfólkunum. Nógv búfólk eru tað tey kalla fyri dupultbrúkarar. Tað merkir, at tey hava tørv á hjálp frá tveimum fólkum, og sostatt eru altíð tvey starvsfólk um tey. Dagurin hjá einum búfólki á Tjarnargarði: Morgun: Tá búfólkini vaknað vera tey hjálpt á ves, síðani vera tey stuðlað eftir tørvi at vaska sær og lata seg í klæðini. Síðani fáa tey morgunmat, onkur má stuðlast í hesum (matast), meðan onnur megna tað sjálvi. Á middegi: Tey fáa døgurða umleið klokkan 12, og síðani fara tey flestu at fáa sær døgurðaslang. Seinnapart: Tá tey koma upp aftur fáa tey ein drekkamunn, og síðani náttúra um klokkan 18. Og so fara tey í song stutt eftir tað. Tiltøk: Ein sokallaður flúgvari er í Tjarnargarði frá mánadag til fríggjadag. Tey rópa hann flúgvara, tí hann flýgur millum báðar lonirnar. Hesin ferðast millum lonirnar og aktiverar og savnar tey eldru. Men er onkur sjúkrameldaður ella líknandi, so verður hesin drigin inn í dagligu røktina, og hansara starv sum savnari og undirhaldari verður tikið burtur. Tríggjar ferðir um vikuna skipar Tjarnargarður fyri einum tíma av undirhaldið, umframt gudstænasta ella møti er einaferð um vikuna. Tað er sangløta og bingo og dansur á skránni tá. Eisini er eitt búfólkaráð á Tjarnargarði, sum skipar fyri tiltøkum einaferð um mánaðin. Hetta rinda búfólkini 100 krónur fyri um mánaðin.